Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skannarin: Klárt á sumri 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.09.2023 - 11:12 Tíðindi

Tað ganga 6 til 9 mánaðir til skannarin verður klárur at taka í nýtslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

 

Fitt av fyrireikingum eru neyðugar áðrenn stórfingna gávan, sum vinnulívsfyritøkur í landnyrðingsføroyum hava latið Klaksvíkar Sjúkrahúsi, kann takast í nýtslu. 

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum hvat blívur av skannarinum. Margit Stóra hevur nú svarað og sigur at tað gongur rúm tíð áðrenn skannarin kann takast í nýtslut og eru tað fleiri orsøkir til tess. 

Fyrst skal málið í løgtingið at finna nakað av fígging, tí skannarin hevur nakað av útreiðslum við sær. Hølini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eru væl egnaði, men skulu dagførast. Síðani skal skannarin eisini bíleggjast og gerast klárur.

So um alt gongur eftir ætlan kunnu vit vænta at skannarin verður klárur at taka í nýtslu á sumri 2024

Sí svarið frá landsstýriskvinnuni til Elsebeth M. Gunnleygsdóttur her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lítli flokkurin við stóra valdinum
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…