Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum góði Martin

SKRIVAÐ: Sirið Stenberg  |  27.08.2023 - 18:28 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Eg hevði heiðurin at bera Martini eina heilsu á stórfingnu hátíðarløtuni í Vestmanna í gjár. Røðan sæst her.

Góði Martin og øll tíni, og góðu øll, sum eru her í kvøld at heiðra og fagna okkara alra Martin. Martin, sum øll kenna og hava tikið til sín. Øll vilja eiga teg Martin, og tað er í sjálvum sær ein heiður. Man kundi sagt, at tú av hesum verður smátt býttur, men soleiðis er ikki. Tvørturímóti ert tú heilur og ektaður. Soleiðis er við tí, sum er gott. Tað verður bert enn betri, um fleiri vilja eiga, taka lut og fjálga um.

Eg var skjót at siga ja, tá ið eg bleiv spurd, um eg kundi bera Martini eina heilsan, nú Vestmanna kommuna og Sprotin skipa fyri fagnaðarløtu at heiðra bygdasonin og listamannin, Martin Joensen. Eg takki so hjartaliga fyri heiðurin at vera við til hesa hátíðarløtu. Hetta er ein stór løta.

Sjálvt um vit bæði ikki kennast persónliga, so er tað sum eg kenni teg gjøgnum alt tað góða tú leggur eftir teg. Orð, løg, tekningar og málningar. Hesi eru ikki bara orð, nótar og strikur, men musikkur, kenslur og hjartablóð. Heiltstoypt list, sum rørir, fangar og fær latið upp til innara heila og hjartarúmini.

Eg megni ikki at siga hvat listin er, men heldur, hvussu eg sum mentanar-og listanjótari lystiliga leski mær av tí lívsskál, sum mentanin og listin er, og hvussu eg upplivi tað. Og her hevur tú so ríkiliga lagt í skálina.

---

Tað var, tá ið eg var skúlagenta í Vági í 80-unum, at eg fyrstu ferð frætti um fantastiska orkestrið Vestmenn og Martin Joensen. Eg haldi enn, at tit eru líka fantastiskir. Tá var tað næstan sum ein kollvelting. Allar vinkonurnar fóru beina kós í Radiohandilin hjá Jaspuri og keyptu kasettubandið. Tað var í hvørjum bili og í hvørjum húsi. Allastaðni. Eg fann mær eitt skrivihefti við dupultum reglum og skrivaði sangirnar av. Lærdi meg teir uttanat. Og so sungu vit, vinkonurnar av hjarta, meðan bandupptakarin var for frá. Dansaðu og nutu lívið. Tað stuttliga, ella tað mest sigandi er, at sangirnar enn liva sítt fríska lív, og nú upplivi eg, at míni børn sita við klaveri og gittara og syngja og spæla júst somu sangir. Soleiðis verða sangirnar partur av lívsins ringrás, tíðarleysir og ævigir.

---

Tað sum altíð hugtekur meg er menniskjað. Hvør er menniskjan, sum kann skapa so vakra og góða list á so mongum mótum. Tí havi eg forvitnast eitt sindur um teg.

Tað er mær fortalt, at tú góði Martin er lítið broyttur gjøgnum lívið. Tú ert tann sami, bert búnaður við árunum bæði á listarligu og menniskjaligu lívsleiðini. At tú heilt frá tú vart smádrongur í Vestmanna teknaði, málaði og klimpraði á gittarin. At tú vart sera gávuríkur í skúlanum, serliga málsliga. Og longu sum skúladreingir spældu tit í orkestri.

Tað var áhugavert at hoyra samrøðuna millum teg og Suna Merkisstein á Reinsarínum fyrrakvøldið. Har greiddi tú frá, hvussu tað var at fara úr Vestmanna og í Hoydalar á studentaskúla, og at tað var ein kollveltandi broyting. Sum at fara í annað land. Tað kensluna kenna vit bygdafólk væl. Mong hava upplivað lopið av bygd til Havnina størri enn lopið úr Føroyum og av landinum.

Eisini vísti samrøðan, at tú hevur góðan humor og sjálvsironi. Tá ið tosað varð um hvussu nógv tú hevur gjørt, svaraði tú við einum smíli, at tú onkuntíð, soleiðis av óvart hevði googlað navnið Martin Joensen og, hvussu nógv kom fram. Vinirnir hjá tær siga, at tú ert stuttligur, og at fólk trívast saman við tær.

---

Meðan tú gekk í Hoydølum spældu tit, vestmannadreingir, til dans til eina jólaveitslu. Tað gekk onki serligt við musikkinum. Tað ljóðaði illa, og tit kendu tað, sum tit høvdu gjørt tykkum fyri skommum. Men knappliga tá stóð hon- kvinnan í tínum lívið - frammanfyri pallin, og tú bleivst forelskaður. Seinni blivu tit gift bæði og eru tað enn. Og saman hava tit skapt familju. Gjøgnum tað tú skrivar og syngur, sær man eisini hvussu stóran týdning konan hevur havt fyri teg.

Í frálíku bókini “Lat meg goyma teg” byrjar bókin eisini við eini tøkk til konuna. Síðan kemur ein long takkarrøð til tíni nærmastu, mammuna, sálarfrændar, álitisfólk, vinir, starvsfelagar og at enda ein tøkk til Timburmannin í Nasaret fyri ljós, litir, tónar og vónir.

Tú takkar øllum og í kvøld bera vit tær tøkkina aftur. Tað er nakað um, at man fær tað aftur, sum man gevur. Nú takka vit tær fyri ljós, litir, tónar og vónir.

---

Tað hevur stóran týdning at hátíðarhalda stórar løtur í lívinum, og at fáa dokumenterað og skrivað tað niður, sum verður gjørt. Ættarlið og menniskjan eru farandi, men tað skrivaða, teknaða, og málaða verður varandi. Tey vera varandi varðar um søgu okkara, og mið til ókomin ættarlið at stevna fram á leið eftir.

Tí er tað so dýrabart, at Sprotin gevur tað út, sum tú hevur yrkt. At tað verður fest á blað, við nótum, so bæði samtíð og eftirtíðin eisini kann fáa lut í sangskattinum. Niðurskrivaða blaðið verður okkara kollektiva minni og tað sum ber boðini millum ættarlið.

Tí fari eg eisini at loyva mær takka Sprotanum og Jonhard Mikkelsen, og øllum sum skriva, fyri ótroyttiliga at tryggja okkum skrivaða orðið. Jonhard, tú ger eitt stórt arbeiði at heiðra onnur, og tí stendur hendan løtan eisini tær til heiðurs góði Jonhard. Tað er nokk ikki av tilvild, at tit báðir eru vinmenn. Tað er sum um tit eiga hvør sína reglu í hesum. “Gev mær pennar gev mær pappír. Lat meg festa teg á blað”.

---

Góði Martin. Tínir sangir eru meistaraverk. Løgini eru so melodiøs og sangbar, og tú dugir so væl við orðunum. Man hoyrir beinanvegin, at tað er tú. Tú hevur eisini nøkur orð, sum bara tú hevur: Sólskinstøgn, motormani, pápalátur, mammutár, gamlamannadans, blómubarnamoldina, dagmett, skuggagestir og mong mong onnur.
Tónleikur byggir brýr. Vit syngja tað á jólum “Við songinum vit byggja brú,”

Tónleikur er eitt universelt mál, sum øll skilja. Líka mikið hvar vit eru stødd í heiminum ella í lívinum, so skilja vit tað. Tað fremur empatisku evnini og samanhangsmegina bæði hjá tí einstaka og fyri felagsskapin. Tí tørvar okkum tónleik, eins og okkum tørvar vatn og breyð.

Evnini at syngja og lurta eftir tónleiki eru bæði nakað av tí fyrsta og tað seinasta sansaliga menniskjan eigur. Tey er við okkum alla lívsleiðina.

---

Tú hevur serstøk skapanarevni Martin. At yrkja, syngja, gera løg, spæla ljóðføri, at tekna og mála og tað grafiska.

Samanrenningin millum tónleikin og myndlistina er áhugaverd. Tað er sum um listagreinarnar styrkja hvør aðra. Tað er nakað musiskt yvir myndinum eins og sangirnir fáa okkum at síggja penslastrok av myndum. Sangirnir eru syngjandi myndir.

Tey allar flestu kenna teg nokk best fyri tónleikin, men eg ivist ikki í myndirnar hjá tær fara at vaksa í dygd millum fólk. Serliga tekningarnar dámar mær so væl, sjálvsmyndirnar og í heila takið portrettini. Svørtgráu strikurnar sum skapa úttrykk. Einklar. Tú megnar at fanga okkurt, sum meg ikki megni at seta orð á. Tíðin fer at prógva tað. Vita bara!

Eg legði mær í geyma, at tú í samrøðuni í fyrrakvøldið segði, at tær dámdi tað einkla. At tað ikki nýtist at vera so nógvar ymiskar akkordir til at gera eitt gott lag. Onki óneyðugt pynt, men tað reina og einkla talar eisini sterkt. Tað tolir, og ber, at standa nakið. Tað skroypiliga og viðbrekna er tað, sum ger tað sterkt. Man veit hvat man fær. Hetta er ein góð mynd av, hvussu eg upplivi teg. Onki roks, erligt og opið.

---

Sum hjá øllum øðrum so hevur lív og lagna ikki altíð lagt leiðina so lagaliga hjá tær. Tú hevur verið illa sjúkur og havt trupulleikar at dragast við. Tað hevur tú verið opin um. Tað hevur verið mongum til troyst og hjálp at hoyra teg greiða frá hesum, m.a. í kirkjunum. Tað fremur opinleika og stuðlar øðrum í at tora at tosa um tað trupla. Tað fremur eisini vón, tí tú ert gott dømi um, at vónloysi ikki fekk fastatøkur á tær. Onkur segði, at um man spurdi teg hvussu tú hevði tað, so svaraði tú, at nú havi eg tað nógv betri enn fyri fýra mánaðum síðan. Altíð positivur - “Tað gongur nokk”.

Tað er eisini sjónligt gjøgnum tínar myndir og tínir sangir, nær lívið er leikandi lætt og nær lagnan ikki er so blíð. Sangurin, klassikarin “Morgun” er eitt fantastiskt dømi um nýggja pápan, sum er um at bresta av vónum og kærleika og, sum er yrktur við slíkum eymleika og áræði, sum tað eru áratíggju ímillum at vit uppliva. Hinvegin er yrkingin “Einsamallur” dømi um tað dapra og sálarkvøl, men altíð við vón og eini útrættari hond.

Tú yrkir yndisligt um náttúruna, hevur góða lýsingar av gerandisdagin, ger stuttligar vísur, yrkir um álvarsemi, hevur filosofiskar yrkingar, barnasangir, sálmar, ja sera ymiskar tónleikagenrur. Og tú hevur eisini gjørt eina rúgvu av tónleiki, sum aðrir tónleikarar spæla. Bæði tekstir og løg. Tú ert allastaðni, bæði sjónliga og ikki.

---

Sum árini ganga sæst eisini, hvussu andaliga dimensjónin fær størri og størri týdning í lívinum hjá tær. Tú ert ikki bara í “Grønu Sangbók” men hevur nú eisini fingið innivist í sálmabókini og í nógvum ymiskum samkomum. Soleiðis tekur tú okkum í hondina og leiðir okkum gjøgnum tilverunar stóru eksistensiellu spurningar. Tú fært okkum at reflektera og í tíni sál er ongin ivi. Tað finst nakað, sum er størri enn vit. Nakað gudómmiligt og heilagt. Jesus pápin er hjá okkum.
“Uttan teg” er ein ómetaliga vakur sálmur. So seint sum í hesi vikuni var eg til eina syrgiliga jarðarferð, har sálmurin bleiv sungin til troyst og ugga.

---

Í 2021 heiðraði landið teg við Serstøku virðisløn landsins. Tað er ein stórur og fult uppiborin heiður at fáa. Tað frøddi veruliga fólk, at tú soleiðis eisini varð skrivaður inn í søguna.

“Ró” er eisini valdur til besta sang seinastu 50 árini. Og tú hevur fingið ársins tónleikaheiður á FMA 2022. Tað sigur nakað um hvønn týdning títt arbeiði hevur fyri føroyska samfelagið. Langa perlurøðin av sangum er vorðin fólkaogn. Tú ert við í hvørjari veitslu og til so at siga allar stórar lívsdagar saman við okkum.

Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á vit- og andsbornum listafólki. Hetta er ein treyt skulu vit framhaldandi vera eitt gott land at búgva í. Av og á eiga vit at seta okkum spurningin um, hvørji spor vit vilja leggja eftir okkum. Tað tú leggur eftir teg tað savnar, tað kveikir, tað fær fólk at reflektera, tað gevur gleði, samanhald, troyst og vón. Vit vera meira tilvitað og betri menniskju, og góð menniskju byggja gott land. Hinvegin so dugir tú eisini tað stuttliga og tað er sanniliga týdningarmikið. Humor, ella látur er lívsneyðugur og stytsti vegur millum menniskju siga tey.

---

Vestmanna hevur eitt serligt pláss í tínum hjarta. Nýggja bókini, sum nú er komin út byrjar sjálvsagt við Vestmannasanginum. Og sjálvsagt skal fagnaðarløtan fyri tær haldast í heimbygdini Vestmanna. Her vaks tú upp, og her er tín samleiki, og tín rót. Her eru spírarnar til listarligu evnini lagdir. Og her hava teir fingið loyvi at vaksa. Og sterkari rótin er vakrari er træið og tess betri eru fruktirnar. Soleiðis er í øllum urtagørðum um tað so er tann listaligi, tann andaligi ella tann menniskjaligi.

Tín rót og tín grundvøllur má vera sterkur. Ella hevði tú ikki kunnað gjørt alt tað, tú hevur gjørt.

Góði Martin. Í morgin fyllur tú 70 ár og man kann kanska siga, at heystið bankar á tín rút. Banka bara aftur. Halt áfram at skapa. Halt áfram at vera tú, tí “Ongin er sum tú” góði Martin.

Av hjarta tillukku við degnum góði Martin og øll tíni. Vitandi um at ongin tøkk er nóg stór til tín sigi eg allíkavæl takk fyri teg og alt títt. Jesus pápin verður hjá tær, og okkum øllum, og signar lívsleiðina.

Takk fyri og tillukku!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…
Laksur er Føroya olja
Pýramidan skal vendast
Ólavur er nú EB/­Streymari
Hamradun á Summar Festivalin
Skyn Cup 24 í Gundadali
10 spurningum (og svar) um kristnu trúnn…
EM-Skotið: Portugal kemur langt
Nógv drift á Djúpumýru
BEINLEIĐIS - EM studio í Betri Banka
Suðuroyar Sparikassi stuðlar flogbóltinu…
Klassisk heimspremiera í Varpinum
Norðoya­tunnilin stongdur
Kokkahjálpari fingið prógv á TSK
Elduvíkarvegurin
Økistónar fara av bakkastokki
Nýggjur samskipari settur á Báta- og lis…
Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð
Vøllurin verður skiftur