Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hotellið farið í gongd

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  09.03.2024 - 10:38 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Seinastu tíðina hevur eitt ávíst steinsetingarbeiði verið gjørt í miðbýnum – Úti á Sandinum í Klaksvík.

Talan er um eitt spennandi og vísjónt hotel, sum hyggur fram í tíð og sigst eisini at hava munandi arkitektoniskar dygdir.

Bygningurin tekur rættiliga støði í staðsetingini, sum borið á lógvum mitt í býnum – út móti vágni mitt millum høgu og flottu fjøllini her, har høvuðsútsýnið er út eftir vágni, við sjónum skvatlandi inn móti kjallaravegginum.

Vísir høgættin tenn, so merkist og sæst tað eisini í matstovuni ella kamarinum norðureftir, sum kann hugtaka ein fremmandan gest.

Tað er Kanjon, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, meðan Ósbjørn Jacobsen frá Henning, Larsen Arkitektum sniðgevur.

Í hesi løtu verða stórir partar av fundamentunum stoypt, sum liggja um kotu 0. Verður tíðarætlanin fylgd, so ganga ikki nógv meir enn tvey ár til snórurin verður kliptur, og eymhettan í køkinum verðu tendrað.

Hotellið, sum hevur 4 stjørnur, bjóðar 83 rúmlig kømur, matstovan tekur um 50-60 fólk, ímeðan veitsluhøllin tekur umleið 300 fólk sitandi til borðs. Harumframt eru tvey minni fundarhølir. 

Eisini er eitt vælveruøki í tveimum hæddum við potti, baðstovu, massagu, vm. Tað verður eftir ætlan Gist & Vist, sum skal reka hotellið. 

Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið kr. 150 milliónir, tá ið klárt er at taka hotellið í nýtslu, sigur Jan Petersen leiðari av verkætlanini.

Fyrstu gestirnir skulu flyta inn í desember 2025, leggur Jan Petersen afturat.

Hotellið saman við Varpinum og øllum hinum bygningunum í miðbýnum - eisini teir, sum enn liggja í stoypiskeiðini, kemur rættiliga at lyfta Klaksvík fram í tíð!

Tað er eingin ivi um, at Hotellið og m.a. Varpið koma at gagnnýta hvønn annan væl, eins og so nógv onnur virki og einstaklingar í býnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…