Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ímóti Bodø/Glimt vendu vit 0-3 til greiðan sigur

SKRIVAÐ: Fjeppari  |  25.07.2024 - 10:52 Ítrottur Lesarabrøv

Eingin tordi heldur at trúgva upp á tað tá, men tað skuldi vísa seg at gerast ein heilt annar dystur við Djúpumýru!

Tá ið KÍ í 2022 spældi Champions League kvalifikatiónsdyst ímóti norska stórfelagnum Bodø/Glimt, taptu vit greitt 3-0 á útivølli, men so kom dysturin við Djúpumýru!

Tað er ikki so undarligt, at nógvir fjepparar og ítróttarskrivarar eru svartskygdir um møguleikarnar hjá KÍ at gera ein vørr á heimavølli ímóti Malmø FF, sum jú vann fyrra dystin 4-1 á KÍ týskvøldið í Malmø. Men sum ein kendur politikari mangan tók til, so er einki liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og soleiðis eigur hugburður okkara her í Klaksvík at vera áðrenn seinna dystin ímóti Malmø FF, sum verður her í Klaksvík týskvøldið.

Her hava vit eitt fordømi frá 2022, sum kann geva okkum mót og áræði, nevniliga dysturin ímóti Bodø/Glimt, sum eins og Malmø FF eisini vann heimadystin ímóti KÍ við trimum málum á muni.

Eingin tordi heldur at trúgva upp á tað tá, men tað skuldi vísa seg at gerast ein heilt annar dystur við Djúpumýru.

KÍ skoraði nevniliga trý mál við Djúpumýru tann dagin, so samlaða støðan kundi tað sama enda púra jøvn ímóti norska stórfelagnum, hevði tað ikki verið fyri einum hepnum brotssparki, sum norðmenn fingu í tí dystinum.

So hví ikki hava hendan hugburðin, nú Malmø FF kemur á vitjan?!

KOYR Á KÍ !!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valprát við Fólka­flokkin
Valprát við Miðflokkin
Valprát við Fólka­flokkin
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld
9 norð­oy­ingar vilja á Fólkating