Lýsing
Lýsing
Lýsing

Treysti um høgtíðina desembur 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.12.2025 - 20:53 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin 20. desembur kl 15 Skipað verður fyri Jólarenning fyri limum í Treysti

 

Luttakarar kunnu lata seg í okkurt jólaligt, so sum nisshúgvu ella annað. Møtt verður á Guttabreyt kl 15. Síðani verður farið á ein hugnaligan rennitúr / gongutúr runt í býnum.

Kl 16 verður heitt kakao fyri luttakarunum á Guttabreyt. Allir limir, bæði vaksin og børn, eru vælkomin at luttaka. Børn í fylgi við vaksnum. Minnist til endurskin.

Um tú ikki hevur teknað teg sum lim, kanst tú fara inn á treysti.fo og trýsta á “Tekna teg sum lim”, ið liggur ovast á síðuni. Verið hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu saman!

Jólaaftan 24. desembur kl 8.30 Skipað verður fyri tí árligu Kirkjurenningini, har runnið verður frá kirkjuni í Kunoy, til Christianskirkjuna í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Limir í Treysti luttaka ókeypis, og luttøkugjald fyri onnur, ið ikki eru limir, er einans 100 kr. Luttakarar møta við Badmintonhøllina kl 8.30. Kl 8.45 koyrir bussurin til Kunoyar, har renningin byrjar. Teinurin er á leið 11,7 km. Minnist til endurskin og pannulykt. Um ein ynskir ein styttri tein og / ella at sleppa undan at renna gjøgnum tunnilin, ber til at fara úr bussinum í Haraldsuni, og í staðin renna / ganga á leið 6,2 km til Christianskirkjuna. Minnist til endurskin. Aftaná bjóðar Treysti til morgunmat í Amarant. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Børn í fylgi við vaksnum. Um tú ikki ert limur, er luttøkugjaldið 100 kr, sum skal gjaldast kontant áðrenn farið verður í bussin.

Nýggjársaftan 31. desembur kl 11 Skipað verður fyri eini hugnaligari Heilsurenning / Gakk og renn á Guttabreyt, ið samstundis er seinasta tiltak hjá Treysti í 2025. Treysti bjóðar ein góðan drekkamunn í hølunum við Guttabreyt aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Nærri kunning / broytingar: Um veðrið ikki verður til vildar, ella aðrar broytingar verða, leggur Treysti kunning út á opna bólkin “Treysti” á Facebook. Vælkomin at fylgja við har.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…