Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalfundur verið í Íverksetarahúsinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.04.2024 - 12:24 Tíðindaskriv Vinna

Mikudagin 17. apríl varð aðalfundurin 2024 hildin í Íverksetarahúsinum.

 

 

Rannvá Troest, forkvinna, legði sína formansfrágreiðing fram, har hon legði dent á, at árið 2023 var eitt hendingaríkt ár við nógvum virksemi í og uttanfyri Íverksetarahúsið.

Samanumtikið fegnaðist forkvinnan um, at virksemið hjá Íverksetarahúsinum gongur væl. Nevndin er til reiðar at fara undir eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert er á skránni.

Í nevndini eru: Rannvá Troest, forkvinna, Nikolas Olsen, nevndarlimur og Rógvi Róin , nevndarlimur.

Eftir formansfrágreiðingina greiddi Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri, frá virkseminum í 2023. Sigrun legði dent á, at nógv virksemi er í Íverksetarahúsinum, og at fleiri og fleiri íverksetarar leita sær ráð/íblástur her, leiga arbeiðsstað og luttaka í tiltøkum, sum verða fyriskipaði í húsinum og aðrastaðni í landinum.

 

Av hæddarpunktunum í 2023 kunnu nevnast:

24. februar varð Skúla FM hildið í Norðurlandahúsinum. Fullsett var til tiltakið. Út við 400 fólk vóru møtt, og tiltakið eydnaðist serstakliga væl. Vinnararnir av Skúla FM 2023 gjørdist Wull úr Tofta Skúla og Skúlanum við Løkin. Wull fekk høvi at luttaka í DM í Íverksetan, Next Level finaluni 20. apríl í Kolding. Luttøkan gekk sera væl og Wull endaði sum nummar 2 í kappingini. Luttøkan varpar ljós á íverksetan í Føroyum.

Ársins Íverksetaradagur varð hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 20. oktobur við heitinum: “Frá vinnuspíra til rótfesti á altjóða marknaðinum”. Hesaferð vóru allir fyrilestrahaldararnir úr føroyska vinnulívinum. Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, Dávid á Rógvi Isaksen, stjóri í fyritøkuni A4 og Leif Johannesen frá fyritøkuni GroAqua hildu fyrilestrar á degnum. Fyrilestrarnir vóru sera følbroyttir, áhugaverdir og upplýsandi. Hildnir av persónum og fyritøkum við stórum visiónum - og sum hava vunnið á avbjóðingum og upplivað framgongd. Løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen setti dagin og Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, handaði Granan til Ársins Íverkseta 2023, sum hesaferð gjørdist fyritøkan Intra. Tiltakið var sera væl fyriskipað við umleið 200 áhoyrarum.

Hópfígging, sum nú hevur meira enn 4 ár á baki, hevur útvið 4.000 stuðlar og stuðulsupphæddin nærkast 4 milliónum. Arbeiðast skal við at fáa fleiri verkætlanir inn á skipanina og marknaðarføra hana betur, so íverksetar eru greiðir yvir møguleikarnar við Hópfígging.

Íverksetarahúsið skipar javnan fyri tiltøkum saman við øðrum pørtum í vinnuframaskipanini, og í mai mánaða varð skipað fyri stóra tiltakinum TONIK fyri fyrstu ferð. Út við 530 fólk luttóku í tiltakinum, ið varð hildið í Sjóvinnuhúsinum. TONIK 2023 var sera væl eydnað og verður aftur hin 3. mai 2024.

Arbeitt verður støðugt við at skipa karmarnar væl og skapa góðar umstøður og trivnað hjá teimum, ið arbeiða í Íverksetarahúsinum. Í 2023 eru nakrir nýggir íverksetarar komnir í
Íverksetarahúsið at arbeiða, og nakrir eru eisini farnir úr húsinum. Í februar vóru íverksetararnir í húsinum á virkisvitjan hjá ymsum fyritøkum í Streymoynni og Eysturoynni. Skipað verður javnan fyri felags átøkum fyri teimum, ið starvast í húsinum.

Seinnu árini eru íverksetararnir vornir nógv meiri sjónligir í føroyska samfelagnum. Við tiltøkum og øðrum virksemi hevur Íverksetarahúsið verið við til at stimbra framgongdina. Tað er uppgávan hjá Íverksetarahúsinum at vísa á møguleikar og stuðla og eggja nýggjum vinnuspírum, sum kunnu skapa eitt meiri fjøltáttað vinnulív í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari