
Kollafjørður bløðir ungdóm av at vera saman við Havnini
Eftir at Føroyar vórðu savnaðar í eittans valdømi í 2007 gingu bert trý ár, so høvdu kreftir í Amtmansborgini mælt landsstýrismanninum í heilsumálum, einum fyrrverandi klaksvíkingi í Havn, til at niðurleggja føðideildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hann so gjørdi. Í dag eru vit vitni til, at Havnin kúgar ein útjaðara í egnari kommunu, nevniliga Kollafjørð, sum upplivir eina minking í fólkatali í øllum aldursbólkum undir 30 ár.
Illa stendur til við trivnaðinum í Kollafirði, og fleiri borgarar har ynskja seg nú burtur úr Tórshavnar Kommunu. Men borðið fangar, tó at møguleiki er fyri at fara upp í aðra kommunu, tí sum skilst skal Tórshavnar Býráð siga gott fyri tí, áðrenn tað kann henda.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Havnin spælir við musklunum yvirfyri Kollafirði. Í langa tíð eru larmandi skip, sum eru óynskt í Havnin sjálvari, beind inn á Kollafjørð at liggja, halda gang og brenna tungolju. Hetta hava borgarar av Signabø og Oyrareingjum eisini kært sína neyð um fleiri ferðir.
Í mars 2017 kærdi núverandi flokkurin hjá borgarstjóranum, Javnaðarflokkurin, saman við Sambandsflokkinum, avgerðina um at selja grundstykkir í Kollafirði fyri 250.000 krónur stykkið. Argumentið var ”tí grundstykki aðra staðni í kommununi, til dømis í Havn, kosta tað dupulta”. KvF skrivar 6. mars 2017, at skuldu tey seljast fyri kostprís, kostaðu stykkini 600.000 krónur hvørt. Altso kravdi táverandi minniluti, ið er núverandi meiriluti, at fólk, sum vildu seta búgv í Kollafirði, skuldu rinda 350.000 meira fyri hvørt stykki. So væl spældi klaverið lukkutíð ikki, tí Innlendsmálaráðið gekk ikki kæruni á møti. Men nú er táverandi minniluti meiriluti.
Í staðin síggja vit, at fleiri grundstykkir so gott sum ikki eru at fáa í Kollafirði. Ungir kollfirðingar mugu flyta úr Kollafirði ímóti sínum vilja, og sambært Ben Arabo eru bert útstykkjað 22 grundstykkir í 23 ár. Hetta hevur havt katastrofalar fylgjur fyri Kollafjørð, tí í aldursbólkinum 0-9 ár er fólkatalið í Kollafirði minkað við 15%, í aldursbókinum 10-19 ár tað sama, og í aldursbólkinum 20-29 ár er afturgongdin 12%. Hetta samstundis sum Havnin sjálv og bygdir á Streymoynni og Sunda Kommunu hava havt framgongd, eins og Strendur hinumegin tunnilsmunnan úr Havnini eisini hevur havt stóra framgongd.
Tað var um reppið, at gáloysnir kommunupolitikarar kring Føroyar avreiddu Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin til Havnar. Á papírinum skuldi tað vera ein samanlegging, ein fusionering, men hógvarnir hjá Tórshavnar Kommunu komu undan – ”samanleggingin” skuldi merkja, at har bert skuldi vera ein brennistøð, og at hon skuldi leggjast nærhendis Havnini. IRF í Leirvík skuldi avviklast, til stóran skaða fyri eitt nú vinnulívið í Leirvík, serliga Høvdavirkið.
Sostatt er stórur vandi forbundin við at koma í ein felagsskap, har Havnin er limur. At koma í sama valdømi sum Havnin hevur merkt niðurlagingar av tænastum í útjaðaranum í Føroyum. At komið í renovatiónsfelagsskap saman við Havnini hevði skapt aðrar niðurlagingar av tænastum og vinnulívi í útjaðaranum. Og at koma í kommunu saman við Havnini hevur merkt fyri Kollafjørð, at nærum ongar útstykkingar verða gjørdar har, ivaleyst tí meirilutin í Tórshavnar Kommunu ynskir tað sama, sum minnilutin har ynskti í 2017, nevniliga at gjaldast skuldi tað meira enn tað dupulta fyri grundstykkini í Kollafirði.