Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tórshavn Open og Faroe Islands Open - komandi vikuskifti verður dart í heimsflokki á Glasir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.03.2024 - 11:00 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Higartil hava uml 130 spælarar meldað seg til kappingarnar. Harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríkið, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Romenia og Bulgaria.

 

Kappingin í ár er krútsterk, við fleiri spælarum, ið hava verið til HM í 2023. Undanfarin ár hava bert útlendingar spælt seg til semifinalur og finalur hjá monnum og kvinnum, men kanska onkur føroyskur spælari klárar tað í ár. Føroyskt dart hevur verið í stórari menning seinastu árini. Feløg og einstaklingar venja miðvíst og tað sæðst aftur í heimligu kappingini og í úrslitum hjá landsliðunum. Td kann nevnast at manslandsliðið gjørdist nr. 16 og kvinnurnar aftast saman við trimum øðrum londum, í EM í Spania. Eisini nøkur einstaklingaúrslit vóru framúr góð í somu kapping. Serliga var tað Jan McIntosh, ið spældi seg heilt fram í kvartfinaluna.

Higartil hava uml 130 spælarar meldað seg til kappingarnar. Harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríkið, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Romenia og Bulgaria.

Ímillum tey tilmeldaðu eru fleiri landsliðsleikarar úr Danmark, Svøríki og Íslandi. Hjá monnunum eru 4 spælarar úr aktuella top 50 styrkilistanum hjá WDF, og hjá kvinnunum eru 3 av sama styrkilista. Hjá monnunum eru hesir John Scott UK, Edwin Torbjørnson SV, Matthew Edgar UK og Scott Waalters UK. Hjá kvinnunum er talan um Margaret Sutton UK, Maud Jansson SV og Gréta Tekauer HU. Her kann leggjast afturat at Gréta Tekauer úr Ungarn er í stórformi í løtuni. Hon hevur verið í heili fimm finalum síðan septembur. Dartáhugaði kennast kanska eisini við navnið Matthew Edgar. Hann er, afturat at verða ein framúrskarandi dartspælari, eisini kendur frá Edgar TV. Tað er hansara youtubekanal, ið sendur alt møguligt um dart og dartkappingar.

Kappingarnar verða á Glasir leygar- og sunnudagin frá kl 11.00 á morgni til uml kl 21:00 á kvøldið 23. og 24. mars. Semifinalur og finalur byrja kl 19:00 og verða allar spældar í Atrium. Sjónvarpsframleiðsla sæðst á stórskermi við legendariska stadionspeakaranum Kristian Joensen sum master callara.

Tað er ókeypis atgongd og okkurt lætt etandi og drekkandi fæst til keyps eisini

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)