Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Óstøðug luft

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.03.2024 - 09:49 Tíðindi Veðrið

Í nakrar dagar hava vit havt høgætt. Luft av leiðini Norðureysturgrønland og Svalbard hevur streymað ímóti Føroyum.

Har norðuri er kalt, sera kalt – næstan 30 kuldastig. Á vegnum hendavegin ornar hon. Komin suður ímóti Føroyum kemur hon yvir hav, sum er nokkso heitt, borið saman við hitan í luftini.

Myndin er tikin seinnapartin í gjár, 25. mars. Hitin í sjónum var um tey 6 stigini, og tað er – sum skrivað – nógv heitari enn luftin, sum er komin norðaneftir.

Luftin, sum verður upphitað, fer í stórum og ósjónligum bløðrum uppeftir. Niðasti partur av lufthavinum er óstøðugt.

Einki sæst til hendan aktivitetin, fyrr enn lutin er kølnað niður til døggmarkið, og dampurin er farin úr. Á myndini sæst hetta í tí langa skýnum norðan fyri Fugloyarfjørð. Skýggið strekkir seg norður og suður, og í støðum er kavaavfall.

Myndin vísir skýloftið, sum tað vanliga er, tá ið luftin er óstøðug. Tá kunnu vera grov æl við kava og løtur við sól ella sólglottum hvørt um annað.

Eitt tekn uppá, at luftin er sera óstøðug, er at skýggini eru hægri og og strekkja seg fleiri km uppeftir. Tá er tað heglingur, sum kemur niðurúr, og kanska er torusláttur eisini.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…