Lýsing
Lýsing
Lýsing
Margit Stórá, landsstýriskvinna | Mynd: Dávur Winther

Stóra tøkk til tykkum, sum hava latið MR-skannaran

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  21.05.2024 - 19:19 Tíðindi

segði Margit Stórá, landsstýriskvinna millum annað í røðu sínari, tá MR-skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi varð tikin í nýtslu. Vit prenta røðuna

 

Góðan dag øll somul.

Takk fyri, at eg eri boðin til móttøkuna her í dag, og fyri høvi at siga nøkur orð.

Nýggi 3T MR-skannarin er við til at menna okkara Sjúkrahúsverk, og at gera møguleikarnar fyri útgreiningum betri. Menningin innan heilsutøkni og heilsuvísind gongur skjótt og heilsutænasturnar gerast alsamt fleiri og betri. Hetta hevur eisini við sær, at ynskini hjá Sjúkrahúsverkinum til nýggja útgerð, altíð eru størri enn tað er møguligt at veita fígging til.


Ein nýmótans skannari við nýggjastu tøkni innan MR-skanningar, tað er sanniliga ein stórfingin gáva at fáa. Ein gáva, sum kemur væl við. Bæði Sjúkrahúsverkið og borgarar í Føroyum fara at fáa stórt gagn av hesum framkomna MR-skannara.

Tí vil eg vegna borgarar í Føroyum, og okkum øll, sum varða av Sjúkrahúsverkinum takka tykkum, sum hava latið MR-skannaran. Tað skulu til hava stóra takk fyri!

Løgtingið skal eisini hava stóra takk fyri at hava gjørt tað møguligt hjá Sjúkrahúsverkinum at taka ímóti skannaranum.

Harumframt, at játta fígging til, at reka skannaran her á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og til økt virksemi, soleiðis at Sjúkrahúsverkið fær gagnnýtt skannaran.


Eisini ein tøkk til leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum. Tað er tykkara áhaldandi stremban eftir at sameina Sjúkrahúsverkið, sum ger tað møguligt at skipa virksemi tvørturum sjúkrahúsini.

Við skipaðum samstarvi millum røntgendeildirnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum, gerast møguleikarnir eisini betri at gagnnýta knappa starvsfólkatilfeingið í Sjúkrahúsverkinum.

Tað er avbjóðandi og orkukrevjandi, at arbeiða við at sameina virksemi millum organisatiónir, men fleiri møguligir fyrimunir eru eisini. Til dømis; økt virknisføri (effektivitet) og betri gagnnýtsla av tilfeingi, nýmenning og nýskapan, og gott og kveikjandi arbeiðsumhvørvi.


Føroyar er eitt lítið samfelag. Starvsfólkatilfeingið er knapt og fíggjarliga orkan avmarkað. Tað hevur stóran týdning, at vit gera alt fyri at fáa sum mest burturúr tí við hava.

Samstarv og betri gagnnýtsla av tilfeinginum millum sjúkrahúsini er vegurin fram. Tað er soleiðis vit mugu hugsa og arbeiða, um vit framhaldandi skulu menna okkara Sjúkrahúsverk.

Við hesum nýggja skannaranum fær borgarin eina betri tænastu í Føroyum. Sjúkrahúsverkið hevur nú førleika til at fremja fleiri og betri skanningar enn áður. Fleiri skanningar kunnu gerast her í Føroyum, sum áður hava verið sendar til viðgerðarstøð uttanlands.


Hetta er ein munandi betri tænasta til teir sjúklingar, sum nú sleppa undan, at fara til skanningar á einum viðgerðarstaði uttanlands.

Eg fegnist um, at skannarin er tikin í nýtslu, fyrstu sjúklingarnir hava longu verið í gjøgnum.

Við nógvum dugnaligum starvsfólki, sum leggja alla orku í at veita ta bestu tænastuna, havi eg góðar vónir um, at hetta fer at eydnast væl.

Takk fyri øll somul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag