Lýsing
Lýsing
Lýsing

G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spennandi növn

SKRIVAÐ: G!  |  27.01.2026 - 08:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fyrstu növnini vit kunngera í hesum nýggja árinum spenna vítt; frá orkumiklum og hjartanemandi bretskum poppi til heiðurslönt föroyskt lagsmíð og rátt rapp. Fýra púra ymiskar röddir, sum allar á hvör sín hátt eiga at verða lagdar til merkis.

 

Lynks - Frekur poppur

Lynks úr Onglandi kemur við búnum og skortum, og vit sleppa at uppliva nakað sum ferðast millum framförslulist og popp.

Tónleikurin er fangandi poppur við punkuttum kanti, og tekstirnir, ið snúgva seg um at vera ungur og queer, eru bæði erligir og skemtiligir. Konsertirnar eru frískligar og orkumiklar við stevjövnum dansi í ovurmát.

 

Jerub - Ein rödd ið nertir hjartastreingirnar

Aftur í ár hava vit eitt lovandi stjörnuskot úr Onglandi við okkum.

Jerub er föddur í Nigera og uppvaksin í Nottingham. Hann hevur longu tíggjutals milliónir av stroymingum, og hevur framfört beinleiðis í sjónvarpi hjá BBC. Í novembur 2025 gav hann út sína fyrstu heildarútgávu.

Lögini eru fangandi og tekstirnir sera kenslubornir, men fram um alt hevur Jerub eina heilt sermerkta sangrödd.

 

Bolstad - Skitin föroyskur rapptónleikur

Bolstad gjördi veruliga vart við seg, tá ið hann framfördi á Sement.

Her var talan um ein rappara, har orðini flutu óvanliga væl. Stílurin er skitin og ráur, og er als eingin roynd at tekkjast breiðu fjöldini við at gera tað popputt. Orðini er samfelagsrevsandi og hann ræðist ikki at taka upp evnir, sum vit ofta tega burtur í Föroyum. Stílurin er av tí gamla skúlanum, men eingin hevur nakrantíð rappað sum Bolstad á hesum klettunum!

 

Guðrið Hansdóttir - Frísklig og knasandi

Vit kenna öll Guðrið Hansdóttir, sum við fleiri plátum á baki, hevur sungið seg inn í okkara hjörtu við síni vökru rödd.

Hin seinasta útgávan, Gult myrkur, vann FMA fyri bestu útgávu og besta tekst í 2023.
Longu nú er hon aftur ávegis við nýggjari útgávu, sum eitur Sýrublað, har ferðin verður sett nakað upp.
Plátan er framleidd av Høgna Lisberg og hevur, sambært Guðrið sjálvari, ein frískligan, knasandi, grönan og til tíðir sýruttan tóna, sum heitið eisini ber brá av. Tekstirnir hevur Beinir Bergson skrivað.

Fyrsta staklagið, Oyralippan, er júst útkomið, fleiri staklög koma í næstum og öll útgávan verður tök 10. apríl.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…