Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klárur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.03.2024 - 14:02 Ítrottur Tíðindi

KÍ-liðskiparin vil ikki avvísa, at hann kann spæla ein leiklut móti NSÍ 2. páskadag.

Kappingrárið hjá KÍ hevur higartil verið merkt av, at fleiri av royndu leikarunum hava verið nógv skaddir. Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson og Jákup B. Andreasen sótu allir uttanfyri móti B36 seinast. Heini og Hallur spæla ikki komandi vikurnar, meðan tað er ógreitt, hvønn leiklut Odmar kemur at spæla. Best sær tað út hjá Jákup B. Andreasen, sum hevur verið uttanlands til kanningar fyri trupulleikar í fótinum. Boðini vóru góð á tann hátt, at einki brot var. Men avgerandi verður, hvussu fóturin svarar aftur uppá venjingarnar komandi tíðina. Jákup hevur eina vón um at verða skjótt aftur á vøllinum í dysti og hann avvísir ikki at spæla ein leiklut móti NSÍ 2. páskadag. So vilja komandi dagarnir vísa, um tann dysturin kemur ov tíðliga.

KÍ-NSÍ spæla 2. páskadag kl. 15.00.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…