Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum | Mynd: Jóhann Lützen

Búskaparráðsformaðurin mælir frá at avmarka matvøruútflutning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2023 - 19:36 Politikkur Tíðindi Vinna

Haldið flutningsleiðirnar opnar og við líka og fáið í lag nýggjar handilsavtalur, og fylgið Sameindu Tjóðum, tá tað kemur til møgulig revsitiltøk ímóti Russlandi, við ikki at lata tey umfata matvøruflutning, sigur Fróði Magnussen formaður í Búskaparráðnum

 

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, hevði eina framløgu á FaroeExpo í Runavík í dag. Hann hevði tvær áheitanir á politiska myndugleikan: Haldið flutningsleiðirnar opnar og við líka og fáið í lag nýggjar handilsavtalur, og fylgið Sameindu Tjóðum, tá tað kemur til møgulig revsitiltøk ímóti Russlandi, við ikki at lata tey umfata matvøruflutning.

 

Buldrandi framgongd

- “Vit í Føroyum hava verið heppin við útflutninginum seinastu árini, um vit taka frá 2012 av. Útflutningurin er farin úr umleið 4 milliardum til 12,6 milliardir í virði, t.v.s. er meira enn trífaldaður, og tað er øgiliga gott. Einfalt sett upp kunnu vit siga, at ⅓ av hesum kemur frá fiskivinnuni og ⅔ frá alivinnuni. Vit hava hugt at, hvønn Føroyar útflutti til, áðrenn ES boykottaði Føroyar, aftaná boykottið og áðrenn innrásina í Ukraina, og útflutningsmarknaðurin byrjar at líkjast tí, sum hann var, áðrenn ES boykottaði okkum. Men USA kemur meira og meira inn, og tað er serliga laksurin, ið byrjar at gera seg galdandi.”, sigur Fróði Magnussen.

 

Fleiri handilsavtalur, takk!

Trupulleikin er sambært honum, at Føroyar bara eru tengdar at 5 marknaðum, sum tó eru 6 á pappírinum. Tað, sum umræður, er, at politikarar halda allar flutningsleiðir opnar, eisini transittleiðir, og at gera fleiri handilsavtalur. Tað er umráðandi og skilagott at spjaða váðan, og vit fáa hægri búskaparvøkstur við at útflyta til fleiri lond. Hinvegin er tað ringt við óstabiliteti, so tað, føroyskir politikarar skulu leggja seg eftir, er at hava verðandi flutningsleiðir í góðum standi og í lagi alla tíðina, eins og at finna fleiri marknaðir og gera avtalur við teir.

- “Føroyar eru óvanliga illa fyri í so máta. Politiska skipanin skal halda seg burtur frá at detailstýra vinnulívinum og í staðin leggja seg eftir at gera tað yvirskipaða í lagi – og tað vil siga gera fríar handilsavtalur”. Hetta er onki minni enn uppskriftin uppá eitt ríkari samfelag, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.

 

Um prísvøkstur

Tá ið tað kemur til prísvøkstur, so eru Føroyar í roynd og veru hepnar, tí matvøruprísirnir eru hækkaðir meira enn aðrir prísir, og har eru Føroyar blivnar lutfalsliga ríkari enn heimurin í miðal, sigur formaðurin, men skundar sær at leggja afturat, at tað eisini kundi farið hin vegin. Tað, sum hevur gjørt, at inflatiónin er fallin í okkara favør, er, at vit serliga útflyta matvørur.

ST hevur áhaldandi heitt á øll lond um ikki at lata tiltøk, sum londini seta í verk yvirfyri krígsførandi pørtunum, ganga út yvir matvøruflutningin. Matvørur mugu og skulu kunna finna vegin fram til marknaðirnar og menniskjuni:

- “Um vit gevast við at útflyta til til dømis Russland – tað kundi eisini verið til onkran annan – so vil tað gera tað, at teir fara at keypa vørur aðra staðni frá. Russarar hava ráð til tað, og Vesturheimurin hevur eisini ráð til tað, men tað fer at ganga út yvir øll tey fátæku, t.d. tær 750 milliónirnar í Afrika, sum bert hava akkurát til dagin og vegin.

Um órógvið merkir tað, livikostnaðurin hækkar við bara einum dollara um dagin, so fara kanska nógv av teimum fátæku at svølta. Tað er tí, at Sameindu Tjóðir royna at fáa londini til ikki at lata revsitiltøkini umfata matvørur, og tað síggja vit eisini við, at – við hjálp frá Turkalandi og ST – Russland og Ukraina samstarva um at fáa korn úr Ukraina og til onnur lond, herundir í Afrika.

Um matvøruframleiðslan verður ávirkað, so ávirkar tað mest tey fátæku, sum ikki eru partar av krígnum”, sigur formaðurin í Búskaparráðnum at enda.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…