Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggja uppskotið, sum er úrslit av semju millum samgonguna og Sambandsflokkin, ger, at tøkugjald + serskattur eru hægst, tá marknaðarprísurin er lágur, vísir Havbúnaðarfelagið á í kritikki av lógaruppskotinum

Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan segði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.05.2024 - 08:00 Politikkur Tíðindi Vinna

Havbúnaðarfelagið fýlist á, at breiða semjan millum samgonguna og Sambandsflokkin ger tað øvuta av tí, sum samgonguumboðini fyri einum ári síðani søgdu seg vilja. Umboð úr samgonguflokkunum hava áður í orðum sagt seg viljað, at laksafyritøkurnar skuldu gjalda meira, tá laksaprísurin var høgur. Men í gerðum er vent í holuni, tí nýggja uppskotið sigur, at gjøldini hækka munandi um skattin, um feløgini ikki fara at hava stóran vinning, sigur Havbúnaðarfelagið í hoyringarsvari.

 

 

Í dag er uppskot til løgtingslóg um tøkugjøld til viðgerðar á Løgtingi, og til tað hevur Havbúnaðarfelagið innsent hoyringarsvar. Hoyringarsvarið er sum heild ikki jaligt mótvegis uppskotinum, sum er ein semja millum samgonguna og Sambandsflokkin.

Í fyrsta lagi fýlist Havbúnaðarfelagið á, at vinnan ikki hevur verið við í viðgerðini frammanundan lógaruppskotinum. Í øðrum lagi endurtekur Havbúnaðarfelagið tað, sum samgongan segði seg upprunaliga ynskja, nevniliga at loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úrslitið hjá vinnuni.

Ymisk aliøki hava ymiskan framleiðslukostnað, og við at taka støði í skattliga úrslitinum verður skattaskipanin ikki forðandi fyri nýhugsan, meðan politikararnir hjá samgonguni og Sambandsflokkinum skjóta upp eina fyri vinnuna atferðarstýrandi skipan.

Í triðja lagi heldur Havbúnaðarfelagið, at onki gjald skal vera, um framleiðslan eftir skatt og tøkugjøld gevur undirskot.

Í grafinum omanfyri vísir Havbúnaðarfelagið, at samlaða gjaldið, sum er summurin av tøkugjaldi, serskatti og partafelagsskatti, hækkar munandi við hesum uppskotinum. Hetta tí at ynskið hjá samgonguni og Sambandsflokkinum er, at tá altjóða marknaðarparturin er lágur, og vinnan av tí sama forvinnur minst, skal lutfalsliga meira takast inn til Landskassan.

Eisini fýlist Havbúnaðarfelagið á, at samgonguumboðini eru farin heilt frá sínum grundsjónarmiðnum. Fyri minni enn einum ári síðani søgdu tey, at “tá ið prísurin á alifiski er høgur, so eigur gjaldið at vera hægri”, meðan nú skal vinnan gjalda lutfalsliga mest inn, tá ið vinningurin er lítil. Hetta, sigur Havbúnaðarfelagið, er undranarsamt og ger óstabilari karmar kring vinnuna.

Ein beinleiðis avleiðing av ætlanunum hjá samgonguni og Sambandsflokkinum fer at verða, at kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum fer at versna í mun til tað hjá fyritøkum í øðrum londum. Tað stendst av, at ætlanin er at basera tøkugjaldið á søluprísin, ið sum kunnugt hækkar við inflatión og príshækkingum.

Aktørur í alivinnuni, sum Norðlýsið hevur tosað við, sigur, at “Nú ger man eina skipan, sum helst fer at kriminalisera alivinnuna, tí vinnan nú fer at vera undir einum konstantum illgruna fyri skattasvik – tað verður eisini ein stór avbjóðing”.

Í svari (fylgiskjali 7 til sama mál) skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, at  "Við eini reinari skattaskipan, har rindað verður av úrslitinum, gera fyritøkurnar í ávísan mun av, hvussu nógvan skatt vinnan rindar. Við at tillaga íløgur, avskrivingar, innanhýsis handlar og onnur viðurskifti, ber til at ávirka úrslitið, sum skattur skal gjaldast av."

Hetta uppáhaldið er heldur løgið, tí gjaldast skal longu ein partafelagsskattur – ið er ein rein skattaskipan – áljóðandi 18%, sum øll partafeløg skulu gjalda. Við at tillaga “íløgur, avskrivingar, innanhýsis handlar” o.s.fr., kann ein fyritøka bara ávirka upphæddina í krónum, men partafelagsskattaprosentið broytist onki av tí. Ein at síggja til rættiliga høpisleys útsøgn frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Alt hoyringarskrivið frá Havbúnaðarfelagnum kann lesast á https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10838 við at velja “Skjøl” og síðani “Fylgiskjal 2: Hoyringarskriv frá Havbúnaðarfelagnum”.

Tingfundurin í dag byrjar kl. 13.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Eyðgunn: Lønin skal ikki hækka og gylta…
Bygdaleiðir hart rakt av verkfallinum
Áheitan um at vísa varsemi, tá ið brenni…
Breið semja um ferða­vinnu­uppskotið
Stórmál hjá Framsókn felt av teirra egnu
P/­F Havsbrún slakar 700 mió. kr. í avlop…
Skála ÍF fær styrk úr Danmark
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leggja fyri í Monten…
Landsliðið við monnum í flogbólti farið…
Ongin ruskinn­savning
Lýsing