Lýsing
Lýsing
Lýsing

Slovakiska fótbóltsambandið heiðraði Árna

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  20.09.2023 - 16:44 Ítrottur Tíðindi

Tá ið KÍ-liðið møtti á hotellinum í dag, tók umboð fyri Slovakiska fótbóltsambandið í móti. Hann vildi fegin hava fatur á Árna Fredriksberg, sum hevur imponerað úti í Evropa í ár.

Við sær hevði hann serliga gávu, sum var ætlað Árna. Onnur gávan var ein teknað mynd av fótbóltsúrmælinginum, meðan hin gávan var ein mynd av Árna og eisini allari familjuni. Á tí seinnu myndini var eisini ein heilsan og undirskrift frá Slovakiska fótbóltsambandinum.

Árni hevur gjørt seg og Klaksvík merktan um allan heimin, og tað var júst hetta, ið hevði fingið umboð fyri fótbóltsambandið at heiðra leikaranum á ein serligan hátt.

Umboðið fyri fótbóltsambandið segði millum annað, at søgan um KÍ hevur hugtikið allan heimin, og tí vildu tey heiðra spælaran, sum hevur skorað flest mál í undankappingini í Champions Leauge. Úrslitini hjá KÍ hava verið framúr góð, og tað er ein sólskinssøga fyri fótbóltin, helt hann fyri.

Eisini fekk fótbóltsambandið undirskriftina hjá Árna Fredriksberg á nøkur kort.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…