Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frambrot fyri føroyska heilsuverki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2023 - 12:40 Tíðindi

Bara fyri prostatakrabba fara vit at spara milliónir av krónum um árið og leggja vit alt hitt aftrat, so tosa vit um nógvar pengar, sigur Jóhan Poulsen serlækni m.a við Norðlýsið eftir at tað frættist at føroyska sjúkrahúsverki hevur fingið stórfingna gávu frá ymsum vinnulívsfyritøkum

 

Fyri 125 árum síðani tóku Norðoyggjar og eystursíðan av Eysturoynni stig til at savna pengar inn til eitt Sjúkrahús. 10.000 krónur vórðu savnaðir inn og sjúkrahúsið kostaði um 8.000 krónur at byggja.

Nú 125 ár seinni tekur vinnan í Fuglafirði, Leirvík og Klaksvík aftur eitt ódnartak við at lata gávu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Og tað er ikki hissini gáva, tí talan er um ein 3 Tesla MR-skannara, sum á mannamunni verður kallaður Rolls-Royce skannarin, ið fer at verða eitt stórt frambrot fyri føroyska sjúkrahúsverkið. 

 

Betur fyri sjúklingin og Føroyar

Um illgruni er um krabba í livur, endatarmi ella beinagrindini fara sjúklingar framyvir at sleppa undan at ferðast til Danmark í samband við 3 Tesla MR skanningar og talan er um stórt tal av kanningum. Árliga er talan um eini 200 sjúklingar bert fyri prostatakrabba og talið er vaksandi. Hetta er tann mest neyvi skannarin til kliniska nýtslu, sigur Jóhan.

Nú kunnu vit spara fólki fyri sjúkrameldan, ferðing aftur og fram millum lond og samstundis sleppur føroyska heilsuverki undan at gjalda danska heilsuverkinum fyri hesar veitingar, sum nú eftir ætlan fara at kunna gerast í Føroyum, sigur Jóhan Poulsen at enda við Norðlýsið.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…
Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?
Lítli flokkurin við stóra valdinum
Raðfesti friðarhugsjón­ina!
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…