Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongin keta er sterkari enn veikasta liðið

SKRIVAÐ: Elsa M. Davidsen  |  21.06.2024 - 11:25 Lesarabrøv Politikkur

Nær i himmalsins navni vaknar onkur? Nær vakna okkara politikarar? Nær vakna bankarnir? Og nær vaknar fótfólkið?

 

Hundraðtals fólk eru í dýrastu neyð, tí tey á síni lívsleið eru komin soleiðis fyri, at tey ikki hava ráð til tak yvir høvdið. Tey hava ongan sum helst møguleika at fáa lán úr nøkrum banka. Og av tí at eftirspurningurin er himmalhøgur eftir íbúðum og húsum til leigu, hava tey heldur ongan møguleika har. Tí prísurin fylgir jú eftirspurninginum.

Vit kenna ivaleyst øll onkur, sum ikki eru fødd við eini gullskeið í hondini. Vit kenna øll onkran frá eini sonevndari " familju í serligum vanda". Vit kenna øll onkran sálarliga sjúkan. Vit kenna øll onkran alkoholikara. Øll kenna vit onkur einlig og einligar forsyrgjarar. Ja, vit kenna ØLL onkran, sum er dottin niðurímillum, tá tað kemur til normalitetsbegrebið.

Vit eru ivaleyst fleiri, ið vilja hjálpa og stuðla øllum hesum bólkum, men hvussu ólukkan gera vit? Hvar byrja vit?

Eg kan liggja svøvnleys við tankanum um, at øll í hesum deiliga friðarliga landi als ikki hava tað so gott, sum vit ganga og fyrigykla okkum. Fái ilt í hjarta av at hugsa um, at foreldur við børnum noyðast at flyta úr oyggj í oyggj gjøgnum árini, tí til dømis teirra leigumál gongur út, og tey ikki finna nakað nýtt á staðnum, sum tey megna at gjalda. Ella ringast av øllum, at tey eru noydd at taka tað allar vánaligasta at búgva í bara onkrastaðni, tí tey snøgt sagt ikki hava ráð til annað.

Hetta hevur so nógvar negativar fylgjur við sær, og tað sømir seg ikki fyri eitt ríkt og framkomið land sum okkara. Allur hesin útsetti bólkur er totalt slepptur uppá fjall. Tey eru bundin av hjálpini frá sínum nærmastu, sum sjálvandi mugu taka um endan. Takk og lov fyri tað, men tað ERU ikki øll, ið hava onkran, sum loftar teimum. Tíverri.

Onkur av okkara fólkavaldu kemur ivaleyst við eini viðmerking um, at hettar og hattar er bygt seinastu árini – men tað er ikki nóg gott. Her má okkurt munandi meira gerast og tað ongantíð ov skjótt.

Hvar eru bankarnir í øllum hesum? Og hvør eigur bankarnar? Eru tað ikki vit, ið eiga í øllum førum ein hampuliga stóran part í tí eina bankanum? Kunnu ongi krøv setast teimum? Um ikki, so má tað almenna átaka sær bankauppgávur ella okkurt líknandi, so familjur uttan tak yvir høvdið kunnu fáa fígging til bústað.

Her má vend koma í.

Vit eru noydd at gera eitt felags átak, sum fær allar bankastjórar og politikarar at rista í brókunum. Eitt átak sum gevur teimum líka nógvar svøvnleysar nætur, sum hasin útsetti bólkurin av menniskjum hevur havt.

Tað er ikki bara eg, sum leggi til merkis, at stjórar koma og fara í feløgum, sum fótfólkið eigur, ha? Teir sum koma á ovastu rók verða settir við so góðum treytum, at tað loysir seg hjá teimum sum skjótast at verða rendir til hús við einum feitum, gyltum lógvataki, so hjá teimum er ongin neyð. Og tá yvirskotini eru so stór í bankunum og stórfyritøkum, sum tað almenna hjúklar um, hví eru vit so bangin fyri at krevja, at hesi gera og geva meira fyri at hjálpa teimum á niðastu rók, sum gjalda veruliga prísin?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðin til París er byrjað
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nú er føroyskt á Google Translate
Rynkurnar farnar
“Ung í arbeiði” gera klárt til Team Rynk…
Býráðsfundur í dag
RynkebyFerðin til París byrjar í dag
Almanna­verkið harmast íkomnu støðuna við…
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