Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ er nú endaliga úti av FM-stríðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.06.2024 - 20:41 Ítrottur Tíðindi

Eins og væntað gjørdi KÍ einki við HB í Gundadali í dag.

Tað endaði 3-0 til HB, sum longu hevði avgjørt dystin, tá ein lítil løta av seinna hálvleikin var spæld. Áki Samuelsen var stóri leikarin og skoraði hattrik. Leikliga var hetta ein av frægu dystunum hjá KÍ, tá tað kom til at skapa málmøguleikar móti ovaru liðunum, men leikararnir vóru alt ov óneyvir frammanfyri Teiti M. Gestssyni. Í verjupartinum var KÍ-liðið ikki nóg væl skipað, men tað var heldur ikki væntandi, tí á liðnum hesaferð vóru nógvir leikarar í verjupartinum, sum einki ella lítið hava spælt síðstu vikurnar vegna skaðar ella annað. HB hevur eitt venjaratoymið við royndum frá sera høgum stigi, og tað sást aftur. Tað er øgiligur munur á, hvussu nógv meir HB mennist gjøgnum kappingina enn t.d. KÍ.

 


Tveir týdningarmiklir dystir í bronsustríðnum

Á norðoyastevnu skrivaðu vit, at KÍ var næstan úti av FM-stríðnum. Nú kann næstan skiftast út við endaliga. Hjá KÍ snýr kappingin nú um at vinna dystin um bronsuna, sum er síðsta plássið, sum við vissu gevur Europapláss, um B36 endar aftanfyri nummar 4, sum liðið liggur nú. KÍ fær komandi tvær vikurnar vitjan av nr. 4 og 5. NSÍ liggur 5 stig aftanfyri og B36 liggur 10 stig aftanfyri. Eftir tað liggja tveir avgerandi dystir fyri framman í Champions League. Tveir dystir sum fáa sera stóran týdning bæði ítróttarliga og fíggjarliga fyri KÍ, sum í 2025 fer at hava nógv lægri inntøkur, nú meistaraheitið er farið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…