Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjarni Restorff in memoriam

SKRIVAÐ: Tórshavnar Manskór  |  01.07.2024 - 15:23 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Leikandi løttu tónarnir á klaverinum eru tagnaðir. Hvøssu – og samstundis skemtiligu viðmerkingarnar eru tagnaðar. Tuflurnar eru bókstaviliga settar í durinum fyri seinastu ferð. Okkara kórleiðari – okkara Bjarni er farin.

 

 

Bretar hava eitt hugtak “Larger than life”. Hetta verður oftani sagt um persónar, ið eru áhugaverdir og hava nakað serligt yvir sær. Bjarni fylti nógv – bæði so og so, hevði hann helst sagt sjálvur – og tá Bjarni trein innar á pallin ella eitthvørt annað hølið og tók orðið, lurtaðu fólk. Tey lurtaðu, tí tey vistu, at her tosaði ein serstakiliga gávaður og vitugur maður.

 

Bjarni las tónleikavísind við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Fá ár innan hetta hevði hann tikið klaverið til sín sum høvuðsljóðføri, hóast hann eisini royndi seg á t.d. bassinum. Men klaverið var hansara – so at siga – og sum prestur segði við virðiligu jarðarferð hansara: “Bjarni megnaði at spæla mest sum alt frá blaðnum”. Jú, ein sera gávaður maður og tónleikari.

Og hetta upplivdu vit í manskórinum eisini, tá vit vitjaðu úti í heimi – og eisini í samstarvi við onnur manskór – og ella, tá onnur kór vitjaðu okkum í Føroyum. Hetta at, tá Bjarni setti seg við klaverið og – so segði hann – spældi sær á tangentunum – ja, tá gjørdist huglagið lætt millum sangararnar, tó at ein stór avbjóðing stóð okkum fyri framman at framføra manskórsang á líkinda støði soleiðis, at áhoyrarafjøldin fór nøgd aftur til húsa.

Bjarni var nevnliga eirindaleysur í at røkka hesum líkinda støði – røkka tí at geva áhoyrarunum eina jaliga uppliving. Og ikki er lætt at seta tal á allar framførslurnar, hann hevur havt við manskórinum – frá jólakonsertum til brúdleypssang til føðingardagssang til jarðarferðarsang. Ja, vit kundu hildið á.

 

Trupult er at taka dagar ímillum, hvør sangløta ella konsert hevur verið hæddarpunkt í søgu kórsins ella í tíð Bjarna sum kórleiðari. Kórið hevur tikið lut í kappingum uttanlands og vunnið heiðursmerki. Kórið hevur sungið í samstarvi við onnur dygdarkór sum t.d. Karlakór Reykjavíkur og Orphei Drängar – og Bjarni gjørdist heiðurslimur í svenska manskórinum Orphei Drängar fyri lítlum ári síðani.

Og vit kundu hildið áfram!

 

Vit hava nevnt framúr tónleikaligu eginleikar Bjarna, men sum kórlimur í Tórshavnar Manskóri merkti tú eisini hansara menniskjaligu eginleikar. Hann vísti áhuga í hvørjum einstøkum sangara. Hann hevði fyri at ringja og spyrja, hvussu gekst – og soleiðis gjørdist felagsskapurin meir enn felagssangur – hann gjørdist nærum felagslív.

Haraftrat legði Bjarni stóran dent á at fáa ungar sangarar við – og meir enn einaferð átók hann sær leiklutin sum mentor hjá dugnaligum ungum sangara ella tónleikara.

 

Í kórinum, sum nú telur umleið 60 sangarar, munnu einir 150-200 sangarar hava verið við gjøgnum hesi 38 árini, Bjarni hevði kórið síðani stovnan í 1986. Og Bjarni kendi allar sangararnar og rødd teirra – samstundis, sum hann sum nevnt omanfyri vísti áhuga fyri hvørjum einstøkum. Bjarni var stutt sagt samfesti kórsins.

 

Tórshavnar Manskór hevur mist sín leiðara! Men hetta kann ikki samanberast við tann miss, ið hansara kæru hava verið fyri.

Sagt verður, at við lið kvinnunar / mansins stendur lívsmakin! Poula hevur mist sín lívsmaka, Bjarna. Poula hevur satt at siga verið partur av manskórinum, tí hon rúmaði manskórinum sum einum parti av Bjarna. Og Gunnar hevur mist pápa sín, ið dugnaði honum so væl. Og abbabørnini hava mist skemtingarsama og hjálpsama abba – ið eggjaði teimum til tónleikin – og sum tað eisini sást við luttøku abbadøtranna í framførslu við strúkaraorkestri frá Tórshavnar Musikkskúla innan jarðarferð Bjarna abba.

 

Tórshavnar Manskór hevur mist sín leiðara. Og leiðin frameftir verður nakað leitandi, tó at kórið hevur havt frægan kórleiðara aftrat Bjarna sum Kára Bæk í fleiri ár. Og eftir, at sjúka forðaði fyrst Kára – og síðani Bjarna at leiða kórið, hava aðrir lyft arvin; nevnliga Jón Festirstein, Sámal Matras Kristiansen og Hanus Joensen.

 

Men kórið hevur mist sín kórleiðara! Kórið hevur mist sítt samfestið! Kórið hevur mist okkara Bjarna!

 

Men – í anda Bjarna royna vit at flyta manskórsang í Føroyum fram á leið!

 

Vit í Tórshavnar Manskóri drýpa høvur! Í takklæti drýpa vit høvur í djúpastu virðing fyri okkara Bjarna Restorff!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg