Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyingar gjørdust heilt skakkir, tá tað frættist, at tíggjutals sjúklingar verða sendir av landinum at vera (s)kannaðir heldur enn at brúka nýggja skannaran í Klaksvík

Landssjúkrahúsið skyldar sjúklingunum eina frágreiðing

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2024 - 10:07 Leiðarin

Síðani tíðindini í gjár bórust um, at Landssjúkrahúsið framvegis sendir sjúklingar til Danmarkar, sum kunnu skannast í Klaksvík – nakað sum bæði er strævið fyri sjúklingarnar og sum kostar skattgjaldaranum eyka nógvar pengar – er at kalla komið eitt fólkakrav um, at Landssjúkrahúsið forklárar seg.

 

Í gjár frættu vit frá sera misnøgdum sjúklingi, sum var vístur til skanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men sum síðani hevur fingið kontraboð um, at hann kortini skuldi niður til Danmarkar í staðin. Keldan til boðini vísti seg at vera Landssjúkrahúsið í Havn. Sjúklingurin klárar seg ikki einsamallur og má tí hava fylgjara við niður.

Hesi boðini komu, sum vera mann, sera dátt við. Tí hetta var júst tað, sum sleppast skuldi undan við nýggja skannaranum. Sjúklingurin skuldi sparast fyri uttanlandsferðina, og sjúkrahúsverkið skuldi sparast fyri eykaútreiðslurnar av tí. Skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skuldi gera skanningarnar smidligari, effektivari og bíligari. Og uttan íløgukostnað, tí íløguna hava gevarar goldið.

Stutt eftir frættist, at ikki færri enn 28 sjúklingar verða skipaðir av landinum til at verða útgreinaðir í øðrum skannarum enn tí í Klaksvík. Og við at gera tað verður lætt at siga, at sparingarnar við skannaranum í Klaksvík ikki vórðu so stórar kortini.

Sjúkrahússtjórin var í Kringvarpinum og sendi svartaper víðari og segði, at tað eru radiologar, ið hava valt Aalborg fram um Klaksvík. Hann visti ikki heilt orsøkina, men útleiddi út frá, at talan var um Aalborg, at so snúði tað seg helst um urologi/prostata ella bróstkrabba, og segði, at tað høvdu tey eitt langt samstarv við Aalborg um.

Men beint aftan á hesa samrøðuna varð Jóhan Poulsen, yvirlækni og urologur, siteraður fyri at siga, at tað ikki er neyðugt at senda fólk av landinum fyri at verða kannað fyri prostata. So hvat passar nú?

 

Illvilji ella vanahugsan á LS?

Seta vit tær útsagnirnar saman, so er tað møguligt, at radiologurin hevur valt Aalborg av gomlum vana og ikki er komin í tankar um skannaran í Klaksvík, og er tað støðan, er hon løtt at rætta. Tað má bara gerast skjótt.

Síðani tá hava vit sæð nærmast eitt fólkakrav á sosialu miðlunum um, at Landssjúkrahúsið forklárar seg. Bæði fólk, sum eru ørg inn á Landssjúkrahúsið fyri at gera so, men eisini fólk, sum halda, at mestur man Landssjúkrahúsið hava góðar grundgevingar fyri framhaldandi at stýra sjúklingum rundan um skannaran í Klaksvík, hava gjørt vart við seg á sosialum miðli. Og møguliga hava síðstnevndu rætt í, at góðar grundgevingar eru – men lat okkum so hoyra tær.

Tí eitt er vist: Fyri sjúklingin – harav fleiri kanska eru á arbeiðsmarknaðinum – er tað nógv strævnari at skula ta longu leiðina til Aalborg, og har missa bæði hann og fylgjari fleiri arbeiðsdagar. Og fyri okkum skattgjaldarar er tað ein væl dýrari loysn. Tí mugu vit fáa at vita, um tað veruliga er tvingandi alneyðugt, og eisini ítøkiliga fáa at vita, hvat er so nógv betri við tilboðnum í Aalborg og/ella so nógv verri við tilboðnum í Klaksvík. Og so kunnu vit betra tilboðið í Klaksvík við støði í tí.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík