Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrstu nøvnini til KRISTFEST 2024 kunngjørd

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.09.2023 - 11:37 Tíðindaskriv

13. apríl 2024 verður tónleikafestivalurin KRISTFEST aftur í Nesvík, og fyrstu nøvnini verða kunngjørd í næstum. Millum fyrstu nøvnini eru útlendsk nøvn, nýggj føroysk nøvn og nøvn, sum hava verið á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár. Og við hesum eru vit fegin um at kunna kunngerða, at Katrin á Borg trínur á pall á í Nesvík 2024!

 

 

Katrin á Borg er singer/songwriter, og við sínari vøkru og kraftmiklu rødd syngur Katrin á Borg sangir, sum hon sjáv hevur skrivar bæði orð og løg til.

Í 2016 gav Katrin sítt fyrsta staklag út, men hennara tónleikaraleið byrjaði langt áðrenn hetta. Katrin hevur sungið heilt frá barnaárum, fyrst í barnakóri, í kirkjuni, í ymiskum bólkum og so hevur hon eisini staði fyri ungdómskóri, alt hetta áðrenn hon í 2006 fór til Noregs og tók bachelor i utøvende musikk á Høgskolen i Staffeldtsgate.
Katrin hevur útgivið eina ep og fleiri stakløg. Hennara stílur er pop, soul, jazz og gospel.

Kristfest hevur fingið nýggja heimasíðu. Meira kann lesast um festivalin á kristfest.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…