Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan við Keldu, formaður í Vinnulívsráðnum: Íverksetan bert ein byrjan - krevur menning og áhaldni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  23.01.2007 - 10:15 Eldri tíðindi

Nú spennandi tiltakið við Íverksetarahúsinum er sett á skinnarar, eiga vit longu nú at fara at hugsa um, hvat hendir á økinum komandi árini og fimm- tíggju ár fram,

samstundis sum menningin við áhaldni verður framt við Eik- banka, Vinnumála-ráðnum og Klaksvíkar Kommunu sum

fíggingarstavonum saman við nevndini fyri Íverksetaraátakinum, eiga

dyggastu krøv at setast til úrslit.



Í londunum uttan um okkum og eitt nú í Danmark fara dagliga fleiri íverksetaraátøk fram, har topprofessionel sita við borðið, og krøvini gerast alt hægri. Talan er um hópin av Íverksetarahúsum av sama slagi sum t.d. Birc Centerpark í Herning, sum vit hava havt hepni at koma í samband við. Íverksetaraskeið t.d. fyrireika av víðfevnda CEPOS stovninum, kenda rágevarafelagsskapinum IV-Vagten hjá LCV o.m.ø.



Dyggir ráðgevarar

Júst ígjár, hevði CEPOS aftur eitt skeið, sum teir nevna "Hvordan får Danmark mere iværksætteri? Hvilken rolle spiller de høje skatter og den store offentlige sektor".

Meðan CEPOS er ein sterkur "think tank" við ráðgevum, sum, Carl Bildt, uttanríkis-ráðharra, Robert J. Barro, professari við Harvard, George Schultz, fyrrverandi uttanríkisráðharra og øðrum heimsnøvnum, virkar IV-vagten, sum eg fekk loyvið til at verða saman við eitt kvøld, við ymiskum sakførarum, vinnulívráðgevum, bankfólkum umboðum fyri toll og skatt o.ø. Hesin seinast nevndi gevur ókeypis ráð-geving. Hesir stovnar kunnu sjálvandi slettis ikki sammetast.

CEPOS hevur eitt um-boðsráð við sterkastu manning í Danmark, sum eitt nú Niels Foss, Samuel Rachlin, Anne Bergitte Lundholt, Ester Larsen og fjøruti øðrum, og millum stovnararnar í 2004 vóru Bernt Johan Collet, Uffe Ellemann Jensen, Henning Forsmark, Morten Grund-wald, Poul Schlüter og eini fimti onnur.

Danmark, hóast lítið land, so livir vinnan í fjølbroytni og tekur útflutningsvinnuna í stórum álvara við sínum exportráði, eini ellivumanna nevnd við Hening Dyremose, fyrrverandi TDC-stjóra sum forstjóra.



Hart arbeiði fyri framman

Hetta og nógv annað eru vit upp ímóti, tá hugsað verður um, at ætlanin er at verða millum fremstu lond í 2015. Tað eg her havi nevnt, er bert í Danmark, sum er eitt av heimsins smáu londum, men tó komin langt. So her skal nógv gerast, eisini yvir styttri tíð.

Tað er tí umráðandi, at vit gera okkum greitt, at framtíðin hjá m.a. Íverksetarahúsinum, er bara ein evarska lítil partur av øllum, fyri at fáa onnur bein at standa á, tí vit skulu minnast til, at Føroyar hava altíð átt bæði nógvar og sterkar íverksetarar, tá hugsað verður um fiskivinnuna, sum hevur borði okkara útflutning uppi.

Tað liggur eitt hart og gjøgnumgrípandi arbeiði fyri framman hjá leiðslu og nevnd í Íverksetarahúsinum, um hetta skal eydnast til fullnar. Fyrsta uppbakkingin hevur verið sterk, nú er menningin og úthaldni eftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap