Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tingmanningin er ikki stór, men hesi bæði tykjast stýra allari samgonguni til høgru, nakað sum serliga gongur út yvir atkvøðutalið hjá Javnaðarflokkinum. | Mynd: Dagur.fo

Lítli flokkurin við stóra valdinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2026 - 07:52 Leiðarin Politikkur

Framsókn hevur spælt seg í eina positión, har hann bæði kann steðga Suðuroyartunlinum og kortini fáa pensiónsaldurin hækkaðan. Og hetta enntá hóast hvørki av málunum er undir málsøkinum hjá Framsókn. Hetta kann hann, tí Javnaðarflokkurin hevur sína størstu samleikakreppu nakrantíð og tí letur seg stýra av Framsókn.

 

 

Hyggja vit at, nær afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum byrjaði, so var tað eftir umleið 1 ár í landsstýrinum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fór í verkfall og tók undantøk aftur. Mótparturin til samráðingarnar var serliga Ruth Vang. Men tað var ongantíð Ruth Vang, sum skeyt upp at lóggeva sjúkrarøktarfrøðingarnar til arbeiðis. Nei, uppskotið varð lagt fram av Ingilín Didriksen Strøm, sum tá var landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum fyri Javnaðarflokkin. Og løgmaður bakkaði hana alment upp. Fyri Ruth Vang var tað ein sigur, at hon fekk Javnaðarflokkin at gera tað fyri seg, og tað varð tí eisini Javnaðarflokkurin, sum tók skrædlið.

Alt valskeiðið hevur samlaða fakfelagsrørslan bíðað eftir, nær Javnaðarflokkurin (og Tjóðveldi) koma við uppskotinum um styttri arbeiðsviku. Onki er hent í málinum í 3 ár, og í fjør frættist so, at undirtøka ikki var í samgonguni fyri tí. At Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fóru til val uppá tað, má væl merkja, at teir taka undir við tí – og tað merkir so aftur, at tað er Framsókn, sum sveiggjar taktstokkinum. Framsókn vil ikki hava tað samtykt, og tí verður tað ikki samtykt.

Her kann leggjast afturat, at tað sær svart út fyri fakfeløgini tí viðvíkjandi, tí borgarliga samgongan, sum sær út til at vinna valið, fer ikki at koma við tí uppskotinum heldur. Høgravendu flokkarnir eru ikki fyri styttri arbeiðsviku, og teir vinstravendu gera, sum borgarligi Framsókn sigur. Ergo kemur málið ikki ígjøgnum fyrstu mongu árini. Møguliga ongantíð.

Í málinum um hægri pensiónsaldur gjørdi løgmaður tað sjálvmálið at telva málið úr hondunum á Tjóðveldi og yvir til Javnaðarflokkin. Tað verður tí Margit Stórá heldur enn Eirikur í Jákupsstovu, sum fær ”heiðurin” av at noyða føroyingar til at strevast longur inn í ellisárini. Aftur her vita vit, at tað er Framsókn, sum ynskir hægri pensiónsaldur – men tey fáa Javnaðarflokkin til at gera tað fyri seg og harvið enn einaferð at taka tað skrædlið, sum tað førir við sær.

Samstundis sum tað málið koyrir í Løgtinginum, hevur Fíggjarnevndin biðið um, og fingið, longda freist til málið um Suðuroyartunnil. Tað kann tí lættliga fløska seg soleiðis, at málið um pensjónsaldur kemur fyri til bæði 2. og 3. viðgerð, áðrenn Suðuroyartunnilin fær aðru viðgerð. Her kann man tí væl síggja fyri sær, at Framsókn fær hækkað pensiónsaldurin, men fer at spæla fríspæl í málinum um Suðuroyartunnil. Hetta so at hann kann fara til val uppá at vera ein ábyrgdarfullur haldførisflokkur; nakað sum flokkurin annars ikki hevur kunnað breggjað sær av higartil við stórum undirskotum á hvørjum ári. Fær hann høvi til tað, er lítið at ivast í, at hann fer at brúka tað.

Hendir tað, má løgmaður dúva uppá andstøðuna í málinum um Suðuroyartunnil. Møguliga tað gongur, men so stutt uppundir val kann eisini vera, at andstøðuflokkarnir siga, at teir ikki hjálpa samgonguni. Kanska tí teir sjálvir vilja brúka Suðuroyartunnilin sum valagn. Miðflokkurin hevur longu boðað frá, at hann ikki atkvøðir nakað uppskot hjá samgonguni ígjøgnum, og møguliga fylgja Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tropp. At bíða við stórmálunum til seinastu løtuna í einum valskeiði hevur ongantíð verið taktiskt snilt.

Sostatt stendur eitt uppiborið skrædl fyri framman fyri Javnaðarflokkin, og ein høvuðsorsøk er, at løgmaður ikki hevur viljað gjørt, sum Ingeborg Vinther mælti honum til herfyri, eins og Bjarni Hammer áðrenn ólavsøku. Javnaðarflokkurin hevur latið Framsókn brúka samgonguna til at føra høgrapolitikk, og tað fer veljarin at minnast. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Lýsing