Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinnan skal ikki rinda fyri mistøkini hjá politisku skipanini

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund, Formaður í Sjálvstýri  |  28.07.2024 - 16:47 Politikkur Tíðindaskriv

Dennis Holm, landsstýrimaður, sýnist at leggja størri dent á at herða antitrustreglurnar við at minka prosentpartin, sum hvør einstøk fyritøka kann eiga, heldur enn at taka ítøkilig stig fyri at forða misnýtslu av menningarkvotum.

 

 

Reiðaríini, sum hava bygt vinnuna upp, ætlar landsstýrismaðurin nú at revsa fyri feilir, sum politiska skipanin sjálv hevur gjørt við vitleysari lóggeving.

Sjálvstýri hevur greiða áskoðan um støðuna við menningarkvotunum og óhepnu avleiðingunum, sum tær nú vísa seg at hava.

 

Misnýtsla av menningarkvotum

Tað er nógv fyri at síggja, at ávísar fyritøkur hava fingið menningarkvotur fyri einki, men ikki hava gjørt nakað sum helst við tær verkætlanir, sum kvoturnar vóru ætlaðar til. Ístaðin hava hesar fyritøkur selt kvoturnar fyri tíggjutalsmilliónir. Hetta kann ikki góðtakast.

 

Órættvíst og oyðileggjandi fyri politiska álitið

At skipanin, sum skuldi skapa varandi menning kring landið, nú verður misnýtt av summum fyritøkum til persónligan vinning, er ikki bert órættvíst, men eisini oyðileggjandi fyri álitið á okkara politisku skipan.

 

Javnbjóðis kapping og rættvísi

Vit í Sjálvstýri hava altíð trúð upp á javnbjóðis kapping og rættvísi. At reiðarí, sum hava bygt vinnuna upp gjøgnum fleiri áratíggju, skulu revsast tí at menningarkvoturnar ikki riggja, er púra órímiligt.

 

Fyrilit og eftirmeting av skipanum

Tað er altíð neyðugt at meta eftirmeta, um galdandi skipanir hava fyri neyðini at strammast, men hetta má gerast við fyriliti til, at vit ikki leggja órímiligar forðingar fyri tey, sum hava tikið ábyrgd og bygt vinnuna upp.

 

Sjálvstýri mælir til, at:

Ein nágreinilig frágreiðing verður gjørd um allar menningarkvotur, fyri at finna út av, hvussu og hvørt tær hava verið nýttar til tað, tær vóru ætlaðar til.
Strammari reglur og treytir verða settar fyri sølu av menningarkvotum, har vit tryggja, at virðið av kvotum ikki enda í lummunum á nøkrum fáum hepnum.
Javnbjóðis og rættvís kapping verður tryggjað, uttan at reiðaríini, sum hava mist kvotur, verða revsað fyri feilir, sum politiska skipanin er atvoldin til.

 

Ábyrgd og menning av fiskivinnuni

Sjálvstýri vil arbeiða fyri, at okkara fiskiríkidømið verður nýtt til at menna og styrkja alt samfelag okkara, heldur enn at verða handlað fyri persónligan vinning. Vit krevja eina skipan har tað ikki stendur hvørjum landsstýrisfólki í fiskivinnumálum frítt at útluta kvotur sum tað passar teimum best. Og vit krevja rímiligar, støðugar og virðiligar treytir til okkara høvðusvinnur.

 

Sámal Petur í Grund
Formaður í Sjálvstýri

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
Lýsing