Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sera støðugt veður hesa vikuna. Ættin fer fyri tað mesta at liggja av útsynningi, tó onkra løtu av suðuri ella vestri, vindferðin næstan alla tíðina 3 til 8 m/s - og so er turt líka til fríggjadagin. | Mynd: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.01.2024 - 20:58 Tíðindi Veðrið

Veðrið hevur verið støðugt seinastu vikurnar – t.e. lítil ella eingin broyting – og so verður eisini hesa vikuna. Tó er tann munurin, at seinastu vikurnar var veðrið nokkso keðiligt mestsum alla tíðina, men hesa vikuna er lítil vindur og yvirhøvur turt.

Ættin fer heldur ikki at broytast nógv næstu 4 dagarnar – fer at liggja av útsynningi fyri tað mesta, tí onkur løta sunnan ella vestan. Fríggjakvøldið gongur hann upp í útnyrðing, og í vikuskiftinum og frameftir høgætt við kavaavfalli. Soleiðis sær tað út í kvøld, men enn er ein lítil vika eftir til ta tíð, so vit fáa at síggja.  

Veðrið næstu 5 dagarnar – dag fyri dag:

Mánadag: Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um kvøldið gongur ættin upp í útsynning. Hitin mánadagin 3 til 8 stig.  

Týsdag: Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøur turt. Um kvøldið minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin týsdagin 3 til 7 stig.

Mikudag: Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið fer ættin upp í vestan. Hitin mikudagin 1 til 6 stig.    

Hósdagin: Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksur vindurin upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin hósdagin 1 til 7 stig.

Fríggjadagin: Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Eitt skiftið seint fyrrapartin og út á seinnapartin regnar. Út á seinnapartin slítur í, ættin støkkur upp í útnyrðing, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s. Hitin fríggjadagin 4 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
- Tit skulu nokk útrættað okkurt gott í…
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld