Lýsing
Lýsing
Lýsing

... tváa hendur tínar...

SKRIVAÐ: Karl V. Hansen  |  25.05.2024 - 09:15 Lesarabrøv Politikkur

Kanska, bara kanska, kann tað hugsast, at nertingaróttin hjá Fólkaflokkinum stavar frá sama ótta og somu sannroynd, sum Machiavelli ásannaði í 1513 – nevniliga tað, at tað er einki sum er truplari, og kostar meir, enn at fremja broytingar og gera nýskipanir ið veruliga skapa virði fyri framtíðina, fyri at flyta og menna samfelagið, soleiðis at tað megnar at fylgja við samtíðini. Tað er lættari, og gevur meira stemmur, at lata hini dálka sær hendurnar

 

There is nothing more difficult to take in hand, more perilous to conduct, or more uncertain in its success, than to take the lead in the introduction of a new order of things. - Niccolo Machiavelli

 

Fólkaflokkurin veksur í stórum. Tað vísa seinastu veljarakanningarnar. Fólkaflokkurin hevur í fleiri ár riðið á ‘why fix it, if it ain’t broken’ alduni:

·      Nei til hjúnabandslógina

·      Nei til sammøður

·      Nei til fosturtøku

·      Nei til nýggja fiskivinnulóggávu

·      Nei til tilfeingisrentu

·      Nei til tøkugjøld

·      Nei til burðardygga ferðavinnu

 

Ikki tað, tað er eisini ein holdningur at hava.

Tað ber saktans væl til, at veruliga halda tað, at so leingi vit ikki gera nakað, so fer einki nakrantíð at broytast. Tann einasti trupulleikin við tí er, at fyrr ella seinni yvirhálar veruleikin okkum. Samfelagsviðurskifti broytast, hóast at Fólkaflokkurin ikki tykist at gera tað.

Og tað er her vit standa í dag. Ein breið semja á løgtinginum hevur samtykt lógina um burðardygga ferðavinnu, har Fólkaflokkurin aftur er ímóti. Ein freistast næstan at spyrja seg sjálvan, hvat vil Fólkaflokkurin so?

 

Tað hava verið møguleikar í ólukkumát at gera okkurt við áðurnevndu mál. Fólkaflokkurin hevur sitið í samgongu í 10 av teimum seinastu 16 árunum. Hjúnarbandslógina vildi man einki gera við og sammøður málið vildi man einki gera við. Fosturtøku vildi tey ikki nerta, meðan tey sótu í samgongu, men stemma ávíkavist fyri og blankt í einum ógvuliga víðgongdum lógaruppskotið hjá Miðflokkinum í andstøðu.

 

Tilfeingisrenta var av tí ónda og var við at niðurlaga vinnuna, men tað eru tó eingin tekin í sól og mána um, at nakað verður gjørt fyri at fáa hana burtur aftur. Tá øll loyvir í fiskivinnuni blivu uppsøgd, vildi man heldur ikki gera nakað – men vóru tó full í hugskotum um broytingar, tá onkur annar framdi eina nýskipan, fyri síðani at rulla aftur og fremja ávísar broytingar.

 

Uppskotið um burðardyggja ferðavinnu var eisini ynskt har piparið grør, men eingin roynd varð gjørd, meðan Fólkaflokkurin var í samgongu, at gera ábøtur á tí økinum, hóast flokkurin hevði nógv uppá hjartað, tá uppskotið nú hevur verið til viðgerðar.

 

Kanska, bara kanska, kann tað hugsast, at nertingaróttin hjá Fólkaflokkinum stavar frá sama ótta og somu sannroynd, sum Machiavelli ásannaði í 1513 – nevniliga tað, at tað er einki sum er truplari, og kostar meir, enn at fremja broytingar og gera nýskipanir ið veruliga skapa virði fyri framtíðina, fyri at flyta og menna samfelagið, soleiðis at tað megnar at fylgja við samtíðini. Tað er lættari, og gevur meira stemmur, at lata hini dálka sær hendurnar.

 

-       Karl V. Hansen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu