Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins leiðaradagur 26 januar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.01.2024 - 15:58 Tíðindaskriv Vinna

Metstórur áhugi til 20 ára jubileumsdagin

 

26. januar verða Ársins leiðarar kosnir fyri 20’undu ferð! Áhugin er metstórur og tilmeldingarnar streyma inn nú Ársins leiðarar verða kosnir fyri 20’undu ferð í Føroyum. Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ið verður latin føroyskum leiðarum.

Tað verður eitt brak av einum degi, við spennandi skrá og innsløgum. Kom við til brakið! Tekna teg á www.synergi.fo innan mánadagin 22. januar. Tú kanst eisini ringja 322355 ella skriva til synergi@synergi.fo.

Martin Thorborg | Her verður einki ballað inn!
Kendi danski íverksetin Martin Thorborg fer at siga frá, hvussu tú finnir tín egna stíl og fært sukse sum leiðari.
Fyrilesturin hjá honum er fullur av orku og uttan filtur.
Her verður einki ballað inn!

Søren Schultz Hansen | Um at leiða, tiltrekkja, motivera og fasthalda yngru generatiónina
Vinnugranskarin, rithøvundurin og lektarian á CBS, Søren Thorborg, fer at tosa um heilt serligu generatiónina, sum er komin út á arbeiðsmarknaðin. Tey talgilt innføddu ella generatión Z. Tú fært eina ómissandi vitan um nýggja ættarliðið, sum nú fer at seta dagsskránna. Fyrilesturin er undirhaldandi og ein veruligur “eye-opener”.

Leif Abrahamsen | Úr skjáttuni
Ársins almenni leiðari 2023, Leif Abrahamsen, fer at siga frá úr sínar skjáttu. Gleð teg til uppleggið!

Suni Justinussen | Setir dagin
Ársins privati leiðari 2023, Suni Justinussen, setir leiðaradag nr. 20 í røðini.

Elisa Vang | StandUp
Umframt kveikjandi upplegg um leiðslu, verður eisini ein løta í skellilátri við Elisu Vang.

MARIUS ZISKA trínir á pallin
fer á pallin at undirhalda okkum við nøkrum av hansara framúr løgum.

Propparnir springa og Ársins leiðarar verða kosnir

Aftaná verður farið beint 20 ára jubileumsveitslu í Húsagarði, har Signar í Homrum og John Johansen standa fyri borðhaldinum.

Skráin:

kl. 13.00 | Vælkomin | Leiðaradagurin 20 ár
Kl. 13.15 | Suni Justinussen | Setan
Kl. 13.25 | Søren Schultz Hansen | Hvussu leiðir, tiltrekkir, motiverar og fastheldur tú yngru generatiónina?
Kl. 14.10 | Steðgur
Kl. 14.35 | Leif Abrahamsen | Úr skjáttuni
Kl. 14.55 | Elisa Vang | StandUp
Kl. 15.10 | Marius Ziska | Frálíkir tónar
Kl. 15.20 | Steðgur
Kl. 15.45 | Martin Thorborg | Finn tín egna stíl og fá sukse sum leiðari
Kl. 17.00 | Brúsandi vín | Vit heiðra ársins leiðarar
Kl. 17.30 | Jubileumsveitsla | Húsagarður

 

Kom við til 20 ára brakið!

Tekna teg á www.synergi.fo innan mánadagin 22. januar. Tú kanst eisini ringja 322355 ella skriva til synergi@synergi.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…