Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kort við tilskilan av Fyllingen, har Oliva og Adolph ognaðu sær Jakobgården í       1897. | Mynd: Kort: S. Stummann Hansen/Ole Guldager (grafikkur)

Oliva Frederikka Eliassen – dreymurin, sum sakk við Titanic

SKRIVAÐ: Steffen Stummann Hansen  |  01.12.2023 - 16:38 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Í fyrstu áratíggjunum av tjúgundu øld valdu fleiri einstaklingar og familjur í Fuglafirði at flyta úr Føroyum og fara longu leiðina um Atlantshavið fyri at byrja eina nýggja tilveru í Norðuramerika. Søgur teirra eru allar fortaldar í bókaverkinum Fuglafjørður og fuglfirðingar, sum verður útgivin av Fuglafjarðar Kommunu, og har fyrsta bind kemur út í desember. Hjá einum einstøkum fuglfirðingi endaði dreymurin um eina nýggja tilveru í einari av heimsins mest gitnu skipsvanlukkum.

 

 

Oliva Frederikka Eliassen varð fødd tann 28. februar 1870 í húsinum Niðri í Beiti sum fimta barn hjá Hans Jacob Eliasen (1834-1900) úr Fuglafirði og Elsebeth Sophiu Nicolaidatter (1832-1903) frá Gjógv. Hon er ikki uppvaksin í húsinum, men er helst uppvaksin hjá gubba sínum Joen Frederik Hansen í húsinum á Brúnni, har hon finst í fólkateljingunum bæði í 1880 og 1890. Stutta tíð eftir valdi Oliva at fara úr Fuglafirði og Føroyum.

         Næstu ferð, man finnur Olivu, er í kirkjubókini í Borgund sókn við Ålesund í Noregi. Her verður hon tann 7. november 1895 í Borgund Kirke gift við Adolph Matthias Nicolai Olesson Humlen. Hann varð føddur tann 28. mai 1869 í Nilsgarden á tí lítlu oynni Humla við Ålesund. Foreldrini vóru Ole Nielsen (1824-1896) og Berte Didriksdatter Myklebust (1825-1910), sum livdu av fiskivinnu og landbúnaði. Um hetta mundi livdi Adolph av at fiska.

         Hvat, sum hevur ført tey ungu saman, og hvar tey hava møtt hvørjum øðrum, er óvist, men tað er væl hugsandi, at hetta er hent í Íslandi. Tann elsti sonurin í húsinum á Brúnni, har Oliva vaks upp, Hans Jacob (1878-1968), róði nevniliga út frá Eysturlandinum í Íslandi um summarið. Eisini nógvar ungar kvinnur úr Føroyum arbeiddu í fiskivinnuídnaðinum her í árstíðarbundnum arbeiði, eins og norðmenn eisini gjørdu. Tað kann tí ógvuliga væl hugsast, at Oliva hevur verið her saman við Hans Jacob, og helst øðrum úr Fuglafirði, og her møtt Adolph.

         Adolph og Oliva keyptu í 1897 ein garð, Jakobgården/Hauge, nær við Fyllingen í Langevåg, har man kann fylgja teimum í teimum norsku fólkateljingunum. Soleiðis kann man síggja, at Adolph ár 1900 livdi sum óðalsbóndi, fiskimaður og timburmaður hjá ullvøruvirkinum á staðnum, og eisini verður sagt, at hann arbeiddi sum kyndari, og Oliva verður nevnd  “gaardmandskone”.

         Við fráferð dagsett 16. mars 1909 fer Adolph til Amerika, har hann heldur til nakrar mánaðir í Milwaukee í Wisconsin. Steðgurin í Amerika verður stuttur, og seinni sama ár er hann aftur hjá Olivu á garðinum í Fyllingen. Men dreymurin um Amerika var helst vaksin, og í byrjanini av 1912 sær tað út til, at hjúnini hava endaliga gjørt av at flyta til Amerika. Ætlanin var, at Adolph skuldi fara frammanundan at tryggja sær eitt arbeið og finna hjúnunum eitt stað at búseta seg.  Adolph og Oliva vóru soleiðis tað, sum nevnt verður “etapu-emigrantar”.

         Adolph rindaði ferðaseðilin til umboðsmannin Harald Moa 2. apríl 1912. Av tí samlaða kostnaðinum, sum var 273,40 kr., fóru tær 84,50 kr. til túrin úr Southampton til New York við Titanic. Adolph skuldi fara til ein Johan Carlsson, sum búði í 369 Madison Avenue í Milwaukee, men fyrst skuldi hann fylgja einari 21 ára gamlari bygdargentu Anna Salkjelsvik úr Skodje til Duluth í Minnesota, har hon átti eina systur. Í 1910 vóru bara í Minnesota 105.000 norsktfødd. Til sammetingar búðu í Noregi 2,1 milliónir fólk. Hiðani skuldi Adolph so ferðast víðari til Milwaukee, har hann hevði vitjað trý ár frammanundan.

         Adolph fór úr Noregi saman við Olaus Abelseth, versoni Abelseth Sigurd Moen,  systkinabarni hansara Peter Søholt, Karen Marie Abelseth og Anna Salkjelsvik. Tey sigldu úr Ålesund kl. 14 tann 5. apríl 1912 um borð á skipinum hjá Det Nordenfjeldske Dampskibsselskab Erling Jarl og komu til Festningskaien í Bergen morgunin eftir. Fáar tímar seinni fóru tey seks ferðafólkini um borð á skipið Irma hjá Det Bergenske Dampkibsselskab, sum lá við somu bryggju. Irma helt leiðina undir lágum skýráki út úr havnini í Bergen kl. 14, helt fram gjøgnum Krossfjord og hiðani víðari út í Norðsjógvin. Tveir dagar seinni, tann 8. apríl, kom Irma til Newcastle.

         Eftir at tey eru komin til Onglands, eru tey helst alt fyri eitt farin við toki til Southampton, har fólk gistu á hotellum, sum vóru serliga bygd til fólk, sum fluttu av landinum. Teir fáu komandi dagarnar, áðrenn tey fóru av stað, nýttu tey til at spáka runt í Southampton, men tey høvdu eisini tíð til at senda heilsanir heim til familju og vinir. Seint um morgunin tann 10. apríl fóru 27 norðmenn um borð á Titanic. Fimm dagar seinni, tíðliga um morgunin tann 15. apríl, sakk Titanic uttan fyri strondina í Nýfundlandi. 1500 fólk lótu lív henda dagin, harímillum 21 av teimum norsku  ferðafólkunum.

         Um borð á Titanic høvdu Adolph og Olaus Abelseth eina tveymannakahútt G-63 framman á F-dekkinum. Olaus greiddi seinni frá, hvussu teir báðir menninir blivu vaktir av brakinum, tá ið skipið rakti ísfjallið. Óttafullir fóru teir út úr kahúttini og spurdu ein av manningini, hvat var hent. Hesin segði, at ongin vandi var á ferð, men teir báðir menninir høvdu longu sæð ísstykkir uppi á brunndekkinum og trúðu ikki tí, sum ein av manningini hevði sagt. Teir varskógvaðu tí Sigurd Moen og Peter Søholt, sum høvdu kahútt hinumegin gongina, og teir fýra menninir leitaðu sær veg gjøgnum skipið til ta kahúttina, sum Karen Abelseth og Anna Salkjelsvik høvdu. Karen, sum  Adolph hevði lovað at halda eyga við, til hon kom til Minnesota, greiddi í einum brævi til pápa sín nakrar dagar seinni frá, at hon als ikki hevði hoyrt brakið og tí bleiv heldur bilsin, tá ið Adolph knappliga stóð við songjarkantin hjá henni. Eftir samanbrestin við ísfjallið hjálpti Adolph Annu Salkjelsvik og øðrum norskum kvinnum í bjargingarbátarnar. Fleiri av luttakarunum í tí norska bólkinum, sum Adolph var ein partur av, eru umrøddir í framúrskarandi bókini hjá Walter Lord um Titanic vanlukkuna.

         Adolph sjálvur læt tíverri lív. Líkið av honum bleiv funnið tann 24. apríl, men var ov illa farið til at verða balsamerað, og hann bleiv tí gravsettur í havið. Tá ið hann bleiv funnin, var hann í gráum frakka, vesti, buksum, svørtum skóm og hosum. Uppi á sær hevði hann silvurur, gullketu, pípu, sigarhaldara, slipsnál, knív, pung, $ 40 í myntum og $ 60 í seðlum. Hansara ognarlutir blivu ikki sendir víðari til Det kongelege norske Utanriksdepartement og víðari til einkjuna Olivu fyrr enn í august 1913. Tann 28. desember 1912 fekk Oliva tillutað úr einum hjálpargrunni kr. 1360,75, sum bleiv útgoldið um veturin/várið 1913. Endurgjaldið frá skipafelagnum, White Star Line, bleiv útgoldið við kr. 1764 í 1916 og kr. 486 í 1917.

         15 norsk børn mistu faðir sín, tá ið Titanic fórst, og 10 kvinnur í Noregi blivu einkjur, herímillum Oliva úr Fuglafirði. Olaus, sum Adolph hevði kahútt saman við, kom frá tí við lívinum og bleiv síðani kendur fyri sína frásøgn um skipbrotið. Tað eru fleiri, sum hava hildið, at hansara upplivingar hesa lagnutungu nátt hava verið íblástur til leiklutin hjá DiCaprio í stórfilminum hjá James Cameron um Titanic frá 1997.

         Oliva seldi garðin í Fyllingen, eftir at Adolph var deyður, men bleiv búgvandi á staðnum. Hjúnini høvdu, eftir at Adolph hevði verið í Milwaukee í 1909, uttan iva havt stóran áhuga fyri at seta dreymin í verk um eina nýggja og betri tilveru í Amerika.

         Oliva fekk á mangan hátt eina harða lagnu. Hon var uppkallað eftir einari fimm ár eldri stórusystur, sum doyði longu trý ára gomul. Ein tvey ár eldri stóribróðir doyði bert fýra mánaðir gamal. Tvær tvíburasystrar, føddar tíggju ár aftan á Olivu, doyðu báðar bert nakrar mánaðir gamlar. Faðirin doyði í 1900, ein lítlibeiggi í 1901, 27 ára gamal, og móðirin í 1903.

         At missa Adolph og soleiðis eisini dreymin hevur sjálvandi verið tungt hjá tí barnleysu og so at siga familjuleysu Olivu. Hon doyði á garðinum tann 22. september 1917 av hjartaslag, bara 47 ára gomul, og bleiv jarðað fimm dagar seinni í kirkjugarðinum í Borgund, góðar 200 kilometrar í ein landsynning av Fyllingen. Tað var her, at hon smá 22 ár undan varð leidd upp eftir kirkjugólvinum av pápanum at verða vígd trúlovaða dreingi sínum, Adolph. Grøvin hjá Olivu Frederikku Eliassen varð niðurløgd í 1963.

         Síðsta endurgjaldið eftir Adolph varð útgoldið í 1928, ellivu ár eftir, at Oliva doyði. Tað var avlopspeningur í einum lítlum grunni í New York, sum tey eftirsitandi høvdu krav uppá. Tey fingu stórar trupulleikar í Utanriksdepartementet at fáa hesar pengar útgoldnar. Av tí at hjúnini høvdu verið barnleys, mátti næsta skyldfólk finnast. Eftir at hava havt samband við Det Danske Udenrigsministerium varð funnið fram til næsta skyldfólkið, stórabróðurin Nikolai Frederik Eliassen (1863-1929), í heimbygd hennara, Fuglafirði. Hann fekk tann 25. august 1928 ein kekk upp á 20,12 danskar krónur. Hetta var síðsta endurgjaldið, sum tað norska Utanriksdepartement  rindaði teimum eftirsitandi í sambandi við, at Titanic fórst. Nikolai Frederik Eliassen doyði slakar níggju mánaðir seinni.

 

 

Kristin Poulsen og Petur Martin Petersen týddu.

 

Keldurnar, sum greinin er grundað á, eru tilskilaðar í bókini sjálvari

Illustrationer

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg