Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatøini í Kalsoynni tendrað

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  30.11.2023 - 21:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sam sigldi í hesum sambandi av Klaksvík í gjarkvøldið kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00, har bussur var við í ferðini

Jólatræið á Syðradali varð tendrað mikukvøldið 29. november kl. 17.45. Klaksvíkar Hornorkestur spældi, og Sólarn Isaksen helt røðu.

Eftir røðuna og spælið varð boðið til kakao og heimabakaðar bollari í skúlanum, har væl av fólki møtti.

Síðani lá leiðin til Húsar, har jólatræið varð tendrað kl. 18.30 – boðið varð uppá karamellir eftir røðu og spæl.

So stóð jólatræið á Trøllanesi fyri, sum tendraði kl. 19.00, har eisini væl av fólki møtti. Tað er altíð hugnaligt at vera við til at tendra jólatrøini, tí bæði børn og vaksin gleða seg nóg til Klaksvíkar Hornorkestur við teirra fjálgu jólatónum, røðu og so verða øll tey vøkru trøini jú eisini tendrað, sum í ár eru rættiliga vøkur.

Henda løtan savnar bygdirnar og oynna annars

Jólatræið í Mikladali var seinast á skrá kl. 19.45, har tað møttu um 40 fólk – fleiri teirra ættarfólk úr Klaksvík.

Í Mikladali verður altíð boðið til ræsta súpan, kaffi og rísalamande omaná. Tað er Fráhaldshúsið saman við Aslaug og Markus í Norðnastovu, sum standa fyri hesum serliga bitanum, ið kemur rættiliga væl við, tí sum oftast eru kvøldini køld og drúgv við nógva spælinum.

Ein deiliga hugnaligur og jólaligur dagur var komn at enda við góðum spæli, røðu og góðum máltíðum.

Stóra takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sí valfundin her
3. Gullbeini
SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímót…
Klárt til almennan valfund í Varpinum í…
Klaksvíkar Billard­felag føroyameistari
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag