Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Víkingur er besta boðið uppá ein FM-vinnara 2024

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.05.2024 - 10:33 Ítrottur Tíðindi

Vit greina øll 10 liðini í Betri Deildini útfrá gongdini fyrstu umførini og meta um framtíðarútlitini fyri restina av hesum kappingarárinum.

 

(Grein skrivað 3. mai til Norðlýsið blað nr. 17)


Í hesi greinini hyggja vit eitt sindur eftir, hvat hevur eyðkent liðini fyrstu umførini. Síðani tippa vit, hvørjir blíva lyklaleikarar, ársins leikara og hvar liðið endar í ár.

 

ÍF

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

ÍF var stóri favoritturin at flyta niður undan kappingini hjá teimum flestu og fyrstu umførini hava givið hesum spádómum rætt. ÍF legði rygg til nøkur stórtap fyrstu umførini og liðið tykist viknað í mun til í fjør.Tað gingu fá umfør, so bleiv venjarin, Aleksandar Jovevic, koyrdur frá. Tað kundi bent á, at tað kanska var ein skeiv avgerð at leingja sáttmálan við venjaran, sum í fjør kláraði at halda ÍF í deildini, sum var óvæntað fyri mong. Keypini hjá ÍF hava gjørt ov lítlan mun og í álopspartinum hava lyklaleikararnir verið ov nógv skaddir. Tað kann blíva lykilin, um Jhon Mena og Uros Stojanov blíva frískir og tøkir. Nýggi venjarin, Jákup Martin Joensen, hevur alt at vinna og hann hevur royndirnar við at klára at yvirliva í botnstríði frá EB/Streymi.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Tað verða teir royndu leikararnir, sum skulu bjarga ÍF, og so verður tað bonus, um onkur av teimum yngru fer at gera mun. Karl Løkin, Bogi Reinert-Petersen og Elvio Gelmini eru millum teirra eins og áðurnevndu Jhon Mena og Uros Stojanov, sum skulu mynda álopspartin.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá ÍF:

Bogi Reinert-Petersen. Skal ÍF yvirliva í ár, so er upplagt, at Bogi Reinert-Petersen fær eitt gott kappingarár. Bogi hevur høgt toppstig, hevur nógvar royndir, er í góðum fótbóltsaldri og kann spæla á nógvum plássum.

 

Hvar endar ÍF í ár:

Niðurflyting. Tað var upplagt undan kappingini og eftir nøkur umfør var tað enn meira upplagt. Tað verður óvæntað, um ÍF ikki flytir niður í ár, um tvey lið flyta niður. Men eitt sum kann broyta tað er flytingarvindeygað í summar og um nýggi venjarin fær tað at rigga, sum ábendingar vóru um fyrstu dystirnar.

 

 

EB/Streymur

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

EB/Streymur hevði stóra útskifting undan kappingarárinum og leingi sá út til, at frágongdin var meira sjónlig enn tilgongdin. Men endaspurturin í flytingarmarknaðinum var góður og EB/Streymur fekk nøkur góð stig fyrstu umførini. Nýggja samansetingin tykist rigga í flestu dystunum. Tað eru ikki nógvir málskjúttar á liðnum søguliga sæð, men í fleiri dystum hevur liðið skorað fimm mál, so tað er ikki vist, at hetta verður ein avgerandi trupulleiki.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Í álopspartinum hjá EB/Streymi sær tunt út við málum og uppleggum. Filip Djordjevic fekk væl burturúr fyrstu umførini, og so er ein Boubacar Dabo, sum hevur verið nógv skaddur. Uttan teir báðar verður torført at skora nóg nógv mál.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá EB/Streymi:

Rógvi Egilstoft er royndur leikari, sum ofta gongur á odda og sum kann røkja fleiri pláss.

 

Hvar endar EB/Streymur í ár?

Nummar sjey-tíggju. Fyrstu ábendingarnar í kappingini vóru, at EB/Streymur helst var ov gott til at flyta niður, men munurin millum niðaru liðini er ikki stórur á pappírinum, og tí kann tað t.d. verða avgerandi, hvør verður harðast raktur av skaðum. Verður kappingin jøvn, sso sóu vit í fjør, at smáir marginalar í innanhýsis botndystum gjørdust avgerandi.

 

B68

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

B68 hevur mist meir enn tað hevur fingið síðani farna kappingarár. Men liðið undiravrikaði í fjør í mun til undirbyggjandi tøl, so tað er ikki vist, at B68 fær verri úrslit í ár. B68 hevur eins og í fjør spælt nógvar javnar dystir, og tað tykist ikki verða stórur munur á, um liðið spælir móti toppliðum ella botnliðum. Liðið megnar betri enn fleiri av hinum at fáa dystirnar móti teimum bestu at blíva spennandi, men móti niðaru liðunum hevur liðið ofta torført við at vinna.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Málverjin Tórður Thomsen hevur royndirnar sum skulu til og spælir hann til sítt besta, so hevur B68 ein góðan málverja, men verður hann nógv skaddur, so er møguleiki fyri at liðið viknar nógv. Í álopinum er týdningarmikið, at Brian Jakobsen skorar mál, tí B68 hevur ikki so nógvar málskjúttar á liðnum.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá B68:

Ragnar Samuelsen. Miðvallarleikarin er ein, sum B68 kann lýta á, so leingi hann ikki fær reytt kort, sum hann fekk tríggjar ferðir í fjør. Tað eru ábendingar um, at hann hevur lært av tí, og so verður hann tøkur kanska allar dystirnar. Ragnar er ein, sum gongur á odda við góðum hugburði og hann spælir sjáldan vánaligt.

 

Hvar endar B68 í ár?

Niðurflytingarstríðnum. B68 kemur eftir okkara tykki at enda á plássunum millum nr. 7 og 10. Hvat av hesum plássum tað verður er torført at meta um. Har kunnu marginalar spæla inn og hvat B68 velur at gera, tá flytingarvindeygað letur upp í summar.

 

NSÍ

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

NSÍ hevur undir svenska venjaranum Jens Wedeborg spælt álopskendan fótbólt, og tað hevur til tíðir gingið útyvir verjupartin. Dystirnir hjá NSÍ eru av tí sama ofta undirhaldandi, har tað gongur skjótt báðar vegir. Styrkin hjá NSÍ er í álopspartinum, meðan summir av leikarunum ikki trívast eins væl við at standa í verjustøðu.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Tað mesta av tí álopskenda spælinum gongur gjøgnum Petur Knudsen, men í verjupartinum fáa teir nýggju útlendsku leikarrnir saman við Betuel Hansen stóran leiklut soleiðis, at NSÍ ikki má skorað trý- fýra mál fyri at vinna dystir.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá NSÍ:

Petur Knudsen. Fyrstu tíðina var Petur Knudsen við í nærum øllum málunum hjá NSÍ. Hann hevur fingið kritikk fyri sínar verjuskyldur, men álopsskyldurnar blíva so væl røktar teir flestu dystirnar, at vit vænta, at hann verður ársins leikari, um hann spælir alt árið.

 

Hvar endar NSÍ í ár?

Nummar fýra-seks. Tey bestu liðini eru væl betri yvir longri tíðarskeið, hóast NSÍ kann arga tey í innanhýsis dystum. Men sum oftast hevur okkurt av topp 4 liðunum eitt minni gott ár, og tá kann møguleikin fyri einum 4. plássi koma, um NSÍ hongur í at fáa stig. Eitt 5. ella 6. pláss er kanska tað mestupplagda.

 

07 Vestur

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

07 Vestur er liðið við størstu útskiftingini undan kappingarárinum í ár. Nærum eitt heilt nýtt lið og ein nýggjan høvuðsvenjara. Fyrsti triðingurin bendur á, at tað kanska verður eitt lið, sum verður ov gott til nakað botnstríð, men ov veikt til at blanda seg í kappingina um síðsta Europaplássið.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Málverjin Sebastian John hevur spælt væl teir flestu dystirnar, tá 07 Vestur hevur fingið stig. Á miðvøllinum hevur Frederik Holst spælt væl til tíðir, meðan Emil G. Pedersen hevur verið álitið í álopinum.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá 07 Vestur:

Emil G. Pedersen. Av teimum nýggju leikarunum hjá 07 Vestur er Emil ein, sum hevur sligið til. Hann hevur skorað nøkur mál og verið nær við at skorað fleiri. Klárar at geva teimum flestu verjunum stórar trupulleikar og okkara boð er, at Emil verður ársins leikari hjá 07 Vestur í ár.

 

Hvar endar 07 Vestur í ár?

Nr. 5-6 er mest sannlíkt, tó at eitt lægri pláss ikki skal avskrivast. Í før endaði 07 Vestur á tryggum 5. plássi, men í ár er eitt lutfalsliga gott NSÍ-lið aftur í deildini. 07 Vestur hevur eisini fíggjarligar musklar til at styrkja um hópin í summar flytingarvindeyganum, um tað verður neyðugt.

 

Víkingur

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

Víkingur var besta liðið í Betri Deildini eftir summarsteðgin í 2023, og hesa gongdina tók liðið við sær til 2024, tá liðið eisini fekk tilgongd. Víkingar tykjast hava tað klárasta liðið til 2024. Venjarin hevur verið tann sami í fleiri ár, og hópurin hevur ikki havt nógvar broytingar. Vit hava eisini sæð, at Víkingur hevur havt fleiri skaðar uttan, at hetta hevur ávirkað nakað nevnivert og tí er breiddin nøktandi.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Atli Gregersen er stýrimaðurin og leiðarin. Rundanum seg hevur hann leikarar sum Sølva Vatnhamar og Geza Turi, sum báðir hava stóran týdning.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá Víkingi:

Geza Turi. Miðvallarleikarin hevur fáar veikleikar, tí hann er so eyðsýndur bæði, tá Víkingur hevur bóltin, og tá mótstøðuliðið hevur bóltin.

 

Hvar endar Víkingur í ár?

Topp 2. Tað er sannlíkt, at Víkingur vinnur FM í ár, tí hópurin hevur alt tað, sum skal til og fekk í ár byrjanina, sum annars hevur kostað okkurt árið. Endar Víkingur ikki ovast, so endar liðið neyvan longri afturi enn nr. tvey.

 

Skála

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

Skála tóktist væl fyrireikað til hetta kappingarárið. Í mun til 2022 og 2020, so fekk liðið beinanvegin ein sigur, og so kundi liðið leggja uppá sum umførini gingu og skjótt kom eisini annar sigurin. Liðið bjóðar ofta teimum bestu av, tó at tað sum oftast manglar tað síðsta til at fáa stig og ábendingar fyrstu umførini eru um, at Skála er væl fyri til at møta niðaru liðunum. Liðið er væl skipað, tykist hava eina greiða og góða spæliætlan, og tað er góður hugburður á liðnum, sum vit ofta síggja hjá svongum uppflytarum.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Jákup Jakobsen í miðverjuni, Ragnar Skála á miðvøllinum og Carlos Feirreira í álopinum eru millum teir týdningarmiklastu.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá Skála:

Jákup Jakobsen hevur í fleiri ár verið ein, sum hevur gingið á odda fyri Skála, og tað sær hann út til at
gera aftur í 2024.

 

Hvar endar Skála í ár?

Nummar seks-níggju. Tað er torført at meta um Skála, tí søgan sigur, at tað er skjótt hvønn vegin í botnstríðnum og serliga fyri ein uppflytara kann tað verða galdandi. Fyrstu umførini benda mest á eina endastøðu omanfyri tey trý niðastu liðini, men fær okkurt lið aftanfyri gongd á, so kann alt henda.

 

B36

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

B36 hevði eina óstøðuga byrjan. Fyrstu umførini sá liðið út sum ein avbjóðari til FM, sum var málið hjá felagnum, men viðmerkjarar vóru ikki meir enn byrjaðir at rósa B36, so fór at ganga illa við fleiri tapum og javnleikum. Liðið hevur høgt toppstig, men lágt botnstig.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Jann Benjaminsen hevur tikið ein stóran leiklut á seg, síðani hann kom til B36 og hann kann dekka fleiri ymisk pláss. Á miðvøllinum var Andrass Johansen upplagdur, men hann fekk ein drúgvan skaða. Tí verður bólttryggi Jelle Van Der Heyden kan enn meira týdningarmikil eins og Marius K. Lindh tykist verða við í nógvum av málunum hjá B36.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá B36:

Marius K. Lindh hevði flest málstig fyrstu umførini, og tað eru ofta teir, sum eru góð boð til ársins leikara.

 

Hvar endar B36 í ár?

Nummar tvey til fýra. Eftir fyrsta partin av kappingini er kanska upplagt at siga nr. fýra ella fimm, men hópurin hevur so nógvar góðar leikarar, at tað eigur at blíva nr. fýra ella betri.

 

HB

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

HB byrjaði lutvíst av nýggjum í ár. Nýtt venjaratoymið úr Italia bleiv sett og stór útskifting bleiv í hópinum. Venjingarmongdin øktist, og tá nógvir skaðar raktu hópin, so fingu fleiri av teimum lokalu leikarunum møguleikan, og teir tóku av. Har kunnu nevnast Ejvind R. Mouritsen, Ási P. Dam, Leivur Guttesen og Dávid Reynheim. Harafturat tykist sum, at ungi Áki Samulesen hevur tikið næsta stigið, og nú hevur ein leiklut, sum til tíðir minnir um tann, sum Adrian Justinussen hevði við nógvum málstigum. HB hevur skift spælistíl í tráð við, at venjarin kemur úr Italia. Tað er nógv meir verjukent, og tað snýr seg um at hava eitt væl skipað lið, tá hinir hava bóltin. Tað hevur riggað, tí tað hevur verið torført hjá liðum at skora í serliga opnum spæli móti HB.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Teitur M. Gestsson, Bartal Wardum og Viljormur Davidsen til at stýra og verja og Áki Samuelsen til at skapa og skora. Hesir kenna HB og hava tað sum skal til fyri at ganga á odda. Hjá fleiri av hinum kann tað blíva meira óstøðugt.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá HB:

Áki Samuelsen er leikarin, sum nógv hongur á í álopspartinum. Tað er hann sum eisini tekur nógvar deyðbóltar, sum kunnu blíva avgerandi fyri HB.

 

Hvar endar HB í ár?

Topp 4. Tað er torført at siga, hvar HB endar, men vit hava annan størri favoritt at vinna FM, hóast
byrjanin hevur verið lovandi. Tað kemur óvæntað á, um HB vinnur FM, men mest sannlíkt verður tað
onkustaðni millum plássi 2-4.

 

Hvat hevur eyðkent liðið fyrstu umførini:

Tað hevur verið ein kollveltandi broyting í KÍ fyrsta partin av kappingini í mun til undanfarnu ár. Úrslitini hava verið vánalig, spælið hevur hingið illa saman, venjarin er uppsagdur og skaðarnir hava verið sera nógvir. Fleiri av lyklaleikarunum undanfarnu árini hava havt tað torført eins og teir flestu av nýggju leikarunum hava tað. Verjuparturin hevur ikki hingið saman, meðan tað í álopspartinum bara hevur verið Páll A. Klettskarð, sum hevur avrikað upp til sítt besta. KÍ-leikararnir hava heldur ikki havt kropsliga yvirskotið til at havt tann fyrimunin eins og undanfarnu ár.

 

Hvørjir eru lyklaleikarar í ár?

Fyri at KÍ skal koma fyri seg er neyðugt, at ein av málverjunum fær spælt støðugt væl. Odmar Færø og Jákup B. Andreasen eru vanliga lyklaleikarar, men teir eru langtíðarskaddir. Tí verður avgerandi, at leikarar sum René S. Joensen og Árni Frederiksberg koma á gamla lagið aftur.

 

Vit tippa ársins leikara 2024 hjá KÍ:

Páll A. Klettskarð hevur verið í serflokki fyrstu umførini eins og hann var í 2023. Tá steðgaði ein langtíðarskaði honum at seta málmet og at blíva ársins leikari.

 

Hvar endar KÍ í ár?

Tvey til fýra. Gongdin fyrstu mánaðirnar og støðan í hópinum ger, at tað er lítið sannlíkt, at KÍ vinnur FM 4. árið á rað. Til tað má nakað kollveltandi broytast, og tað bendur lítið á fyrstu tíðina av kappingini. Kappingin um plássini tvey til fýra kann blíva hørð og spennandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni
Klaksvík­ingur fekk debut í bestu deildin…
Tað gráa gullið – nýti arbeiðsmeg­ina hjá…
Hvør er Joseph Michael Williams?
Málninga­framsýning við Elisabeth á Bakka…
KÍ er nú endaliga úti av FM-stríðnum
KÍ fingið styrk til álopspartin
Hetta var ikki okkara dagur - KÍ tapti 0…
18 mánaðir – har vit hava loyst hvønn da…
Upptakt: HB-KÍ
Seinastu sluppir­nar í Klaksvík fóru alla…
120 børn á Másheyggi