Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Í morgin spælir KÍ týdningarmiklasta dystin higartil í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.07.2024 - 09:01 Ítrottur Tíðindi

Tað stendur nógv uppá spæl í 1. umfari í Champions League.

Í heimligu kappingini er KÍ úti av kappingini um løgmanssteypið og mest sannlíkt úti av FM-stríðnum, hóast øll ikki eru samd í tí. Tað ger, at KÍ mest sannlíkt ikki kemur at luttaka í Champions League í 2025, og tá verður vegurin til eitt bólkaspæl nógv torførari, tí meistarin hevur altíð minst ein eykamøguleika og vinnur hann fyrsta umfar, so hevur hann ein eykamøguleika afturat.

1. umfar er mest avgerandi, tí vinnarin av fyrsta umfari tryggjar sær at fara niður í Europa League, um hann tapir seinni, meðan taparin í 1. umfari leypur Europa League um og ferð niður í 2. umfar í Conference League.

Tí er hetta umfarið sera avgerandi fyri møguleikarnar at koma í bólkaspæl. Og enn týdningarmiklari er tað av tí orsøk, at tapur KÍ 1. umfar, so er ein lutfalsliga stórur møguleiki fyri, at KÍ endar í Kasakhstan í 2. umfari í Conference League og tað verður ein sera long, avbjóðandi og ikki minst dýr ferð.

Vinnur KÍ seg víðari úr 1. umfari, so hevur KÍ tryggjað sær 5,6 milliónir afturat teimum 7,2 milliónunum, sum eru tryggjaðir sum minsta upphædd. Umframt at KÍ styrkir um sítt styrkistal, sum aftur betrar um møguleikarnar fyri at blíva oftari styrkismettur í framtíðini.

Í dag kl. 16.30 hevur KÍ síðstu venjingina undan dystinum og kl. 19.00 venur Differdange 03.

KÍ-Differdange 03 spæla mikukvøldið kl. 19.00 við Djúpumýrar. Atgongumerki fáast til keyps á ki.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum