Lýsing
Lýsing
Lýsing

Braerstormurin í 1993

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.06.2024 - 10:00 Tíðindi Veðrið

Lægsta barometurstøða í Føroyum nakrantíð, og vindferðin var methøg!

Vit, sum ikki eru so ung longur, minnast væl dagarnar við illveðri í januar 1993, tá ið eitt stórt oljutangaskip, M/V Braer, rak á land í Suðurhetlandi. Í lastini vóru 85.000 túsund tons av ráolju av Gullfaksfeltinum í Norðsjónum, sum skipaði vóru inn í Mongstad við Bergen og skuldu siglast til Quebec í Canada.

Millum fyrstu miðlar á staðnum at siga frá hendingini var Sjónvarp Føroya. Árni Gregersen stóð í nógvum vindi við einum strandaðum oljutangaskipi í bakgrundini og gjørdi reportasju. Hann mátti tosa nokkso hart fyri at trongja ígjøgnum óljóðið frá vindinum. Men tað kláraði hann fínt.

Øll heimspressan var í Hetlandi hesar dagarnar beint eftir árskiftið. Seinasta stóra oljudálkingin hevði verið í einum fjarskotnum stað í mars í 1989 í Alaska, tá ið Exxon Valdez rendi á land, og 37.000 tons av ráolju fóru í havið. Hesaferð var meiri enn tvífalt so nógv olja umborð.

Hendingin er áhugaverd upp á so nógvar mátar. Ikki bara hví skipið fór á land, men eisini hvørji ráð manningin tók sær, eftir at motorurin var steðgaður, og skipið ikki kundi stýrast meir, og veðrið bleiv ringt.

Heldur ikki bara, hvussu illa øll oljan dálkaði alt umhvørvið í næsta granna okkara fyri eystan, tá ið skipið nakrar dagar seinni brotnaði, og øll 85.000 tonsini, svarandi til 5679 fullar oljutangabilar (!) frá EFFO ella MAGN, fóru í havið.

Vit byrja við veðrinum, sum var í januar 1993. Fleiri djúp og máttmikil lágtrýst komu av leiðunum við Norðuramerika og tóku ferðina ímóti okkum. Fleiri dagar vóru tí við illveðri í Føroyum – eisini bara fram til 10. januar. Longu seinnapartin 1. januar var hvassur vindur í miðalvindi av suðuri. 3. januar nærkaðist aftur eitt djúpt lágtrýst vestaneftir við nógvum vindi av suðuri. Um storm í miðalvindi.

Oljutangaskipið Braer var tá statt nakað sunnan fyri Hetland. Nógvur sjógvur rann eftir dekkinum og fór niður ígjøgnum luftrørini og niður í oljutangarnar, so at motorurin steðgaði. Skipið rak tí fyri vág og vind – var ikki undir ræði. Manningin var verandi umborð. Í fyrstanini var eingin vandi fyri skipi ella manning – skipið var enn á opnum havi.

Bert tveir dagar seinni, 5. januar, nærkaðist longu aftur eitt djúpt lágtrýst Føroyum og Hetlandi. Hesaferð av útsynningi. Tað tók eina leið norður um Føroyar, og nógvur vindur var seinnapartin og um kvøldið og eisini eitt sindur út á náttina av útsynningi í øllum økinum úr Føroyum og eystur um Hetland.

Braer fór at reka ímóti landi við Sumburgh Head, heilt har suðuri í Hetlandi. Áðrenn tað endaði á landi, varð gjørt av at taka alla manningina av skipinum við tyrlu. Eitt oljutangaskip hevði rent á land í Spania 1 mánað áðrenn, og eldur var komin í tað beinanveg. Tí varð hildið vera best at fáa alla manningina av Braer alt fyri eitt. Skipið rendi tí á land ómannað beint fyri middag 5. januar.

Royndir vóru gjørdar beinanveg at fáa skipið av, men tað eydnaðist ikki. Tað er stutt eftir hetta, at Árni Gregersen stóð á bakkatromini og greiddi frá. Við sær hevði hann myndamannin Jógvan Páll Johannesen. Teir báðir høvdu nóg mikið at gera við at halda sær fast fyri ikki at fara á flog.  

Meðan tilbúgvingin næstu dagarnar royndi at hugsa, hvørji ráðini vóru at fáa skipið av aftur fyri at sleppa undan einari stórari umhvørvisvanlukku, stóð skipið rimmarfast.

3 dagar seinni, 8. januar, tók eitt lágtrýst seg upp beint sunnan fyri New Foundland. Í fyrstanini sá tað ikki út av nógvum, men veðurstovur roknaðu seg skjótt fram til, at hetta fór at verða eitt óvanliga djúpt lágtrýst. Eitt sindur av óvissu var tó um, hvussu tað fór at raka á okkara leiðum. Fór tað norður um ella suður um Føroyar? Ella tvørturum? Ella fór tað at steðga, beint áðrenn tað kom ov nær?

Sunnudagin 10 januar 1993 klokkan 18. Fylgissveinamynd av lágtrýstinum (tv) og veðurkort (th). Slóðin av leiðini sunnan fyri New Foundland sæst á kortinum. Trýstið í miðjuni er næstan komið í botn – er um 916 hPa. Í Føroyum er frískur vindur upp í hvassan vind av suðuri. Tað ringasta veðrið er ikki komið enn. Heldur ikki í Hetlandi. Tað kom eina løtu seinni.

