Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gijs Sluik umborð á Teclu | Mynd: Jóhann Lützen

Ævintýrarabáturin Tecla vitjar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.07.2024 - 15:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er ikki eiti á forkunnugum vitjanum frá heimsgitnum sjófararum, sum leggja leiðina til og úr Klaksvík nú í summar. Seinasta skotið á stammuni er skipið Tecla, sum ein hollendskur vitjandi eigur, og Norðlýsið vitjaði sjálvsagt umborð. Tecla er ein umbygdur sildabátur frá fyrra veraldarbardaga, sum er fullkomiliga renoveraður og nú ger túrar til so fjarskotin støð sum Antarktis, Grønland, Útnyrðingsfarleiðina, Polynesia, Falklandsoyggjarnar – og Føroyar.

 

 

Skiparin og eigarin eitur Gijs Sluik, er 42-ára gamal og lýsir seg sjálvan sum føddan sjófarara. Familja hansara hevur altíð havt hug til sjógvin og stóran áhuga í bátum og skipum. Hann hevur átt Teclu síðani 2006 og hevur spesialiserað seg í ævintýraferðum til fjarskotin støð. Eins og aðrir kendir sjófararar – harav onkur teirra eisini júst hevur verið í Klaksvík – ger hann hetta fyri at økja og betra um tilvitskuna hjá fólki um støðuna, Jørðin er í, og tað verður gjørt við at leggja dent á náttúru og á fólk, sum liva á tromini av samfeløgunum og harvið beint við náttúruna.

Gijs fíggjar hesar sjóferðirnar við atgongumerkjasølu. Ferðandi gjalda fyri at sleppa við, og peningurin fer til viðlíkahald, tryggingar, útreiðslur annars og samsýningar. Upp til 12 ferðandi sleppa við, og hartil eru 4 koyggjur til føstu manningina. Leiðin hesa ferð gongur til Canada, til ta sera kendu Útnyrðingsfarleiðina ella Northwest Passage, sum rannsóknarfararar høvdu sera torført at koma til og ikki minst ígjøgnum fyri hálvari aðrari øld síðani.

Tað er ikki eiti á ferðum, Tecla skal á. Eftir Útnyrðingsfarleiðina verður ein onnur ferð gjørd í heyst, har leiðin aftur liggur fram við Føroyum, men tá verður komið norðanífrá og siglt suður til Falklandsoyggjarnar á hini hálvkúluni. Síðani eru 2 túrar til Antarktis, og harnæst ein til Polynesia. Síðani verður farið til Alaska og so aftur til Útnyrðingsfarleiðina. Komið verður sostatt klótuna runt.

Tað er nærmast neyðugt at hava ævintýrarablóð fyri at fáa fulla úrtøku úr ferðunum hjá Teclu. Flestu ferðafólkini eru fólk, sum hava innsæð, at tað eru fleiri støð á Jørðini, sum tað bara slepst til við báti, og onnur støð, har neyðugt er við serliga bygdum bátum. Tey flestu, sum bóka sær ein túr, eru eisini umhvørvistilvitað. Tað er Gijs Sluik eisini sjálvur, og tí verður seglið fyri tað mesta brúkt. Men í hátrýstsstøðum er neyðugt at brúka motorin, viðurkennir hann, og nevnir Grønland og Antarktis sum dømi um tílík støð.

Tecla hevur áður verið í Føroyum; fyrstu ferð í antin 2015 ella 2016, sigur hann. Túrurin var ein ”viking trip”, ið æt “In the wake of the Vikings”, har byrjað varð í Norður-Skotlandi, haðani siglt varð til Ytru Hebridurnar, Orkneyoyggjarnar, Hetland, Føroyar og at enda kom Tecla til Íslands. Ferðafólkini á hesum túri vóru serkøn í víkingunum, so tey vistu ítøkiliga, hvat tey kundu vænta á ferðini, og Gijs sigur, at tað var gleðiligt at fáa at vita, at ferðin livdi upp til teirra væntanir.

 

Tecla eitt gamalt skip

Sjálvt skipið Tecla varð bygt í Vlaardingen í Hollandi undir fyrra heimsbardaga í 1915 til sildafiskiskap. Tá æt skipið Graf van Limburg Stirum og hevði kennimerkið KW143. Tey sum kenna til søguna vita, at fyrst í 1900-talinum fiskaðu heilt mong hollendsk skip sild í Norðsjónum. Núverandi Tecla var ein av teimum seinastu seglbátunum, sum vórðu bygdir til tað endamálið. Fiskiskapurin gekk fyri seg á tann hátt, at Graf van Limburg Stirum fiskaði meira ella minni konstant. Manningin fylti sildina í tunnur, og dampskip komu so til bátin eftir tunnunum og førdu tær til lands.

Tecla hevði ongan motor tá, og tá dieselmotorarnir veruliga fingu fótafesti, var ikki tørvur á Graf von Limburg Stirum longur til sítt upprunaendamál. Hetta var í byrjanini av 1920’unum, tá skipið framvegis var sera ungt. Skipið varð tí selt til Danmarkar, og danski eigarin fór sera væl um og viðlíkahelt Teclu væl. Tað er orsøkin til, at hon er so væl fyri sum skip í dag.

Í 1976 varð tó hildið, at hon hevði tænt fyri seg, og hon lá tí fyri onki í tíggju ár. Í 1986 endurfunnu hollendingar Teclu aftur, settu hana í upprunastand, og fyritøkan hjá Gijs Sluik yvirtók skipið í 2006. Fyritøkan varð noytt til at geva skipinum eina ordans yvirháling fyri at seta hana í nútíðarstand, serliga tí skipið longu tá varð vorðið heilt gamalt. Tað vardi tí leingi, og varð órógvað av Coronakreppuni, men skipið varð sum nýtt aftur í 2022.

 

Hesin túrurin

Á hesum túrinum hava tey einans hálvan triðja dag í Føroyum, tí veðurgudarnir ikki vóru til vildar, tá Tecla var í Skotlandi og Hetlandi. Tey komu tí seint til Føroya. Tecla hevur verið í Havn, liggur nú í Klaksvík, og ferðafólkini fara ein túr kring firðirnar í morgin, áðrenn farið verður víðari til Íslands. Higartil hava tey verið í Hollandi, Englandi, Skotlandi, Orkney, Hetlandi og Føroyum. Fyri hesi ferðafólkini endar ferðin í Íslandi, men Tecla fær nýtt ferðalag har, haðani farið verður til Grønlands, fyrst til Nuuk, síðani til Illulisat, og so víðari til Canada og Útnyrðingsfarleiðina, har kenda Beechy Island er endastøðin.

Eftir ta ferðina ”bakkar” Tecla so; skipið siglir fyrst aftur til Nuuk, síðani aftur til Reykjavíkar, Føroyar, Hetland, Orkney og Ytru Hebridurnar. Til eina tílíka ferð til Útnyrðingsfarleiðina skal ein avseta sær 50 dagar. Ein ferð til Antarktis umvegis South Georgia-oyggjarnar tekur 40 dagar. Júst hesin túrurin, sum endar í Íslandi, kostar teimum ferðandi €250 um dagin. Vil ein vitja Útnyrðingsfarleiðina, kostar túrurin €500 um dagin. Meginparturin av peninginum fer til fastar útreiðslur.

Gijs Sluik leggur dent á, at hann ikki roynir at ”belæra” fólk ella trútta nakað í tey. Túrarnir verða fyriskipaðir soleiðis, at fólk sjálvi kunnu síggja, hvørjum standi Jørðin er í. Av broytingum, hann hevur eygleitt gjøgnum tíðirnar, kann nevnast, at færri lundar síggjast, djór hava minni at eta, hvalir svimja aðrar leiðir, og so er munur eisini á nøgdini av ísi.

Tað er ongin loyna, at fólk í umhvørvisfelagsskapum hava sterkar, negativar meiningar um grindadráp. Tecla hevur verið í Føroyum undir seinasta grindadrápinum í Gøtu, so vit nýta høvi at spyrja Gijs, um hann var við í drápinum. Tað var hann ikki, men hann leggur doyin á, at hann ikki hevur nakað negativt at siga um grindadráp. Hann er tvørturímóti fegin um høvið at sleppa at vitja mentanir, sum eru øðrvísi frá hansara egnu, og hann vil fegin læra hesar mentanirnar betur at kenna, og vísa børnum sínum tær og verðina sum heild. 

Heimasíðan hjá Teclu eitur www.Tecla-Sailing.com, har til ber at kunna seg nærri um ferðirnar, søguna og mangt annað.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði