Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ingi og Danny á OY Voxbotn 2023

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.06.2023 - 05:53 Tíðindaskriv

Hetta verður ein syngið við løta av teimum heilt góðu, tá hesir báðir fara á pall, mitt í býnum í Havn. 

 

 

Tað munnu vera fáir føroyingar, ið ikki kenna til okkurt lag, annar av teimum hevur gjørt, tí seinastu árini hava teir ferð eftir ferð givið út landaplágur, ið hava ríkað okkum um løtur.

 

Vit kenna løgini Hevur hon Lovað, Sunnukvøld í mai, Tann Fittasta, Allright, Kostbar, Einki við at venda við, Tá ið eg síggi teg.... og ein kundi blivið við.

 

Vágbingurin Ingi Poulsen hevur við sínum fangandi sangum og eyðkendu suðuroyarrødd sungið seg út millum føroyingar. Ferð eftir ferð eru sangir hansara vornir fólkaogn og hevur hann megnað at fangað bæði tey smáu og tey eldru, við festliga tónleiki sínum.

 

Danny gjørdist kendur frá Danny and The Veetos og hava teir gjørt risahittið ‘Sunnukvøld í Mai’, sum veruliga gjørdu teir landskendar. Eftir hetta kom sangurin ‘Allright’, ið eisini gjørdist stórur, helst í millum yngra ættarliðið. Flestu føroyingar kenna hesi løgini og verður tað helst ein breiður skari av fólki til konsertina, mitt í býnum í Havn.

 

Saman, eru teir ein samantvinning av gleði og gleim og megna teir altíð, at fáa áskoðarafjøldina at syngja við.  Tað verður uttan iva ein góð løta, tá Ingi og Danny trína á pall á OY Voxbotn vikuskiftið 23. og 24. juni 2023.

 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji,  Lena Anderssen, Saveus, Superloader, Fríði Sigmundsson, Reiley og Herborg Torkilsdóttir koma á OY Voxbotn 2023.

 

OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

 


Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

 

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, effo, Coca Cola og Nema

Les meira á www.voxbotn.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val