Í miðjum Norðuratlantshavi broytti lágtrýstið kós, fór í landnyrðing og fór at dýpast skjótt. Næstu 24 tímarnar minkaði trýstið 88 hPa, og tað er óvanliga nógv. Minkar trýstið í einum lágtrýsti 24 hPa ella meir í 24 samanhangandi tímar, kallast hetta ein atmosferisk bumba. 88 hPa í 24 tímar er meiri enn 3 ferðir meiri enn tað!

Til samanberingar dýptist trýstið í miðjuni av jólaódnini 58 hPa í 24 tímar. So her er talan um eitt heilt serstakt lágtrýst. Eitt lágtrýst sum setti met. Síðan veðurstovur í Evropa og Norðuramerika vórðu settar á stovn og fóru at gera mátingar av veðrinum í 1850unum, hevur einki lágtrýst yvir Norðuratlantshavi verið so djúpt. Enn er metið ikki tikið.

Tað kom heilt niður í 914 hPa. Hetta er líka lágt ella lægri enn í tropiskum ódnum. Í miðjuni av tropisku ódnini Katrina, sum rakti Louisiana í august mánað í 2005, hon er ódnin, sum hevur gjørt mest skaða (125 mió US dollarar), var trýstið niðri á 902 hPa – t.e. bert 12 hPa lægri.

Mánamorgunin 11. januar var lágtrýstið statt einar 100 fjórðingar vestan fyri Føroyar. Hesa løtuna var trýstið í botni. Tíbetur fyri okkum í Føroyum var lágrýstið ikki nærri okkum, meðan tað var uppá tað allar harðasta, ella at tað tók eina leið eitt sindur longur norður. Ikki tí, vit høvdu ræðuliga nógvan vind av útsynningi suðuri – miðalvindurin á Akrabergi og í Mykinesi var 42 m/s, og hvirlurnar upp í 70 m/s. Hetta var met til 1997.

Í hinum støðunum kring landið var ikki líka ringt veður, men tað kundi verið nógv verri, tók lágtrýstið bert eina leið eitt lítið sindur longur norður, ella at tað hevði gingið eitt lítið sindur skjótari ímóti okkum.

Á flogvøllinum vórðu máld 930,3 hPa hendan mánamorgunin. Hetta er tað lægsta, sum nakrantíð er mált í Føroyum. Tá ið jólaódnin herjaði í desember mánað í 1988, vórðu máld 934 hPa.  

Eftir hetta fór lágtrýstið eystureftir, tvørtur um Føroyar og gryntist skjótt – t.e. mátturin fór skjótt úr.

So aftur til ólukkuskipið Braer, sum stóð fast í botni í Suðurhetlandi heilt inni við land. Allar vónir um at fáa tað av sløknaðu, tá ið omanfyrinevnda lágtrýst nærkaðist við nógvum vindi. Vindur og alda rætt og slætt brutu skipið. Øll oljan fór burturúr og í havið.

Braer sakk til endans beint úr fjøruni í Quendale Bay eftir at øll oljan í lastini var farin í havið. Fólk á landi kundu ikki gera annað enn at hyggja. 85.000 túsund tons av olju í havinum í nærumhvørvinum. Ímyndi tykkum stúranina, sum var í Hetlandi hesar dagarnar. Tá ið Olshana fóa á land við Flesjarnar í 2007, vóru 270 tons av olju umborð.

Oljudálkingin bleiv ikki so stór sum væntað, tí nógvi vindurin breiddi oljuna út yvir eitt ógvuliga stórt øki, har hon tyntist munandi. Eisini varð havið pískað upp í skúm, so at oljan nokkso skjótt dampaði burtur. Minni enn eina viku seinni var eingin olja at síggja kring vrakið.

Men heilt undan sluppu tey ikki allíkavæl. 1500 sjófuglar doyðu av oljudálking umframt ein triðingur av øllum láturkópi í Hetlandi. Nógv fólk í Suðurhetlandi fingu trupulleikar við andaleiðini eftir hendingina. Fleiri fiskileiðir vórðu stongdar og lótu ikki uppaftur fyrr enn í 2000. Íalt vóru £45 mió goldin í endurgjaldi.

Bretar kalla hetta illveðrið í Føroyum og Hetlandi og eisini í stórum partum av Bretlandi fyri Braerstormurin. Tað var ikki hesin stormur, sum fekk skipið at renna á land, men hann breyt skipið sundur nakrar dagar seinni og elvdi beinleiðis til oljudálking.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni
Klaksvík­ingur fekk debut í bestu deildin…
Tað gráa gullið – nýti arbeiðsmeg­ina hjá…
Hvør er Joseph Michael Williams?
Málninga­framsýning við Elisabeth á Bakka…
KÍ er nú endaliga úti av FM-stríðnum
KÍ fingið styrk til álopspartin
Hetta var ikki okkara dagur - KÍ tapti 0…
18 mánaðir – har vit hava loyst hvønn da…
Upptakt: HB-KÍ
Seinastu sluppir­nar í Klaksvík fóru alla…
120 børn á Másheyggi