Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oddabrakið var veruligt brak

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  13.11.2023 - 07:47 Ítrottur Tíðindi

Mjølnir tók oddasessin í Føroya Tele-deildini eftir spennandi fimmsettara ímóti SÍ, har sterki blokkurin hjá Mjølni gjørdist avgerandi í javnbrótaranum.

 

Føroya Tele-deildin, menn:
SÍ – Mjølnir 2-3 (21-25, 27-25, 17-25, 25-20, 9-15)

Mjølnir tók oddasessin í Føroya Tele-deildini eftir spennandi fimmsettara ímóti SÍ, har sterki blokkurin hjá Mjølni gjørdist avgerandi í javnbrótaranum.

Í fyrsta setti hevði Mjølnir hug at draga frá eftir javleik 10-10, men SÍ bardi seg innaftur í settið og minkaði um munin til 20-21. Tá bað Mjølnir um leikbrá, og eftir tað vann SÍ bert eitt stig, til 21-22, og so vann Mjølnir settið 25-21 tá Thorvald Danielsen blokkaði smassjið frá Mileta Vesovic.

Í øðrum setti var Mjølnir frammanfyri við einum og tveimum, men eftir 8-8 vann SÍ seg framum  14-9. Mjølnir javnaði síðan til 21-21 og fór framum 23-22. Við leikandi brasilska venjaranum Cristiano Campos á odda, sum vann hópin av stigum við diagonalum smassjum, togaði SÍ seg framumaftur og vann settið 27-25 við sínum triðja settbólti, tá Mateusz Pazgan hjá Mjølni smassjaði bóltin út av baklinjuni.

Triðja sett avgjørdi Mjølnir í roynd og veru, tá teir fóru frá 10-8 upp á 16-10, og so var bara spurningur hvussu nógv, Mjølnir skuldi vinna. Tað gjørdist 25-17.

Í fjórða setti skifti støðan leingi ímillum javnleik, og at Mjølnir var eitt frammanfyri við einum, men eftir 10-10 gjørdi SÍ eitt veruligt hál og legði seg á odda 19-12. Tá vendist ikki aftur hjá Mjølni og SÍ vann 25-20. Dystarbólturin var enn eitt smassj frá Cristiano Campos.

So skuldi oddasessurin í Føroya Tele-deildini avgerast við javnbrótara. Javnt gekk á fyrstu løtuna, og støðan gjørdist 5-5, men eftir 7-6 til Mjølnir vunnu Klaksvíkingar fimm stig á rað, og tað gjørdist banastingurin hjá SÍ, sum ikki slapp framvið blokkinum hjá Mjølni hesa løtuna, har serliga Páll Heðin í Grund var stinnur. 6-12 tekur tú vanliga ikki innaftur í einum javnbrótara, og hóast SÍ vann tríggjar bóltar á rað, so var ov langt á mál, og ístaðin vann Mjølnir tey næstu trý stigini og settið 15-9 við smassji frá Barlomiej Grzegorzewski.

Kalt og kargt er á toppinum, og longu mikudagin kann Mjølnir missa fremstaplássið aftur, um ÍF vinnur á Mjølni tá. Skuldi tað hent, verður tað tó SÍ, sum tekur fyrstaplássið, um SÍ vinnur sín dyst á Ternuni, sum hevur tapt báðar sínar dystir 3-0. Fyri góðum trimum vikum síðan vann ÍF 3-2 á Mjølni í Fuglafirði, so útlit eru fyri enn einum oddabraki mikukvøldið í Klaksvík.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík