Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórar broytingar í Team Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.12.2023 - 19:14 Ítrottur Tíðindi

Team Klaksvík skal hava nýggjan høvuðsvenjara og í hópinum eru stórar broytingar og fleiri skaðar.

Nú er greitt, at Team Klaksvík skal hava nýggjan høvuðsvenjara. Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík váttar, at eftir at hava tosað saman síðstu dagarnar eru báðir partar samdir um at enda samstarvið. Finnur Hansson byrjaði sum venjari hjá Team Klaksvík í hesum umfarinum í summar. Hann stóð á odda fyri liðnum til fyrstu dystirnar í altjóða hondbólti hjá felagnum, tá liðið spældi í Bosnia & Hersegovina.

Óli sigur, at Team Klaksvík er í gongd við at finna eina loysn á venjarasíðuni, men trupult er at siga, nær komið verður á mál við hesum.

 


Fleiri leikarar eru givnir

Í hópinum eru eisini umfatandi broytingar. Bryan Slyne og Suni E. Dalsgaard eru givnir í felagnum, meðan Jure Fistonic er farin av landinum og kemur ikki aftur. Síðani raka skaðar hart á lokala partin av hópinum. Jens Pauli Poulsen og Petur Martin Eliasen eru langtíðarskaddir, meðan tað er meira óvist, nær Sámal á Tjaldrafløttii verður heilt klárur klárur aftur.

 


Teir ungu fáa møguleikan

Óli á Gravarbø sigur, at grundarlagið í hópinum er ikki tað besta í løtuni, men at hetta eisini ger, at ungir lokalir leikarar fáa møguleikan. Fýra U16-leikarar venja javnan við, og fleiri eru á veg, so tað eru glottar at hóma, sigur hann. Tveir U16-leikarar hava eisini longu fingið fitt av spælitíð.

Í landskappingini liggur Team Klaksvík á 6. plássi av 7 liðum við fimm stigum fyri 10 dystir. Seks lið sleppa í endaspælið. Komandi dystur í landskappingini er 24. januar. Átta dystir eru eftir í landskappingini. Í steypakappingini er Team Klaksvík útsligið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…