Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróðrarbátarnir fáa fyrimunir á Føroyabanka í 2024

SKRIVAÐ: Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið  |  02.05.2024 - 11:26 Tíðindaskriv Vinna

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot til kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2024 til hoyringar.

 

Eftir uppskotinum kunnu línuskip og útróðrarbátar aftur royna á Føroyabanka í 2024.

Skipanin í 2024 er broytt nakað samanborið við 2023.

Samlaða fiskidagatalið er lækkað úr 330 í 2023 niður í 270 í 2024.

Harafturat verða teir 270 fiskidagarnir býttir øðrvísi millum bólkarnar enn í 2023. Útróðrarbátarnir fáa lutfalsliga størri lut enn í fjør, meðan luturin hjá línuskipum er minni.

Eins og í fjør fáa línuskip og størru útróðrarbátarnir, sum hava fiskiloyvi í ávikavist bólki 3 og bólki 4 í fiskidagaskipanini á landgrunninum, møguleika at fara á Føroyabanka í 2024.

Fyri smærru útróðrarbátarnar er skipanin eins og í 2023, at bara teir vinnuliga virknastu bátarnir fáa møguleika at fara á Bankan í ár. Fyri at fáa loyvi, skal báturin hava avreitt fyri 500.000 kr. ella meira minst eitt av seinastu trimum árunum. Bátar, ið lúka hesa treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2024, skulu innan ásetta freist søkja Vørn um fiskiloyvi.

Eftir uppskotinum til kunngerð eru samanlagt 270 fiskidagar tøkir á Føroyabanka í 2024. Hetta er meira enn teir 150 dagarnir, ið Havstovan mælir til. Mett verður kortini ikki, at hetta ger, at veiðitrýstið á Bankanum verður samsvarandi størri, ella at ein gongur stovninum á Føroyabanka ov nær. Bróðurparturin av fiskidøgunum í 2024 verður latin útróðrarbátum. Ein útróðrarbátur dregur vanliga ikki líka nógvar húkar hvønn fiskidag sum línuskip. Ein fiskidagur hjá einum útróðrarbáti er tí ikki líka effektivur sum hjá einum línuskipi.

Harafturat telur sigling út og inn av Bankanum við, tá dagabrúkið hjá línuskipum og størru útróðrarbátunum verður gjørt upp. Hjá bátum undir 15 tons telur hvør túrur ein fiskidag.

Sí uppskotið til kunngerð her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Eyðgunn: Lønin skal ikki hækka og gylta…
Bygdaleiðir hart rakt av verkfallinum
Áheitan um at vísa varsemi, tá ið brenni…
Breið semja um ferða­vinnu­uppskotið
Stórmál hjá Framsókn felt av teirra egnu
P/­F Havsbrún slakar 700 mió. kr. í avlop…
Skála ÍF fær styrk úr Danmark
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leggja fyri í Monten…
Landsliðið við monnum í flogbólti farið…
Ongin ruskinn­savning
Lýsing