Lýsing
Lýsing
Lýsing

Raðfesti friðarhugsjónina!

SKRIVAÐ: Føroyingar fyri friði  |  27.01.2026 - 07:30 Tíðindaskriv

tí polariseringin og vápnadubbingin ger heimsstøðuna ótrygga – eisini her um okkara leiðir

 

Yvirlýsing frá áhugafelagnum Føroyingar fyri friði –

Á altjóða degnum í dag til minnis um Holocaust og onnur fólkadráp vil áhugafelagið Føroyingar fyri friði - við støði í nevndarfundi og luttøku á almennum hoyringsfundi um mannarættindi her í januar mánaða - heita á løgting og landsstýri, umframt fólkating og donsku stjórnina, um at raðfesta friðarhugsjónina í politiska og diplomatiska arbeiðinum; tí í løtuni gerst heimsstøðan enn meira ótrygg – eisini um okkara leiðir – við støðugt øktum fokus á polarisering og vápnadubbing.

Kríggið í Ukraina, ófriðurin í Miðeystri, kríggj í Sudan og aðrastaðni við, umframt nýliga innrásin hjá USA í Venesuela og ætlan teirra um at taka yvir Grønland, eru stórpolitiskar millumtjóða rembingar í kjalarvørrinum av øktari hernaðarligari dubbing. Vápnadubbingin verður stuðla undir av polariserandi retorikki frá evstu valdshavarum við fígginda- heldur enn vinamyndum.

Friðarhugsjónin hevur talaða og skrivaða orðið – samveruna, samskifti og diplomatisku samrøðuna – sum síni fremstu, týdningarmesta og einastu “vápn” til at fáa frið í lag millum heimsins lond og fólkasløg. Pasifisma er ein grundsúla í friðarhugsjónini, har dentur verður lagdur á at forða fyri einhvørjum kríggi og harðskapi og við støðugari vápnaavdubbing. Menniskjarættindi, javnstøða og forstáilsi fyri ymiskum mentanum eru kjarnuvirði í arbeiðinum hjá friðarrørsluni.

Vit í friðarrørsluni vilja tí staðiliga varpa ljós á týdningin, at valdsharrar – bæði her heima og uttanlands - taka friðarhugsjónina til sín og arbeiða samsvarandi henni. Tí vit meta, at friðarhugsjónin er tann mótvekt, ið skal til fyri at fyribyrgja polariseringini, krígsorðaleikinum og háttinum hjá valdsmiklum ríkisleiðarum, at býta heimsins lond millum sín og at bólka fólkasløg í vinir og fíggindar.

Friðarhugsjónin snýr seg tí í stóran mun um at vísa næstakærleika yvir fyri øllum heimsins fólkum og fólkasløgum; ikki bara vinum og teimum, vit eru samd við, men eisini óvinum og teimum, vit eru ósamd við. At vísa næstakærleika yvir fyri øllum er ikki lætt at vísa í verki; men um tað verður gjørt, so eru fortreytirnar fyri friði, sameining og virðing fyri ymiskum mentanum og fólkarættinum sera góðar.    

Vit sum friðarrørsla vilja tí áhaldandi heita á landsins leiðslu, um at bera fram friðarhugsjónina bæði innanlands og í altjóða samstørvum í diplomatiskum høpi. Tað vísir seg tíverri í hesum døgum, at ein støðug hernaðargerð av samfelagsligum- og millumtjóða viðurskiftum - og vápnadubbing í tí sambandi - økir bara um vandan fyri fleiri innrásum og kríggjum í stríð við bæði fólkarætt, menniskjarætt og altjóða lóggávu annars.

Friðarrørslan ætlar at skipa fyri friðartiltaki og aðalfundi í februar mánaða. Í næstum verður kunngjørt nærri hesum viðvíkjandi.

 

Tórshavn, 27. januar 2026

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

 

 

Henrik Weihe Joensen, forfólk                                           Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk   

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur                   Petur Asano, nevndarlimur

Ólavur Weihe Joensen, skrivari

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
G! - Lynks úr Onglandi og trý onnur spen…
Holocaustdagur - eitt tekin í tíðini?
Lítli flokkurin við stóra valdinum
Raðfesti friðarhugsjón­ina!
Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka
Uppmøting hjá býráðslimum seinna hálvár…
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…