Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Er USA um at beina fyri sær? 

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  03.03.2024 - 18:09 Bloggur Mentan Politikkur

Undirritaði man neyvan vera hin einast, ið undrast yvir, at eitt land har tað búgva 330 milliónir menniskju, bara megnar at stilla tveir gamlar og meira ella minni avdankaðar knarkar upp til landsins týdningarmesta starv? 

 

Vit menniskju halda mangan, at tað eru vit, ið ráða fyri borgum her á knøttnum. Men, samstundis, sum vit óivað hava stóra ávirkan á gongdina í heiminum, so tykjast tað at finnast kreftir í tilveruni ella søguni, ið benda á nakað annað.

Rørslur og persónar stinga seg upp, ið fáa eitt ófatuligt vald, sum vit aftaná illa skilja – t.d. Hitler. Framkomin lond far í heilt meiningsleys kríggj og hava ráð til at oyðileggja fyri milliardir, men ikki ráð til at føða síni fatøku, ella røkja síni sjúku og gomlu. 

Hatursrørslurnar og oyðileggingin eru heilt ófatiligar. Hvat fær Russland burturúr at syndra Ukrainskar býir í sand og øsku, annað enn enn meira hatur og illvilja? Hvat fær Ísrael burturúr at syndra 70% av øllum infrakervinum í Gaza og at drepa 30 túsund, fyri tað mesta ósek fólk, kvinnur og børn, annað enn eina ørgrynnu av fíggindum og haturi um allan heimin? 

Nær hevur eitt kríggj haft eina meining? Eru tær milliónirnar av mannalívum ið eru latin ella skadd fyri lívið tað verd?Vit kunnu sjálvandi svarða: Hvussu hevði heimurin sæð út, um Hitler og hansara bøðlar høvdu sigrað? Høvdu vit ynskt okkum at liva undir russiskari, kinesiskari ella islamiskari kúgan? 

Søgufólk koma við sínum frágreiðingum um hví, og onkuntíð hava tey rætt. Men nøkur av rákunum eru kortini gátufull! Hví sleppa so nógvir apukattar frammat, eisini í hampuliga framkomnum londum? Hava hesir einstaklingarnir eina innaru megi, ið vit eiga at ræðast? Hava tey eitt tamarhald á fjøldini, sum vit ikki skilja? 

Eg øtist við, tá eg hugsi um teir trýgjar apukattarnar,  ið nýliga hava  staðið fyri borgum í Bretlandi (núverðandi Sunak ikki íroknaður!). Hvussu í allari víðu verð sluppu hesi fólkini frammat í einari so skilagóðari forsamling, sum bretska parlamentinum? 
   
Ein hevur mangan hoyrt fólk sagt, at valfundirnir í gomlu dansistovuni i Klaksvík vóru nógv meira áhugaverdur, tí tá kundi ein flenna í fleiri tímar. Politikarnir i dag duga ikki at undirhalda fólk, siga tey!!!  Uha! Sigi eg bara! Eru vit um at nærka okkum onkrum sannleika her? Onkrum óhugnaligum sannleika? 

Summastaðni troka politikarnir seg frammat við fúlari framferð og harðskapi – aðrastaðnis við fólkatekki.  Men, fólkatekki kann vera báði gott og ringt. Táið fólkatekki er gott er tað gott. Men, um fólkatekki snýr seg um undirhald og bara at siga tað, sum fólk fegin vilja hoyra, so er vandi á ferð. Um ein stórur partur av fólkinum  enn ynskir politikarar av ti slagnum, sum tey fóru í dansistovuna at hoyra og at flenna at, so stendur sjálvur Illimaður í durunum! 

At hava fólkatekki merkir ikki altíð tað sama sum at vera skilagóður! At hava fólkatekki merkir ikki altíð at ein støðugt talar sannleikan! At hava fólkatekki merkir eisini, at vita hvat ið rørist í fólkinum, og at gera sær dælt av tí ið fólkið ynskir. Tíverri so merkir fólkatekki í politikki stundum eisini kynstrið at duga at toyggja sannleikan soleiðis at áhoyrarin ikki fatar, at sannleikin er blivin til lygn! 

Var eg USA búgvi, so hevði eg sagt við Biden: Tú hevur tænt fyri teg, legg nú frá tær! Eitt embæti ið krevur ein arbeiðsdag uppá 15 tímar um samdøgrið, sjey dagar um vikuna 365 dagar um árið, er ikki hóskandi fyri ein persón iå gongur til hálvfems. Takk fyri langa, góða og trúgva tænastu! Men, millum teir umleið 150 milliónir demokratisku veljarnir tykist ongin, ið kann bjóða honum av! 

Enn meira ófatuligt er tað fyri onkrum av okkum, at hin helvtin av veljarunum tvíheldur um ein stórbanditt, sum sítt einasta  forsetavalevni, Trump er snildur, ikki serliga klókur, hevur fólkatekkir, er ein meistari í at lesa og nýta fólkamuruna, men samstundis eisini ein stórlygnari, ið hevur 91 álvarslig sakamál ímóti sær, og sum ikki góðtekur demokratisku skipanina ið USA breggjar sær av. Hann hevur ongar politiskar ætlanir, uttan at verða valdur, so hann fær immunitet undan øllum sakarmálunum. Hann tosar um at gera “America great again”, men í veruleikanum hevur hann bara áhuga í at gera” Trump great once more”! Royndir politiskir eygleiðarar siga, at hann er ein hóttan móti heimsfriðinum! Men, alt bendir kortini á, at hann verður valdur aftur! 
 
 
Skulu vit so koma tit tað niðurstøðu, at tann fjølmiðlamyndin vit fáa av Trump her í Evropa er so skeikla, at  republikansku veljarnir hjá Trump hava rætt kortini, og at vit liva við einari avskeiklaðari fjølmiðlalygn? 
Eg velji at trúgva, at hóast tað óiva finnast ein rúgva av klókum og hugsandi og kritiskum menniskjum i USA, so høvdu fjøldin av veljarunum hjá Trump kent seg heima undir valfundunum í gomlu dansistovuni í Klaksvík, við nógvum undirhaldi og látri og ongum fakta og ei heldur politikki! 


Tey sum kenna USA fortelja mær at har finnast mong ekkokømur innan fjølmiðlaheimin. Har eru ongir landsumfatandi tíðindastovnar, sum nærum øll fylgja við í - í staðin lesa og lurta tey bara eftir tí, sum teimum hóvar. Og at landið er so tvíbýtt politiskt, at tey tora ikki at tosa um politikk í t.d. almennum veitslum. Politikkur og religión kann har veruliga grava gil millum ætt og vinir. So er mær fortalt – eg havi ikki verið har! 

Ein landsleiðari, ið bara hugsar um seg og síni, er vegurin móti undurgangi, tað kenna vit frá søguni. So er bara eftir at vóna at teir fólkavaldu stovnarnir – lokalt og landspolitiskt – taka um endan, og ikki geva ”galningen” alt ov fríðar ræsur! 
Tað er ófatuligt, at 330 milliónir fólk ikki megna eitt størri úrval av forsetavalevnum. Her er okkurt heilt galið! 
 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari
Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjó…
Hugnakvøld í Amarant í samband við Virki…