Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jan Herman Hansen/RSF

Svein Rógvi tippar ólavsøkuróðrarnar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.07.2024 - 12:32 Ítrottur Tíðindi

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum mangan hevur vunnið ólavsøkuróðrar, tippar her dagsins ólavsøkuróður.

Svein Rógvi skrivar:

Ólavsøka 2024. Finalan yvir allar finalur! Á tann deiliga havnarvág .
901 metur, hvat skal til fyri at vinnað!
TORA!
* Startað
* At blíva troyttur
* At vilja vinna
* Trúgva uppá manningina
Tey sum dugað at róða kapp í tí bukdrasliga veðrinum uttan fyr Molan, og koma fyrst í tað góðan sjógvin, ið Molin gevur, hava tann størsta møgulleika fyri at vinna! Tí verður samlingin á 400 metrar sera avgerandi fyri hvør ið vinnur.

5 mf. gentir 14- 16 ár:
Nr. 1 Sílið
Nr. 2 Ørnin
Nr. 3 Skansin

5 mf. gentir 17-18 ár:

Kjósin: Hjartaliga tillukku við FM!

Nr. 1 Kjósin
Nr. 2 Spógvin
Nr. 3 Títtlingur

5 mf. kvinnur:

Í dag verður Firvaldur Føroya meistari og klárt nr 1 á ÓS. Hjartaliga tillukku.
Nr. 1 Firvaldur
Nr. 2 Fípan Fagra
Nr. 3 Tjáldrið

6 mf. kvinnur:

Sum altíð Jarnbardur tillukku við FM tit tilkomnu kvinnur

Nr. 1 Jarnbardur
Nr. 2 Hósvìkingur
Nr. 3 Páll Fangi

5 mf. dreingir 14 - 16 ár:

Tillukku suvurena Fipan Fagra við FM, ein fragd at fylgt tykkum frá vindeyganum í ár, tit kunnu koma langt.
Nr. 1 Fípan Fagra
Nr. 2 Blikur
Nr. 3 Heykur

 

5 mf. dreingir 17 - 18 ár:

Her kann alt henda, buldur og brak, sum tað hóskar seg hjá ungum monnum.
Nr. 1 Fípan Fagra
Nr. 2 Royndin Fríða
Nr. 3 Geytin

 

6 mf. menn:

Her koma 4 bátar á mál innan 1 sek. spennandi verður! Tað hevur verði fantastiskt at fylgt við her ìár, ja eg tori at siga tillukku við FM Hvalurin og til Klaksvìkingin búsitandi á Eiði Atli Simonsen

Nr. 1 Froðbingur
Nr. 2 Páll Fangi
Nr. 3 Hvalurin tit eiga at vinna ì dag.

8 mf.: 

Tillukku við FM Tórsbáturin, 10 mannaførð næsta á ikki so?
Ella skal Gullbrandur vinna, vit mugu ikki gloyma at har sita so raskir menn sum Petur Erhardsson Müller , Bárður Skorheim Guttesen og nógvir góðir ungir rógvarir umborð, sum eiga at vinna á dreinginum umborð á Ørvi og Gøtutrónda.
Nr. 1 Tórsbáturin
Nr. 2 Gullbrandur
Nr. 3 Ørvur

 

Superliga:

Tillukku við FM Klaksvíkingur.
Tey ungu kneysanir umborð á NP, í dag er tað tykkara túrur,um tit torað at rógva miðróðurin, um ikki so hølvar Klaksvíkingur alt av.
Men tað er líka eitt men, hvat ávirkan hava hasi gulukortuni at siga umborð á super rutineraðu manningina á Klaksvìkingi, tora teir at bomba til, tá skotið verður, ella eru teir meira "varnir/ bangnir" og halda aftur, sum kann verða sera farligt, tí hinir starta sera væl. Men mon ikki at venjarin Magnus Norðberg hevur koyrt mentala venjing so teir sìggja sigurin fyri sær , koyri á raski menn.
Spennandi verður at síggja og hvar er so Norðingur í øllum hesum, ja teir eru allastaðni tann báturin sum hinir skullu halda eitt vakið eyga við, vinna teir ja so verður fest har norði ì fleiri ár
Nr. 1 Nólsoyar Páll
Nr. 2 Klaksvíkingur
Nr. 3 Norðingur

Góða Ólavsøku

Lýsing
Seinastu tíðindini
Geza Turi og Ragnar Poulsen halda fram
Jens Pauli Poulsen til KÍF
KSS: Úrslit av tøttum samstarvi
Elding Business yvirtekur Arctic Import…
Heyst­fagnaður á Eiði: Heyst Kviss í Lækn…
Nýggj poddvarpsrøð: - Eg eri blivin kall…
Kári millum Garðarnar vitjar Norðlýsið
12 umsóknir til starvið sum stjóri í Hei…
Vestergaard segði satt
Er bilurin klárur til veturin?
Streymu­rin komin aftur
Streymu­rin aftur farin
Jacob Vestergaard segði satt um fjald tø…
Streymu­rin komin aftur
Streymu­rin farin
Fíggingarleistu­rin av eldraøki­num ikki h…
Kokkaskúlin á TSK vunnið heiðursløn
Heilsutrygdargjald: Sløk millión afturri…
Avtøka av skatta­frádrátti - ein skandala…
Enn ein heiðursløn til Dropar
Lýsing