
Torra- og Heilsukafé á TSK
Tekniski skúli hevur eina breiða undirvísingarflatu og góðar umstøður til so mangt. Næmingarnir fáa tí eisini roynt so nógv ymiskt og liggja í fleiri førum tætt uppat tí, sum fyriferst í gerandisdegnum eisini í matgerð.
Næmingarnir á Matvørudeildini bjóðaðu inn til eitt saltfiskaborð fyrst í Torravikuni, har teir høvdu saltfisk sum tema við alskyns brellbitum av saltfiski – eina suppum við saltfiskabitum, futes við saltfiskbitum, friturustoyktum nudlum úr saltfiski og so nógv annað.
Saltfiskurin er væl útvatnaður í heili fimm dagar og hevur ein serligan konsistens, samstundis sum hann smakkar frálíka væl.
Eitt av endamálunum við saltfiskinum er eisini at kenna og læra um hvussu hann verður hagreiggur og goymdur og annars hvussu hann kann borðreiðast. Tí hava næmingarnir m.a. eisini verið á Kósini og sæð hvussu teir virka saltfisk har.
Ein kendur Flemish-Kpp´ari, Jógvan Olsen, sum í nógv ár hevur verið skipari á saltfiska bátum á Flemmish Kap, var eisini og vitjaði í stóra og flotta køkinum á TSK, har hann greiddi frá um hvussu hagreiðing av fiskinum gekk fyri seg umborð. Serliga um blóðgingin, flekingin og reinføri annars hevði stóran týdning, áðrenn hann var saltaður – og hvussu hann varð saltaðu.
Næmingarnir skulu til eina norðurlendska matkapping, og hava teir sett sær fyri at saltfiskur skal verða tema á hesi kappingini. Teir hava fleiri ymisk uppskot til borðeriðing av saltfiski, eisini uppskot um skundverðar, sum teir meina eru munin føðslu- og leilsubetri enn t.d. MrLee.
Torrakaféin
Við øllum teimum mongu royndum næmingarnir á Matvørudeildini, har tú kanst læra til kokk, kokkahjálpara, føðsluhjálpara ella føðsluatstøðing, høvdu tey rættiliga spílað seg út til Torradagarnar og bjóðaðu inn til Torrakafé og miðdegi leygardagin.
Eitt stórt og flott sjálvtøkuborð við øllum handans góðum mati – Hummarasuppa, aðrar suppur, royktan laks, sum tey hvødu gjørt, nógv ymiskt úr saltfiski, kjøti, fiski, grindabúff, turra grind og spik o.a. – Ja, Hafnia og hini hotellini høvdu fingið rættiliga kapping við hesum frálíka TSK-borðseðlinum.
Nógv fólk vitjaðu eisini hesa frálíka Torrakafeina, sum bert kostaði kr. 200,-. Teirra lærari hevur verið Andras Jacobsen og sum gestalærari og projektleiðari fyri Norðurlendsku kappingini hevur verið Gutti Winther. Talan er um næsta árið av trimum, henda norðurlendska kappingin er.
Heilsukaféin
Í sambandi við Torradagarnar hevur verið skipað fyri Heilsukafé. Tað hevur verið gjørt í sambandi við renningina hjá Treysti, sum í nógv ár hevur havt málið niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Heilsukaféina gjørdi Koruna av við, og hevur hon tí verið á TSK síðani. Her ger rennibreitin eisini mun, tí hon er so nær við skúlan.
Veðrið var ikki av tí besta til Torrarenningina á rennibreytini á Másheygi leygardagin, men fóru tey sum runnu saman við fleiri øðrum inn á Heilsukaféina at fáa svalandi drikkir og annars kanna og máta blóðtrýst, puls, iltmetting, blóðsukur og lungnafunktión. Hesi kanning stóðu sjúkrarøktarfrøðingar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi saman við næmingum á Ítróttar- og Heilsuleiðini á TSK fyri.
Tað kemur meir enn so fyri, at onkur sum ikki kennir sær nakað og ikki hevði ætlað sær til lækna til nakra kanningar, verður funnin at hava onkur ”skeiv tøl”. Tí verður hildið, at Heilsukaféin hevur sítt sanna virði.