Ikki fleiri Klaksvíksstríð
Tá ið Almannaverkið setti Mildrid á Lógv sum leiðara á Skálagarði, var hetta fyri at uppbyggja ein nýggjan bústovn í Klaksvík til føroyingar við seinheilaskaða og álvarsligum rørslutrupulleikum.
Ein slóðbrótandi, men eisini vøkur og ambitiøs ætlan, sum Elsebeth Mercedis setti ferð á, sum eins og Sirið Stenberg, eru politikarar, sum av heilum huga trúgva, at fólk uttanfyri høvuðsstaðin eisini megna at lyfta stórar og torførar uppgávur innan Almannaverkið.
Alsamt fleiri í samfelagnum gerast eldri og meiri krevjandi, meðan tey, sum skulu arbeiða við heilaskaddum og øðrum røktarsjúklingum, gerast tíverri færri.
Hví skuldi ein væl skikkað kvinna, sum Mildrid á Lógv, ikki roynt at gjørt sítt besta sum leiðari av Skálagarði? Eg rokni við, at Heilsu- og almannaverkið gjørdi sítt heimaarbeiðið, áðrenn tey settu hana í ábyrgdarfulla leiðarastarvið. Og tá ið Skálagarður, sjálvt í síni truplu byrjan, við komandi og farandi starvsfólkum, kortini hevur roynst búfólkunum og teimum avvarðandi góður, so hevur leiðarin gjørt okkurt rætt.
Vit vita, hvussu trupult tað er innan heilsu- og almannaverkið í dag at fáa fólk. Men raðfestingin er so sum so. Samfelagið lønar og virðismetir onnur lagaligari størv í landinum væl hægri. Og valið verður hareftir.
Vit skulu fara væl við menniskjum, sum arbeiða við menniskjum. Tað er ikki í lagi at fáa órættaði orð oman yvir seg og í stressaðum arbeiði at renna skjótari enn gott er. Tað veit arbeiðsgevarin í Havn, og tað veit leiðslan í Klaksvík eisini.
Samskifti gongur sjálvandi báðar vegir. Men at verða tikin av ræði, áðrenn tú ert sloppin til verka, er lítið uppbyggjandi.
Góðu tit, sum varða av og taka tær stóru avgerðirnar!
Brótið ikki nakað niður, sum onnur eru í ferð við at byggja upp. Latið okkum í staðin hjálpa har, sum tað treingir mest. Um tað so er ein nútímans skannari at fyribyrgja eitt nú prostatakrabba ella ein tiltrongdur bústovnur til seinheilaskadd í Klaksvík, so skal hetta ikki elva til stríð, men heldur vera til heilsubót og vón fyri allar føroyingar.
Latið okkum læra av søguni. Í framtíðina fara vit eisini at hava tørv á hvørjum øðrum. Vit hava ikki ráð at stríðast og klandrast. Partarnir mugu royna at tosa væl saman og finna góðar loysnir.
Gott summar
Annika S. Biskopstø