Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

Latif fingið leikbann fyri at feira sigursmálið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.06.2024 - 22:23 Ítrottur Tíðindi

Bæði Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen hava nú fingið longdina á sínum leikbannum kunngjørt.

Jákup N. Vilhelmsen fekk beinleiðis reytt kort fyri at hava givið alboga í yvirtíðini móti EB/Streymi. Fyri tað hevur hann fingið leikbann í tveir dystir.

Ahmed Latif fekk tvey gul kort áðrenn hálvleik og harvið reytt kort. Breið semja tykist verða um, at seinna gula kortið var skeivt dømt. Tá KÍ við 10 móti 11 skoraði sigursmálið langt inni í yvirtíðini, so runnu KÍ-leikararnir yvir til áskoðararnar, har m.a. Ahmed Latif var í nærheitini. Har var hann so glaður, at hann leyp í bunkan og eisini var innanfyri bandan eina løtu. Útfrá dómarafrágreiðingini hevur Ahmed Latif fingið ein dag eyka leikbann fyri hetta, tí ein leikari, sumn hevur fingið reytt kort, hevur sambært reglugerðini ikki loyvið til at koma innum økið. Umframt at hann fær ein dag fyri reyða kortið, har hann av órøttum fekk seinna gula kortið. Ahmed Latif verður sostatt heldur ikki tøkur komandi tveir dystirnar.

Komandi tveir dystirnir hjá KÍ eru móti HB á útivølli og NSÍ á heimavølli.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum