
Gestins eyga: Kaldar, fjarskotar og kvinnufátækar
Andrea Gjestvang hevur skrivað nýggja bók um føroyskar menn, ið nevnist Atlantic Cowboy. Bókin, ið er prýdd við sera nógvum myndum úr Føroyum, kemur inn á maskulinitetin í Føroyum, har fysisk styrki og tað at kunna forsyrgja sær og sínum sjálvur, framvegis hevur sera nógv at siga. Men eisini baksíðuna av medaljuni, ið er skeiklaða kynsbýtið millum menn og kvinnur.
Hóast stórur partur av føroyska búskapinum snýr seg um fysiskt krevjandi størv, sum siðvenja er fyri, at menn taka sær av, hevur fiskivinnan einans 15% av arbeiðsmegini. Gjestvang nevnir, at ungar kvinnur í Føroyum velja sær bæði lestrarstøð og størv uttanfyri Føroyar, serliga í Danmark, men eisini aðrastaðni í Europa. Fleiri teirra venda ongantíð aftur. Sambært tølunum eru einans 48,2% av íbúgvunum í Føroyum av kvennkyni, og hetta er eitt tað skeivasta kynsbýtið í Europa. Í Føroyum eru 107 menn fyri hvørjar 100 kvinnur, og tað merkir eitt kvinnuundirskot upp á umleið 2.000 kvinnur.
Talið ljóðar kanska ikki av nógvum, men tá hugsað verður um, at Føroyar einans hava 53.000 íbúgvar (talið er frá 2021, red.), og um, at tað fyrst og fremst eru yngri kvinnur, ið mangla, so hevur tað stórar semfelagsligar avleiðingar, sigur Gjestvang, sum leggur afturat, at løgmaður Aksel V. Johannsen hevur sagt, at skeiva kynsdemografiin var millum “størstu avbjóðingarnar” hjá nýggja Landsstýrinum – tá hann tók við í 2015.
Fíggjarliga sær tað hinvegin nógv bjartari út fyri føroyskar kvinnur, enn tað gjørdi í 1990’unum, tá túsundtals føroyingar flýddu undir búskaparliga skrædlinum tá. Skrædlið rakti ikki minst fiskivinnuna, sum fylti munandi meira tá enn nú. Men síðani 2000 eru ferðavinnan og tænastuvinnan trífaldaðar í stødd, og vit hava eru sostatt á støði við USA.
Landsstýrið hevur seinnu árini gjørt íløgur í javnstøðumál og kvinnumál, sigur Gjestvang, herundir at tað nú er vorðið lættari at vera einsamøll mamma. Covid-19 hevur eisini gjørt, at tað er meira góðtikið at lesa og arbeiða umvegis internetið.
Gjestvang beit merki í, at kvinnuundirskotið ikki sá út til at vera so ógvusligt í Tórshavn, men í fleiri av teimum smærru bygdunum. Hon vitjaði sjálv fleiri av støðunum, har menn “hongdu út”, drukku øl og prátaðu, og har vóru fáar og ongar kvinnur at síggja.
Hon legði merki til, at summir menn kenna seg einsamallar. Ein ógiftur føroyskur maður sigur til dømis »Jeg beder til Gud om, at jeg vil finde en hustru. Men måske hører han mig ikke.« Hinvegin kenna teir flestu einsamøllu menninir seg ikki so einsamar. Ein orsøk er sterku familjubondini í Føroyum. Menninir hava tí familju tætt hjá, hóast teir ikki sjálvir hava konu ella børn.
Tað at vera sterkur og forsyrgja sær sjálvum og síni familju hevur nógv at siga fyri fleiri føroyskar menn. Teir, ið megna tað, eru nógv eftirspurdir og fáa sýnda respekt. Ein teirra sigur eisini við Andreu, at føroysku kvinnurnar, sum verða verandi í Føroyum, eisini eru bæði sterkar og harðar.