Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lokalsamfelag okkara hevur ein samleika sum er verdur at verja

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  01.04.2024 - 11:26 Lesarabrøv Tíðindi

Søguligi hugburðurin og sterki viljin at standa saman er helst ein av størstu styrkjum okkara sum lokalsamfelag, tí uttan henda samleika og samanhald høvdu vit ikki átt nógv av tí, vit í dag liva av og eru góð við – og tí er umráðandi, at vit í felag verja um hesi eyðkenni og virði okkara.

Tá eg møti fólki í dagligdegnum, er hugaligt at merkja áhugan og umsorganina, sum borgarar her í kommununi hava fyri tí, sum rørist í lokalsamfelag okkara. Og søguliga eru eisini fleiri dømi um, at hesar kenslur eru meir enn bert orð.

Dømini eru fleiri um, at fólkið her í Klaksvík og Norðoyggjum, úr øllum pørtum av samfelagnum, tóku lógvatak og stóðu saman fyri at verja, stovna ella byggja uppaftur týðandi virksemi, tað veri seg vinnuliga, mentanarliga, innan ítrótt ella annað slag av virksemi.

Komu skjótt fyri okkum í 90'unum

Hetta kom ikki minst til sjóndar í fyrru helvt av 1990 árunum, tá kreppa hevði rakt land okkara so hart, at túsundtals føroyingar sóu sær ongan annan møguleika enn at rýma av landinum. Tá sóu og upplivdu vit veruligan samleika og sterkt samanhald í verki og atgerð her í lokalsamfelag okkara.

Manningar tóku lógvatak, spentu fíggjarliga bogan og keyptu í felag sítt egna arbeiðspláss, og sama hendi uppi á landi, har arbeiðsmenn og handverkarar saman settu pening í virkið, so arbeiðsplássið kundi varðveitast og byggjast víðari.

Granskingardepilin fyri Økismenning, sum hevði heimstað í Klaksvík, granskaði í hesum fyribrigdi, nevnt ”sosialur kapitalur”, har Klaksvík og Norðoyggjar blivu samanbornar við onnur líknandi lokalsamfeløg uttanlands, ið vóru komin skjótt út úr kreppustøðum á júst sama hátt.

 

Tá ið borgarar settu b-partabrøv í Kósina

Ein tann mest umrødda, felags bjargingarroyndin frá kreppuni í 90’unum, har fólk og vinna í Norðoyggjum vildu bjarga sínum lokalsamfelag, var lógvatakið um at keypa aftur og endurstovna virkið á Kósini.

Tá varð boðað til fundar um støðuna, og fólk átóku sær eina gøtu ella ein býling í part, og so varð farið hurð til hurð. Á henda hátt fingu allir borgarar høvi til at geva sítt íkast til, at Kósavirkið kundi lata uppaftur.

Tað eydnaðist! Kósin gjørdist einasta sjálvstøðuga stóra fiskavirkið í landinum, sum var uttan fyri Fiskavirking, ið varleisturin, tað almenna brúkti fyri at bjarga hesum partinum av fiskivinnuni.

Hví eydnaðist tað? – og hví uttan fyri Fiskavirking? Jú, her var ein sterkur samleiki í lokalsamfelag okkara – eitt eyðkenni ella hugburður, sum er verdur at varðveita og verja.

 

Vinna og borgarar hava virðing fyri hvør øðrum

Eitt annað, sum eyðkennir lokalsamfelag okkara, er sínámillum virðing og generelt jaligur hugburður millum vinnuna og vanliga borgaran.

Hetta er sjálvandi eisini galdandi í øðrum lokalsamfeløgum, men eg fari neyvan skeivur, tá eg sigi, at henda sínámillum virðing – bæði søguliga og framvegis í dag – er serliga sterk her í Norðoyggjum og í Klaksvík.

Hetta sæst ítøkiliga aftur í tí dygga og trúfasta stuðuli, sum vinnan í Norðoyggjum veitir lokalu ítróttar-, frítíðar- og mentanarfeløgunum.

Virðingin gongur báðar vegir, tí vit síggja hetta eisini aftur í, hvussu høgt í metum vinnan er hjá vanliga borgaranum, og hvussu hann tosar um vinnulívið og tey fólk, sum mynda lokalu vinnuna.

Orð eru við til at skapa veruleikar – bæði positivar og negativar – og tí er ógvuliga umráðandi fyri Klaksvík og Norðoyggjar, at vit halda fast við sínámillum virðingina millum vinnuna og borgaran.

 

Uttan vinnuliga stuðulin varð einki ævintýr hjá KÍ

Endurreisnin av KÍ seinastu árini, sum rakk hæddini við Evropa-ævintýrinu í fjør, man vera eitt tað feskasta og kendasta dømið um, at samanhald og lógvatak í einum lokalsamfelag kann geva framúr góð úrslit.

Í dag geva fantastisku úrslitini hjá KÍ eisini inntøkur frá UEFA, men hetta var alt einki uttan tann dygga stuðul, sum felagið hevur lokalt frá vinnuni, fjepparum o.s.fr.

KÍ er bert eitt av fleiri dømum um, at søguligi hugburðurin og sterki viljin at standa saman helst er ein av størstu styrkjum okkara sum lokalsamfelag.

Uttan henda samleika og samanhald høvdu vit ikki átt nógv av tí, vit í dag liva av og eru góð við – og tí er umráðandi, at vit í felag verja um hesi eyðkenni og virði okkara.

Hjá okkum sum næst størsti býur og kommuna í landinum ræður um at halda fast um, menna og støðugt dagføra tað, sum er gott og sterkt her í lokalsamfelagnum, samstundis sum vit lyfta og raðfesta tey øki og tær tænastur, sum halta.

Okkum tørvar eina roynda politiska leiðslu, sum megnar at leiða Klaksvíkar kommunu á ein hátt, har hon klárar seg í hørðu kappingini í fremstu røð.

Økini eru mong og fjølbroytt, og uppgávan er krevjandi.

Í komandi november mánað verður býráðsval fyri komandi fýra árini, og fái eg neyðugu undirtøkuna, so eri eg tilreiðar - sum partur av einum komandi býráðsmeiriluta - at taka við ábyrgd og leiðslu av Klaksvíkar Kommunu.

 

Jógvan Skorheim

Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari
Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjó…
Hugnakvøld í Amarant í samband við Virki…