Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-B36

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.07.2024 - 06:54 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld verður dystur millum nr. 3 og 5 í Klaksvík.

KÍ fær vitjan av B36. Liðini hava spælt ein innanhýsis dyst í ár, sum B36 í Gundadali vann 2-0. Nú er Magne Hoseth venjari hjá B36 og Espen Haug hjá KÍ.

Hjá KÍ eru Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen, Jonn Johannessen og Jóhan Josephsen ikki tøkir vegna skaðar, meðan Deni Pavlovic hevur leikbann. Kristoffer Ødemarksbakken er ikki komin til landið enn. Ivamál er um René S. Joensen, sum ikki var við seinast. Hinvegin eru Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen tøkir aftur eftir leikbann.

Hyggja vit eftir síðsta dysti hjá B36, so manglaði liðið Andrass Johansen, Zean Dalugge, Jelle Van Der Heyden og Vilmer Rønnberg.

Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 18.30. Dómari verður Jákup Ø. Mohr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?