Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýring

SKRIVAÐ: Johan Dahl  |  17.12.2025 - 16:27 Politikkur Tíðindaskriv

Fíggjarlógin fyri árið 2026 er nú til viðgerðar í Føroya Løgtingi.

 

Fleiri góð átøk eru framd av samgonguni, og tað eri eg fegin um – tó eru nøkur viðurskifti opinlýst galin.

Fyri tað fyrsta er hall á fíggjarlógini – í bestu tíðum!

Tað tykist, sum samgongan hevur hug at frásiga sær ábyrgdina av hesum og rættvísgera tað við retorikki um framtíðar haldbari ella tráspyrja andstøðuna um, hvat hon hevði gjørt øðrvísi. Men hetta er egentliga rættiliga seriøst. At samgongan ikki megnar at stýra fíggjarliga skynsamt í bestu tíðum, er eitt tekin um, at hon ikki sær álvaran av hesum. Hon vil heldur fyrireika seg uppá val... Viðgerðin av fíggjarlógini vísir greitt, at samgongulimir brúka sína talutíð uppá at harta andstøðuna. Men í míni verð, so er man ikki búgvin at vera ovasta leiðsla í landinum, um man gevur øllum øðrum skyldina fyri sína egnu, vánaligu, leiðslu.

Samgongan reypar sær av at lækka MVG á ávísum vørum – meðan hon hækkar avgjøldini á øðrum. Hon tekur við tí eini hondini, og gevur við hinari.

Og alt hetta ger hon, meðan hon samstundis lækkar ríkisveitingina. Tí tað er eitt tjóðskaparmál, sum hjálpir teimum at sova um náttina. Men tað er opinlýst, at tey hava fullkomiliga gloymt, hvat er tað týdningarmesta við eini tjóð – FÓLKINI!

Um man ofrar vælferðina fyri tjóðskap, so missir man bæði og fortjenar hvørgan!

Kanska er tað tí, at eg eri sambandsmaður, men eg fari aldrin at skilja ella góðtaka, at man skerjir veitingina til sjúkrahús og noktar at hjálpa persónum við skerdum førleika at virka í samfelagnum, bara so man kann pussa sína gloriu við nationalistiskum stórheitsvanviti.

Hvør er teirra loysn? -At hækka pensjónsaldurin. Eingi sum helst boð uppá vøkstur ella rationaliseringar, sum t.d. samanleggingar av smærri eindum.

Hvør er mín loysn? – Útskriva val, so vit kunnu bøta um skaðan, áðrenn hann verður ov stórur.

 

Johan Dahl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…