Lýsing
Lýsing
Lýsing
Danmark er í ríkisfelagsskapi við Føroyar og í ES-felagsskapi við Ungarn. Men meðan Viktor Orban gjarna kann taka í hondina á Putin, er tað ikki í lagi við Danmark, at Føroyar hava eina fiskiveiðiavtalu við Russland

Dupultmoralur á høgum støði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.10.2023 - 12:45 Leiðarin Politikkur Vinna

Danmark er í ES-felagsskapi saman við Ungarn, hvørs forseti júst hevur tikið í hondina á Vladimir Putin og harvið konsoliderað teirra samstarv. Ungarn sleppur sostatt at ríða á báðum hestum og njóta gott av ES-marknaðinum og russiska samstarvinum samstundis. Men Føroyar fáa nógv ljót orð yvir seg, tí vit ikki vilja uppsiga russiska samstarvið – hóast vit ongan ES-limaskap hava í rygginum.

 

 

Aksel V. Johannesen segði í samrøðu við Norðlýsið í gjár, at tað var munur á at fyritøkur í ES gjørdu avtalur við russiskar fyritøkur um t.d. gass ella fisk, og so at stjórnir undirskrivaðu avtalur. Umleið samstundis sum tann samrøðan varð gjørd, tók ungarski forsetin í hondina á russiska forsetanum.

Tí í hesum døgum vitjar russiski forsetin, Vladimir Putin, í Kina, har hann ikki bert skal hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, men eisini forsetan í ES-landinum Ungarn, Viktor Orban. Ungarn hevur nevniliga ikki kvett nevnivert av bondum við Russland – ikki meira enn hvat tey eru noydd til –, og sær als ikki út til at hava nakrar ætlanir um tað. Danmark er limur í ES og hevur harvið ávirkan, men ger onki við at finnast at Ungarn, meðan Føroyar fáa toyggið.

Annar føroyski fólkatingslimurin skrivar í greinini ”Sannleikans stund”, at nú hava Føroyar høvi til at vísa verðini, hvørji vit eru, og hvønn vit vilja samstarva við. Sum so mangan vendir hann kanónunum móti egnum valdømi, Føroyum, og hevur lyndi til at bagatellisera leiklutin hjá restini av ríkisfelagsskapinum, serliga Danmark. At Danmark framvegis handlar við Russland, tykist ikki nerva hann. Tað verður nevnt í greinini, men ikki blást upp, sum føroyska avtalan verður.

Í mun til stóra landið Danmark, sum hevur risastóra felagsskapin ES í rygginum, er tað munandi torførari fyri pinkulandið Føroyar at kvetta bondini til Russland. Føroyar hava ongan sovorðnan felagsskap at hjálpa sær og vera trygdarnet, skuldi fiskiveiðiavtalan við Russland farið í vaskið, og avleiðingarnar fyri okkum høvdu verið munandi størri av at kvett á stokkinum, enn tær høvdu verið fyri Danmark at gjørt tað sama. Kortini verður trýstið lagt á pinkulingin í ríkisfelagsskapinum og ikki á stóru ”syndararnar”.

Tað hevur verið jabbað upp í saman, at arbeiðast skal við betri atgongd til ES-marknaðin, og at Danmark nokk skal hjálpa til við tí. Men at síggja til er akkurát onki hent á tí økinum, hóast sera drúgv tíð er liðin, síðani tað varð lovað fyrstu ferð. Ein fríhandilsavtala kundi saktans havt verið komin í hús nú, um tað varð arbeitt við tí, og at hon kortini ikki er komin, kann bara merkja tvey ting: Antin eru forðingarnar ov stórar, ella mótarbeiðir onkur. Møguliga bæði.

Føroyar standa tí eftir við ongum, hvørki fiskiveiðiavtalu við Russland ella fríhandilsavtalu við ES, um vit ikki leingja Russlandssáttmálan. Samstundis situr Ungarn við vælsignilsi úr Danmark við bæði fullum ES-limaskapi og avtalu við Russland.

Tað er løgið, at so lítið forstáilsi skal vera fyri Føroyum í Tinganesi og á Christiansborg, og so stórt fyri londum sum t.d. Ungarn, sum fær bæði í posa og sekk av vælvild.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni
Føroysk børn síggja og deila ólógligt se…
Daniel fór eisini til abba sín við steyp…
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Hálvir sannleikar og heilar villeiðingar
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru