Hvørs ognarrættur er landið Ísrael
Dagligi leiðarin fyri”Christians for Israel International” Cornelis Kant, sigur frá, at tað hevur verið Eksplutón av antisemitismu i Hollandi síðan hálvan oktobur. Tey flestu úttrykkini eru knýtt til stríði í Gasa, og høvisfokus er ikki humaniter hjálp til palestinarar, men meir anti-ísraelskur kritikkur og anti jødiska støðan, sigur Kant,hann leigur felagsskapin frá basa í Hollandi og leggur afturat, at hugburðurin ímóti Ísrael, í longri tíð, hevur verið sera vánaligur har, eisini runt um í Europa, líknar mest honum í 1939.
Ein annar í virkar innan antisemittisku felagsskapir, kom við viðmerking til seinasta álopi hjá Ísrael í Gasa, ein bý í nærheit markinum til Egyptaland, aðrenn høvdu teir flutt eina millión fólk vekk frá býnum og fóru so inn og høvdu í alt undir jørð nú uppdaga 50 tunnlar í førdu til Egyptaland , breiðar nokk til stórar trukkar. Og helt hann nú fyri, stórsta forðing hjá Ísrael at fremja álopi var USA, sum helt um handliðirnar, teir noktaðu. Men Ìsralitar vistu hvat teir fóru eftir-.Tí nú kom fram fyri dagin hvaðani og hvussu rakettirnar og vápnini komu til Hams, Ísrael fegtar ikki altíð í tóma luft.USA hevur ivaleyst vita okkurt um atburðin, og ikki minst at Egyptaland hevði fyri langt síðan gjørt friðarsáttmála við Ísrael. Hvar hava teir nakra sokallaðan álítanditandi mans ella lands tryggleika, Kemur tíverri ann uppá leiðslur og lit politiskt
Søguliga verður sagt frá, at ár 631. f. Kr. Tóku rómverjar landið Ísrael og harvið tóktust jødarnir vera uttan nakað land. Ár 66-70 e.Kr. var ein uppgerð jødanna við rómverjar 132-135. Bar kochoba uppreisturin. Fólki spreiddust í allar ættir og jødarnir, tóktust nú vera eitt fólk uttan búðstað. Tá íð fyrri heimsbardagi brast á í 1914 taldist jødiska samfelagi uml.. 85000 fólk. Heimsøgan framyvir umtalar jødar sum eitt fólkaslag, við ongum landaumráði íð búleikaðust runt heimin. Í eini røðu í enska Parlamentinum 31 januar 1947 kravdi táverandi enski, fyrrverðandi forsætisráðharrin, Winston Churcill, nú andstøðuleiðari, at Ongland uppgav sítt Palestina mandat og trekti seg út haðani. Nakrar dagar seinri mælti uttanríkisráðharrin Bevin, at Palastina trupuleikin skuldi leggjast fram fyri FN. Almenna svarið herum kom 25 februar. Og 2 apríl, bað Ongland um ein serstakan Aðalfund, við tí eina endamáli, at seta eina nevnd, at koma við forslagi um loysn av Palestina trupulleikanum. Stjórnin gjørdi greitt hon ikki fór til FN og kom við nøkrum uppskoti um. at uppgeva Onglands mandat í palastinamálinum, men fyri at fá góð ráð, hvussu mandati kundi umsitast uttan ella við broytingum í mandats skipani. Aðalfundurin vardi frá 28 apríl til 15 mai 1947. Og eftir eljustríð við arabisku londini, um krav teirra, at Ongland skuldi vekk sum skjótast haðani, aftaná úrslita leyst kravstríð arabarana, var set ein nevnd UNSCOP(United Nation . Palastinaomittee) FNs serliga nevnd viðvíkjandi Palestina, samansett av 11 limalondum. Ongin av stórveldunum ella øðrum vóru umboða.
Stórur partur higartil er okkara og mín samtíðarsøga, men ognarrættur til umrødda landi er eins og fløktur línistampur, hvussu hongur tað saman,so mangir nevndafundir, nationalt og internationalt,men er nøkur avkláring í málinum, um t.d. orsøkin til fløkjuna ?
Ein valkend bók í inniheldur loysnina, er at finna, meini eg, í hvørjum heimi í landi okkara, sum børn lærdu vit og sungu m.a. besta bók av bókum er”Bíbulin hjá móður er í segði fyri mær:” M.a. um byrjan og eisini endan úr hesi bók. Fyri kortum í USA um somu tíð, sum man ger eina roynd at beina fyri framstandandi politikarum alment, stígur ein guvernørur fyri ein av statunum fram og biður um at fáa burturbeindu Bíbliuna aftur í skúlan.Henda bók kann greiða her og nú frá hvussu umrøddi fløkti stampurin er, myndaliga til umrøddu bók, sum, fyrsta bókin kap.15. greiðir frá gerðabókini í ikki serliga brúkiligt kann líknast við nakra aðra líknandi fundarbók. Har vóru, okkum kunnugt, bert tveir møttir, annar hevði alla heims mandatin um hendur. Tá íð fundurin var av, var fari heim, annar við øllum heimsmandatinum eins og tá íð hann møtti upp. Hin við ógloymandi løtuni uttan dura fundar teltið,”So fór Harrin ùt við honum,bað hann hyggja upp og telja stjørninar”(sjá kap.15,v5-13) úrslit at enda lesa vit um, stampafløkjan kann gerast torført, at fá eya á. Men á hesum umrødda fundi, er nokk ongin ivi um, hvør í eigur orðini um ,at eg eri:” Skjøldur tín: løn tín Skal vera ógvuliga stór!” Har ímillum ognarleysa fólk og umráði jødanna.
Jóhannes M.Olsen