Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað hevur elvt til øsing millum landsstýriskvinnur í Havn, at privat hava givið Klaksvíkar Sjúkrahúsi ein MR-skannara. Tá ið Landssjúkrahúsið hevur fingið sama slag gávur, eru tær hinvegin fagnaðar við tøkk av avvarðandi landsstýrisfólki, eitt nú núverandi samgonguleiðara

Fyritøkur mugu gjarna geva Landssjúkrahúsinum gávur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.04.2023 - 10:00 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Tvær reisur seinastu 25 árini hevur Landssjúkrahúsið fingið MR-skannara í gávu frá Tryggingarfelagnum Føroyar. At fyritøkur soleiðis geva sjúkrahúsum gávur, er tí onki nýtt. Tað einasta nýggja er, at tað fær ilt í ávísar miðstaðar-politikarar, at vinnan nú letur Klaksvíkar Sjúkrahúsi sín fyrsta MR-skannara og ikki Landssjúkrahúsinum sín triðja.

 

 

Tað, sum nú hendir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at privatar fyritøkur donera sjúkrahúsinum eina gávu, er komið fyri fleiri ferðir fyrr. Landssjúkrahúsið í Havn hevur eisini fingið MR-skannara í gávu frá fyritøku, uttan at nakar politikari norðanífrá hevur mælt eitt einasta ilt orð um tað.

Til dømis læt Tryggingarfelagið Føroyar í 1998 Landssjúkrahúsinum ein MR-skannara, virði 7 milliónir. Leinki til grein um tað er niðanfyri.

Tað var eisini Tryggingarfelagið Føroyar, sum í sambandi við 70-ára stovningardag sín í 2010 læt Landssjúkrahúsinum enn ein MR-skannara, virði 10 milliónir. Heilsumálaráðharrin tá var núverandi løgmaður, sum enntá skrivaði eina stóra almenna tøkk á heimasíðuna hjá sínum aðalráði. Leinki til hana er eisini niðanfyri.

Tað er tí margháttligt at hoyra Ruth Vang og Margit Stórá gera tað til, at vinnulívið nærmast tekur politikararnar av ræði við at geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi nakað. Heldur eru tað tær báðar, ið vilja taka vinnulívið av ræði við at siga, at vinnan einans kann lata sjúkrahúsinum í Havn gávur.

https://www.in.fo/news-detail/landssj-krah-si-fingi-st-rfingna-g-vu

https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/landsstyrismadurin-fegnast-um-mr-skannaran/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…